Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 127 - 5. juli 2007 ] Sigurin skuldi verið størri KÍ-venjarin, Eyðun Klakstein, var væl nøgdur við sigurin á AB mikukvøldið, men hann helt, at sigurin skuldi verið størri. - Vit sita á meginpartinum av dystinum, spæla væl í løtum og skapa stórar kjansir, men vit misnýta alt ov nógv frammanfyri málið. Vit høvdu kjansir til at vinna við fleiri málum, men vit fingu so tað eina málið, sum kundi geva okkum sigurin. - Tá ið tú misnýtir so stórar kjansir, sum vit gjørdu hesaferð, so skapar tú tær sjálvum trupulleikar, og tá ið AB seinasta korterið flutti fólk fram og oysti bóltar inn í brotsteigin, var tað eitt sindur kaotiskt, men vit hildu tætt og fingu trý uppiborin stig, sigur Eyðun Klakstein. KÍ legði í gjárkvøldið sjógv niður til botnliðini við at vinna 1-0 á AB í botnuppgerðini í Sarpugerði Formuladeildin Pætur Albinus patur@sosialurin.fo KÍ stóð royndina, tá ið tað veruliga stóð á. Teir høvdu stóran tørv á øllum trimum stigunum fyri at beina kós teirra, og ikki minst at sleppa úr botninum. Hjá AB sá ilt út til at gerast verri, tí sera lítið skipað spæl var at finna. KÍ setti skránna Í byrjanini av dystinum var lítið skil at síggja á spælinum, men tað tóktist sum KÍ var uppsettari. Frá byrjan vóru nógvir nær- dystir, og óskipaða spælið var við til, at nógvir luftdystir vóru at síggja. Tá ið nakrir fáir minuttir vóru spældir, sást, at KÍ ætlaði at spæla álopsfótbólt. Spælið gekk skjótt frameftir vøllinum, og argjamenn høvdu til tíðir trupult at fylgja við. Eitt nú Gunnar Nielsen og Kristoffur Jakobsen høvdu nakrar naskar royndir móti málinum, men inn fór bólturin ikki. Hesa tíðina lá AB sera langt afturi á vøllinum, og Allan Mørkøre í álopinum hjá AB var óvanliga einsamallur, tá ið AB fekk vunnið sær bóltin. AB royndi seg mest við mótálopum, men við einum einsamallum Allan Mørkøre standandi yvir fyri einari stinnari KÍ-verju, sum eisini hevði fingið sterka Kaj Ennigarð aftur eftir skaða, var so at kalla vónleyst. Bragdaði Góða byrjanin við høgu leikferðini hjá KÍ kundi tykjast at vera atvold til, at tað gjørdist longri millum álopini hjá KÍ. Men júst sum ein kundi sita og halda tað, bragdaði hjá KÍ. Sum nakrar ferðir fyrr í dystinum varð væl uppspælt í høgru síðu hjá KÍ, og hesaferð kom eitt gott innlegg inn fyri málið. Har stóð Heðin á Lakjuni og stútaði móti málinum, men Magnus Poulsen í AB- málinum bjargaði. Bjarg- ingin var tó ikki betri enn so, at hann misti bóltin aftur, og í áðru syftu var Heðin aftur fyrstur á bóltinum, og kundi leggja heimaliðið á odda 1-0 til stóra gleði fyri teir yvir 700 uppmøttu áskoðarunum. Undan málinum hevði AB fyri fyrstu ferð havt okkurt uppspælt álop, og eina álopið kundi endað við frægari úrsliti. Fróði Clementsen fann hegnisliga unga og kvika Rógva Poulsen aftanfyri verjuna hjá KÍ, men var óheppin og sendi innleggið afturum málið. Kókaði yvir Seinni hálvleikur legði út við at sama spælið frá fyrra hálvleiki helt fram. Ivandi úrslitið førdi við sær, at harða spælið gjørdist enn harðari, og at menn í løtum gjørdist alt ov heitir. AB otaði seg spakuliga longri fram á vøllin, og hetta mundi í nøkrum atløgum kostað argjamonn- um í hinum endanum. Eina støðan mundi spáa iva um, hvat var veruleiki og ikki. Ein væl leikandi Kristoffur Jakobsen breyt ígjøgnum í vinstru síðu, setti tríggjar mans av og legði bóltin eftir jørð fyri føturnir á einum púra leysum Símuni Joensen, sum misnýtti á skammiligasta hátt frá stuttari fjarstøðu og tómum máli. Dysturin nærkaðist enda- num, og við fleiri stórum misnýttum møguleikum gjørdi KÍ tað eitt sindur óneyðuga trupult fyri seg sjálvar, og hetta kom til sjóndar móti endanum av dystinum, tá ið kókaði yvir hjá nøkrum leikarum. Øsingin fekk sína avleiðing hjá tí júst heimafturkomna Atla Danielsen, sum við sínum seinna gula korti varð rikin av vølli. Gula kortið fekk hann eftir at hava skumpað Allan Mørkøre, sum heldur lættliga lat seg smella í vøllin. Allan Mørkøre fekk í yvirtíðini ein stóran møgu- leika at javna fyri AB, men tá ið skotið fór nakrar metrar við síðuna av máli- num, má AB nú síggja KÍ sigla trý stig longri frá teimum, soleiðis at KÍ nú á áttanda plássi er fimm stig frammanfyri AB á níggj- unda plássi í Formula- deildini. AB KÍ Illa nøgdir Bjarni Jørgensen hjá AB dylir ikki fyri, at avrikið í gjár var vánaligt. - Vit spæla alt ov illa, og vit fóru at gyppa alt ov nógv. Eisini haldi eg vit lata eitt bíligt mál inn. Í seinna hálvleiki royna vit so at leggja trýst frameftir, og fáa onkran møguleika. KÍ fáa so hinvegin eisini einar tríggjar stórar møguleikar, sigur Bjarni Jørgensen, sum spældi allan dystin í gjár. Spurdur, hvussu nú sær út framyvir hjá AB, svarar hann: - Nú hava vit Skála áðrenn summarsteðgin, og har eru trý stig alneyðug fyri at vit skulu hava nakran møguleika. KÍ vann botnuppgerðina Paul Clapson varð væl hildin av Magnusi Poulsen í brotsteiginum, men dómari Eiler Rasmussen lat ikki við seg koma Mynd: Jens Kr. Vang Jovan heldur fram í Vágum Serbiski spælarin Jovan Panic hevur longt sín sáttmála við FS Vágar, so at hann eisini næsta ár fer at spæla fyri Vágaliðið. Panic kom til Føroya í fjør, tá ið hann spældi á meistaraliðnum hjá HB, men í vetur skifti hann til FS Vágar at spæla. Samstarvið millum partarnar hevur verið so gott, at FS Vágar og Panic hava longt sáttmálan, so hann eisini umfatar næsta kappingarár. Tá vónar FS Vágar at spæla aftur í bestu deildini. Símun og teir taptu IA av Akranesi vann 2-1 á Keflavík í íslendsku landskappingini mikukvøldið. Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen var við á liðnum hjá Keflavík, men hann fekk einki stig við sær heimaftur. IA legði seg á odda 2-0, á_renn Keflavík minkaði fimm minuttir fyri leiklok. Í sambandi við málið fekk málmaðurin hjá IA reyða kortið fyri at gera seg inn á Símun Samuelsen, men IA fekk sigurin heim hóast tað. KÍ-AB 1-0 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni, 35. Dómari: Eiler Rasmussen KÍ: Meinhardt Joensen – Høgni Madsen, Kaj Ennigarð, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen (Erling Fles, 46.) – Gunnar Nielsen (Leon Bjartalíð, 85.), Atli Danielsen, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni – Kristoffur Jakobsen (Kristian á Lakjuni, 75.), Paul Clapson Gult kort: Kaj Ennigarð, Paul Clapson Reytt kort: Atli Danielsen (tvey gul kort) AB: Magnus Poulsen – Rani D. Christiansen, Bernhard Petersen, Morten Overgaard, Hanus Jacobsen – Rógvi Poulsen (Jónas Tór Næs, 53.), Jákup Martin Joensen (Cristos Patsamanis, 40.), Fróði Clementsen, Peter Christiansen (Høgni Joensen, 73.), Bjarni Jørgensen – Allan Mørkøre Gult kort: Peter Christiansen, Morten Overgaard, Allan Mørkøre FAKTA