Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 127 - 5. juli 2007 ] Tora betri heitir Hóast servurnar í flog­ bóltsspælinum ofta kunnu tykjast misjavn­ ar, so tykist føroyska lið­ið­ nú av álvara at hava funnið­ stevið­. Nak­ að­ sum annars kundi tykjast trupult fyrsta dystin, men móti Cay­ man sótu tær aloftast rætt. Hóast hann ikki hev­ ur nakra einfalda frá­ greið­ing, so heldur Ragnar í Haraldsstovu, at hetta kanska hevur nakað­ at gera við­, at høllin er heitari, enn føroysku spælararnir eru vanir við­. ­ Tú torir betri at sláa ígjøgnum, tá tú ert heit­ ur, og tað­ ert tú alla tíð­­ ina her. Varsemið­ hevur mest sum hug at hvørva úr spælinum, og kemur tú so ígongd, so koyrir tað­ bara. Í dag síggja vit eisini, at Rúni er við­ at raka servurnar rætt, og tá verð­a tær eisini heilt vandamiklar, helt Ragnar, tá vit tosað­u við­ hann eftir sigurin á Cayman Islands. -mørk Hitin ger helst, at tú torir betri frá byrjan, enn tú vildi gjørt í eini kaldari høll, heldur Ragnar í Haraldsstovu Mynd: Jákup Caymanski beach- stílurin fekk ikki ein livandi møguleika, tá føroysku innandura- serfrøðingarnir vunnu triðja 3-0 sigurin á oyggja- leikum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Føroyar væl og virð­i­ liga vórð­u mettir sum favo­ rittar, so vistu spælararnir av, teir avgjørt ikki skuldu undirmeta Cayman oyggj­ arnar. Hóast spæl teirra er í besta primitiva beach­stíli, so kunnu teir gera ein vørr av og á. Eitt nú, tá teir í bólkaspælinum brádliga vunnu eitt sett í dystinum móti gullfavorittunum av Saaremaa. Og tann ávaringin kom kanska væl við­ hjá okkum. Í øllum førum varð­ beach­ stílurin hjá Cayman sópað­ur burtur frá fyrsta bríksli. Sleppa hesir framat smashu­ num, so kunnu teir væl verð­a vandamiklir, men tað­ sluppu teir tó sera sjáldan, tí føroyska trýstið­ als ikki loyvdi hesum. Ogg funnu teir loksins vegin fram til eina heving, so var føroyski blokkurin aloftast klókari enn power­smash stílurin hjá stórum mótstøð­umonn­ unum. Fyrsta settið­ var ein total útradering, og tó at tey bæð­i næstu ikki gjørdust eins stór Føroya­framsýning, so var ivin ongan tíð­ til stað­ar. Og hóast avmarkað­u mót­ støð­una, so vóru eisini glott­ ar at hóma í føroyska spæli­ num. Fyrstu tveir dystirnar hevur Jón Nielsen stað­ið­ fyri bróð­urpartinum av før­ oysku slagkraftini, men hesa ferð­ komu að­rir eisini væl við­. Ikki minst var huga­ ligt at síggja Rúna Weihe, sum hóast nøkur mistøk veruliga tykist vera ávegis stórforminum, nú truplu dystirnir nærkast. Hósdagin verð­ur hálv­ finala á skránni, og tá verð­­ ur tað­ Rhodos, sum Føroyar skulu stríð­ast ímóti. Føroyska liðið fær við vissu sivlur fyri landavegssúkklingina. Spurningurin er, hvørt hetta kann broytast til gull Súkkling Jákup Mørk HYPERLINK ”mailto: jakup@sosialurin.fo” jakup@sosialurin.fo Kæra er send inn um súkklararnar, sum stungu av frá feltinum í landavegskoyringini, longu áð­renn neutrali starturin var lið­ugur. Tað­ er ikki loyvt at koyra undan feltinum á hesum, men hóast hetta varð­ gjørt, so fekk tað­ ongar avleið­ingar. Tvørturímóti, so vórð­u somu súkklarar væl løntir, tá teir fingu 2,40 minuttir til góð­ar, tá nýggjur startur mátti avgreið­ast. Og hetta hevur fingið­ øð­i í. Súkklukappingin sjálv var lið­ug týsdagin, men ikki fyrr enn mikukvøldið­ komu úrslitini út. Og hesi eru altso ikki meira rættvísandi enn so, at tey enn kunnu broytast. Fær kæran við­hald, so hevur tað­ stórar avleið­ingar fyri føroyska lið­ið­. Føroyska lið­ið­ liggur í løtuni á einum flottum silvurplássi, men fær kæran ta avleið­ing, at tveir súkklarar verð­a útblakað­ir, so broytist hetta til gull. Í løtuni eru Bogi Kristiansen, Gunnar Dahl­ Olsen og Torkil Veyhe á ávíkavist 5, 7 og 15 plássi, men tað­ kann so broytast til 4, 6 og 13 pláss, og tað­ togar lið­ið­ upp til samanlagt gull. Eitt gul, sum – um so verð­ur – verð­ur tað­ fyrsta hjá føroyskari súkkling í oyggjaleikahøpi. Súkklustríðið avgerast í dag Føroyar-Cayman Islands 3-0 (25-13, 25-18, 25-17): Innandura er betri Tað tók meira enn eitt samdøgur at fáa úrslitini fyri landavegssúkklingina til vega. Í gjár fundaðust liðini um tað, sum hendi, og í dag verður kæran um tveir súkklarar viðgjørd Mynd: Høgni R. Øster Taptar fjórðingsfinalur Tað­ eydnað­ist ikki nakrari av føroysku doublunum at vinna seg í hálvfinaluna í borð­tennis. Hallur Thorsteinsson og Ragnar Egilsson spældu í gjár fjórð­ingsfinalu móti einum lið­i av Gibraltar, og taptu teir hendan dystin 3­0. Tað­ gjørdist eisini úrslitið­, tá Susie Midjord og Shaila Strøm spældu móti einum hetlendskari kvinnudoublu. HB-venjarin skjótt settur Hóast roknað­ varð­ við­, at HB longu mánadagin skuldi seta venjara, so er hesin enn ikki settur. Ljóð­að­ hevur, at Kári Nielsen skuldi verð­a nýggjur venjari, men tað­ tykist óvist í løtuni. – Allir møguleikar eru enn opnir, men við­víkjandi Kára, so hevur hann eisini sáttmála við­ H71, sum hann skal venja. Men vit vóna, at spurningurin er greiddur undan vikuskiftinum, tá spælararnir aftur fara undir venjingina, sigur Steinfinn Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.