hósdagur 5. juli 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 127 - 5. juli 2007
tíðindi
Fríggjadagin vardi
Erika Hayfield sína
Ph.D.-ritgerð um
børn og brúkaramen-
tan, har hon m.a.
staðfestir, at børn
eru meira tilvitað
um nýtslu enn higar-
til hildið. Í fimm
ár hevur hon verið
millum børn og
sett seg inn í teirra
viðurskifti og nýtslu-
mentan
GRANSKING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur Erika
Hayfield skrivað Ph.D.-rit-
gerð um børn og brúkara-
mentan hjá børnum. Frígg-
jadagin vardi hon ritgerðina
á Natier University í Edin-
burgh, og niðurstøðan hjá
henni er í stuttum, at børn
eru nógv meira tilvitaðir og
margfaldir brúkarar enn
higartil hildið.
Ætlanin við eini slíkari
ritgerð er í høvuðsheitum at
geva okkurt nýtt til vísind-
ina, og í hesum sambandi
er sjálvur hátturin ella tann
sonevnda metodan, ið Erika
Hayfield nýtti í sínum gran-
skingararbeiði, rættiliga ser-
støk.
Erika Hayfield sigur við
Sosialin, at í øðrum kann-
ingum hevur tað, ein kann
kalla »maktbýtið« millum
granskara og børn, ofta ver-
ið ójavnt, og tí setti hon sær
fyri at bróta hesa forðing.
Hon hevur tí ikki hugt so
nógv eftir tølum ella at
gjørt kanningina kvantitati-
va. Tvs. at hon valdi ikki at
býta út spurnarbløð o.t. til
børnini uttan at hava annað
samband við tey. Hetta varp-
ar nevniliga eitt annað ljós
á viðurskiftini, spurningar-
nir verða settir øðrvísi, og tí
verða svarini eisini nøkur
onnur.
- Eg valdi tí heldur at fara
í dýpdina, sigur Erika Hay-
field, sum var eitt heilt ár
millum tilsamans eini 100
børn í Skotlandi, har hon
gjørdi kvalitativar kanning-
ar. Umframt hetta hevur
hon virkað í 5 ár millum
børn í sambandi við sína
gransking.
Børn eru tilvit
- Ofta hava vit lyndi til at siga, at børn
bara vilja hava. Men so er ikki, heldur
Erika Hayfield, nýklaktur Ph.D. og
ráðgevi á Sansum.