Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 128 - 6. juli 2007 Helst fær oljufelagið BP ikki pallin til at bora Williambrunnin fyrr enn seint í heyst ella tíðliga í vetur, men hetta broytir ikki ætlaninar hjá BP at bora á land­ grunninum Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo – Vit eru eisini tilreiðar at bora í vetur, um so er, at vit ikki fáa boripallin fyrr enn tá. Hetta sigur Hjarnar Djur­ huus, stjóri í BP. Ætlanin var at bora Williambrunnin í summar. Herfyri segði hann við Sosialin, at bor­ ingin er útsett til at byrja í september. Men eftir tí Por­ talurin veit, so verður pall­ urin neyvan klárur fyrr enn í oktober ella november. Transocean Rather, sum hevur borað eystan fyri markið í gott og væl eitt hálvt ár fyri Chevron, er komin gott og væl í helvt við síni sera umfatandi bori­ ætlan á Rosebankleiðini. Henda ætlan fevnir um tríggjar avmarkingar­ og metingarbrunnar. Í løtuni verður næsti brunnurin bor­ aður og nú um dagarnar varð hann testaður bert 8 fjórðingar frá markinum. Hetta kundi bent á, at tað ganga ikki nógvar vikur aftrat til hesin brunnurin er liðugt boraður og so verður farið undir at bora triðja og seinasta brunnin. Tað fara so helst at ganga einir tveir mánaðir at bora hann vita vit av royndum, so vit eru í oktober ella november, tá pallurin setir kós inn á før­ oyskt øki, móti Williamøki­ num nakað syðri og vest­ ari. Hjarnar Djurhuus sigur, at hóast gitingar hava verið frammi um, at BP neyvan fór undir at bora á vetrartíð undir Føroyum, og tí helst útseta boringina til í næsta ár, so er avgerð tikin um at borast skal í ár, eisini um tað verður vetur. BP hevur sett sær fyri at halda tíðar­ ætlanina, soleiðis at borurin verður settur í í hesum ári­ num. Tað mesta er eisini komið uppá pláss. Feløgini, sum skulu bora Williambrunnin, eru umframt BP eisini Shell og Andarko. BP tilreiðar at bora í vetur eisini Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo R E P R O Z Shell sóknast eftir skrivstovufólki Hugsar tú um eina betri framtíð? www.shell.fo Starvið Talan er um starv í umsitingini (bókhaldi og avgreiðslu) á Viðarnesi í Havn. Í løtuni er arbeiðsøkið í høvuðsheitum: • Vøruskráseting og tollavgreiðsla • Bókingar og avstemmingar • Kundaavgreiðsla, ordramóttøka o.a., serliga um telefon • Stovnan av nýggjum avtalum og kundum • Meirsøla av vørum og tænastum hjá Shell • Aðrar umsitingarligar uppgávur Føroya Shell er í ferð við at umskipa fyrisitingina. Lyklaorðini í hesum sambandi eru betri og sterkari kundatænasta og fyrisiting, har dentur verður lagdur á eitt mennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi og á førleikamenning. Í sambandi við umskipanina av fyrisitingini kunnu koma broytingar á arbeiðsøkjunum, og verður hetta tá gjørt við støði í førleikanum hjá tí einstaka. Talan er um fulltíðar- starv, men ávísir møguleikar eru at arbeiða niðursetta tíð. Tann, vit leita eftir Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur HH-prógv, studentsprógv ella annað samsvarandi, umframt skrivstovuútbúgving. Tú hevur royndir í skrivstovu- yrkinum, ert fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir við nærlagni. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir í kundaav- greiðslu og dugir at arbeiða við EDV. Vit kunnu bjóða Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóðingum og við møguleikum fyri persónligari og yrkisligari menning. Talan er eisini um góða løn við eftirlø- narskipan í samsvari við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meiri um hetta starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnni Poulsen, fíggjarleiðara, telefon 34 74 00. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Johnni Poulsen, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo Umsóknin má vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 11. juli. Avgjørdur Hjarnar Djurhuus, stjóri: -Vit bora í ár