hósdagur 5. juli 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2007
41
tíðindi
taðir brúkarar
Út um sítt øki
Børnini vóru í aldursbólk
unum 35 ár, 67 ár og 10
11 ár.
Tað kann vera ein stór
avbjóðing at finna út av,
hvat eitt 3 ára gamalt barn
leggur í hugtakið nýtslu og
brúkaramentan. Tí setti Eri
ka Hayfield sær sum nevnt
fyri at bróta tær ójøvnu
maktforðingar ið annars
eru millum børn og vaksin í
okkara samfelag tá hon
var millum børnini í teirra
skúla ella stovni.
Hetta gjørdi hon m.a. við
lata seg í somu sløg av kov
boybuksum ella løriftskóm
sum børnini fyri at líkjast
teimum, ella at seta seg á
gólvið og práta og spæla
við tey.
Erika Hayfield eygleiddi
børnini við m.a. at lata tey
tekna, brúka kropsmál og
lata tey sjálv avgera, nær
tey vildu taka lut. Av tí at
børnini ikki altíð vóru von
við hetta, tók tað drúgva
tíð.
Sjálv metir Erika Hay
field, at hon hevur fingið
vitan gjøgnum hesa metodu
na ella háttalagið, ið hon
annars ikki hevði fingið.
Metodan er fingin til vega
frá etnografiini og sokallað
um sosialvísindum, sum
annars ikki eru vanlig at
brúka í gransking innan
marknaðarføring.
Metoda er ein av grundar
steinunum í gransking, og í
hesum førinum er Erika
Hayfield sostatt farin útum
sítt øki, og hevur leitað sær
íblástur aðrastaðni frá. Tí
metir Erika Hayfield, at
umframt úrslitini er hendan
metodan eitt av høvuðs
ískoytunum til vísindina, ið
hon er komin við í síni rit
gerð.
Populer børn
Erika Hayfield legði seg
eisini eftir, at vera saman
við børnum við ymiskum
bakgrundum. Í Skotlandi
kann hetta m.a. metast eftir,
at børn, sum eiga foreldur
við sera lágum inntøkum,
hava rætt til mat á skúlanum.
Á øðrum skúlanum, hon
var á, fekk 1% av børnunum
mat, meðan 23% fingu
ókeypis døgurða á hinum
skúlanum.
Tann nýklakti Ph.D.’arin
greiðir frá, at kanningin gav
eisini eitt innlit í, hvør er
vælumtóktur millum børn
ini, og hvussu, valdsbýtið
háttar seg millum børn, og
hvussu nýtsla gevur seg til
kennar seg millum børn.
Erika Hayfield metir, at
um ein skal granska brúk
aramentan, er neyðugt at
finna virðini hjá fólki. Og
hetta kann vera torført at
gera hjá smábørnum. Tí var
roynt at finna súmbol, sam
leika, vald og ritualir mill
um børnini, tí hetta fortelur
nakað um tey undirliggjandi
virðini í forbrúkaramentan
hjá børnum.
Erika Hayfield greiðir
frá, at børn berjast fyri at
gerast sjálvstøðug, og hetta
ávirkar teirra nýtslu. Hetta
vísir, at tey vilja hava eftirlit
og yvirlit yvir egnum lívi
og at ráða sær sjálvum, og
tað er sunt, heldur hon.
Ikki seta børn í bás
Erika Hayfield ávarar ímóti
í ov stóran mun at flokka
børn. Eitt nú hava vaksin
lyndi til at halda, at ljósa
reyðir litir og dukkur bert
eru fyri gentur o.s.fr. Men
børnini sluppu eisini at vísa
Eriku kamarið hjá sær, og
hon undirstrikar, at alt hetta
varð gjørt í áliti og trúnaði,
og tá sá hon, at tað ikki altíð
er so einfalt. Brúksmentanin
verður nevniliga brúkt at
signalera við, og t.d. kann
Mickey Mouse verða brúkt
ur at fáa ymiskar boðskapir
fram hjá børnunum, stað
festir Erika Hayfield. Børn
ini brúka nevniliga ymisk
symbol at samskifta við.
Ofta hava vit lyndi til at
siga, at børn bara vilja hava,
sigur Erika Hayfield. Men
so er ikki, heldur hon. Ofta
hava ástøðini gjørt børnini
ov einføld, men tey eru sera
varug við, hvat tey vilja
hava og ikki hava, og hvørji
virði tey hava í lívinum.
Børn taka ikki bara eina
mentan til sín, sigur Erika
Hayfield, og minnir á, at
hon heldur vil tosa um »the
prepared child« enn »the
protected child« í mun til
nýtslu, um tey skulu vaksa
upp og gerast væl virkandi
brúkarar. Tað fyrireikaða
barnið er altso nærri veru
leikanum enn tað varda
barnið, tá talan er um lýs
ingar o.a., tí børn vita, at
talan er um lýsingar.
Sjálvandi brúka børn
lýsingar sum informatións
keldu, men tey hyggja eisini
eftir eldri børnum, vaknsum
og øðrum miðlum, sigur
Erika Hayfield um nýtsluna
hjá børnum.
Gransking skal út
millum fólkið
Erika Hayfield, ið starvast
sum ráðgevi hjá Sansum og
annars hevur undirvíst, held
ur tað vera týdningarmikið,
at granskarar fáa sítt tilfar
út – eisini millum onnur
enn granskarar og fáa síni
kanningarúrslit prentað í
ymiskum bløðum, so tey
ikki bara vera at lesa í gran
skingarritum.
Hon heldur eisini, at tað
kundi verið áhugavert at
líknandi kanningar um nýts
lumentan hjá føroyskum
børnum.
Føroysk børn hava somu
atgongd til miðlar, men ikki
somu atgongd til forbrúks
møguleikar, staðfestir Erika
Hayfield, og sipar til, at
hóast tað kann kosta nógv
at taka lut í t.d. ítrótti, so
eru ikki øll tey tilboð, sum
eru at síggja í miðlunum á
netinum og í sjónvarpi, at
finna í Føroyum.