hósdagur 5. juli 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 127 - 5. juli 2007
tíðindi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
At hetta navn kom til
Føroyar, er orsakað av eini
skemtiligari søguligari
hending, nevniliga henni
við hundadagakonginum í
Íslandi. Ein danskur ævin
týrari, Jørgen Jürgensen,
framdi eitt kvett og gjørdi
seg til íslendskan kong í
1809, men hann sat bert
knappar
tveir
mánaðir.
Leiðarin av hirðini hjá Jør
undi var Jón Guðmundsson
Effersøe. Eftir at danska
valdið var endurskipað í
Íslandi, kom tað at hava so
ringt eyga á Jón, at hann
endaði í Føroyum. Her
hevði hann tað annars held
ur ikki hevði tað so lætt
mótvegis donsku myndug
leikunum vegna sína fortíð.
Men hann giftist í Føroyum
og fekk fleiri børn. Hann
fekk tó arbeiði hjá kongaliga
handlinum takkað verið
handilsforvaltaran
Jákup
Nolsøe, og síni seinastu ár
búði hann í Mettustovu í
Havn.
Ein sonur Jón var Gud
mund, sum giftist við Kat
rinu Müller. Hon var systir
sýslumannin H. C. Müller,
og hon var eisini systir
Inger Müller, sum vit hava
umrøtt í greinarøðini av
Sundi.
Tey fingu tríggjar synir,
Rasmus, Oliver og Poul.
Grøvin hjá Rasmussi er
longu umrødd í samband
við 150 ára dagin fyri
føðing hansara. Oliver, sum
gjørdist kendur politikkari,
koma vit til aftur seinni,
men hesa ferð fara vit at
umrøða Poul.
Hann er umrøddur í bók
ini um Jørund hjá Jógvan
Arge, sum tann ið fekk
fótbóltin til Føroyar, og
sum tann ið tók stig til at
stovna TB í 1892.
Annars er keldan til hesa
grein minningarorð, sum
stóðu í Dimmalætting. Poul
var føddur 24. januar 1871
og doyði 11. mars 1926.
Tískil gjørdist hann bert 55
ára gamal.
Poul var føddur í Trongis
vági, har pápin var sýslu
maður, men hann gekk í
skúla í Havn. Síðan fór
hann til Danmarkar, har
hann tók studentsprógv í
Sorø við sera góðum karak
teri.
Hann fór eisini at lesa
løgfrøði, og her fekk hann
eisini prógv við hægsta
karakteri.
Hann arbeiddi nøkur ár í
Keypmannahavn, men gjør
dist sjúkur og kom heim til
Føroya, her hann byrjaði at
virka sum sakførari, og
hann gjørdist landsrættar
sakførari. Eitt ár, áðrenn
hann doyði, kastaði hann
saman við ein annan sak
førara, nevniliga Simons,
sum gjørdust kendur sum
andstøðumaður hjá Janusi
Djurhuus.
Dimmalætting skrivar, at
»da Poul Effersøe kom
hjem til Færøerne eftet at
have sluttet sine juridiske
studier med embedseksam
en var han en af de smuk
keste ynglinge, man kunde
se. Høj og velvoksen og
med en sportsmands træn
ede legem, en ung mand,
man måtte have de største
forhåbninger til, og sikkert
har han også sat sit livs mål
højt.«
Men soleiðis skuldi ikki
gangast. Hann gjørdist sjúk
ur, og sum tað skilst gjørdist
bardagin móti sjúkuni ein
stórur partur av hansara
lívi.
Hann gav nevniliga ikki
upp, og tað hevur eisini
verið sagt um hann, at
stórur partur av hansara arb
eiði varð gjørt í sjúkrasong
ini.
Hann hevði eisini stóran
áhuga fyri poltikki og fylgdi
væl við í heimspolitikkinum,
og tey vóru fá, sum høvdu
sama skil sum Poul fyri,
hvat ið gekk fyri seg úti í
heimi. Sama áhuga hevði
hann fyri tí, sum gekk fyri
seg heima á landi. Sum
sakførari fekk hann eisini
gott innlit í korini hjá
fólkini, og hann vildi fegin
virka fyri at fáa hesi bøtt.
Hetta merktist, tá ið fólk
komu at vitja hann í arb
eiðsørindum. Hann nýtti tá
eins nógva tíð at práta við
sínar klientar um persónlig
viðurskifti, sum hann hevði
stóran áhuga fyri, sum um
sjálva sakina.
Poul hevði eisini áhuga
fyri havabrúki, og hann
hevði ein urtagarð kring
síni hús, og var hesin, sum
tað skilst, ein tann vakrasti
í landinum. Hann var eisini
so frammalaga, at hann
bygdi sær eitt vakstarhús í
havanum, har han aldi »en
mangfoldighed af Planter
og havde sin Glæde at
prøve hvad han her kunde
fremelske.«
Umframt hetta var hann
eisini ein elskari av fugli,
sum hevði hansara stóra
áhuga.
Hendan
áhugan
kann hann hava fingið frá
mammubeiggjanum H. C.
Müller, sum var ein rætti
ligur serfrøðingur á hesum
øki.
Dimmalætting endar við
at orðunum:
Han bortgang vil af
mange på vore øer føles
som et stort tab. Hans
venner vil begræde ham, da
de ved ham mistede en god
og
kærlig
ven.
Vor
befolkning i sin helhed vil
begræde ham, idet de i ham
mistede en af sine store.
Han var stor i sin virk
somhed, men dog større
som menneske. Over sorgen
ved hans bortgang skal vi
ikke glemme glæden over,
at han var en af vore.
Vit koma aftur til skipið
Rasmus Effersøe. Reiðarin
Gudmund, er abbasonur
Gudmund Mortensen. Hann
var sonur Josefinu, sum var
dóttir Gudmund Effersøe.
Abbi hansara var Guðmund
Jónsson á oynni Effersey
við Reykjavík.
Næsta grøvin vit umrøða er
hjá Elin og Mourits Rub
eksen hjá Gamla Rubekk.
Poul Effersøe:
Ættaður frá politiskum
flóttarfólki úr Íslandi
Effersøe navnið er
sera kent í Føroyum,
hóast tað neyvan er
til longur sum eftir
navn burtur sæð frá
einum skipi, Rasmus
Effersøe. Tað er eisini
Rasmus, sum er tann
mest kendi Effersøe,
ikki minst takkað
verið bringumyndina
av honum á Ting
húsvøllinum.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Gravsteinurin
Jón Guðmundsson Effersøe, sum var fyrsti Effersøe í Føroyum
Poul Effersøe
Gudmund Effersøe var pápi Poul
Poul Effersøe í durunum á skrivstovu síni í Niels Winthers gøtu 4, har Árni Winther hevur
teknistovu í dag.