fríggjadagur 6. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 • 6. juli 2007
Vikuskifti
4
Claus Rasmussen verður venjari
hjá StÍF komandi kappingarár.
Hann hevur í tvey ár verið venjari
hjá Neistanum, har ið hann fekk
góð úrslit við ungum og óroyndum
leikarum.
Claus og Neistin samdust tó
um, at samstarvið ikki skuldi
halda fram, og nú tekur hann við
nýggjari avbjóðing á vestara armi
av Skálafjørðinum.
Claus er úr Danmark. Hann
er giftur við Guðruni Horn úr
Havn, og tey eiga børnini Kára,
Elsu og Teis. Tey búgva í Havn,
har ið Claus eisini arbeiðir sum
pedagog.
Skaði steðgaði
honum
Claus vaks upp í Suðurjútlandi.
Hann spældi við lokala felagnum
í ungdómsárunum, men hann
gjørdist skaddur á ungum ári og
misti meniskin.
Hann fekk tó vant seg upp
aftur, men seinni sleitt hann
krossbandið, og tað var endin á
hansara hondbóltsleið sum virkin
leikari.
- Tað var einans eitt sindur av
hugnafótbólti, men tað endaði
galið. Tá var grúsvøllur á Argjum,
og eg sleitt krossbandið. Øll sum
hava roynt tað vita, at tað er
dráp, sigur Claus.
Hondbóltur fylti ein stóran part
í lívinum hjá Claus. Tí var tað
torført ikki at kunna spæla meira,
men hann kastaði seg ístaðin yvir
venjaragerningin.
- Tað var Guðrun sum fekk
meg at taka venjaraskeiðið.
Síðani havi eg vant nógv feløg,
og mær dámar sera væl at
vera venjari, sigur Claus, sum,
umframt Neistan, hevur vant
nøkur ungdóms- og divisiónslið í
Danmark.
Flutt ímillum
Claus hitti konuna Guðrun í
Danmark. Hann kom fyrstu ferð
til Føroya at arbeiða sum 23 ára
gamal, eftir at hann hevði hitt
Guðrun.
Claus og familjan hava eisini
búð leingi í Føroyum
- Elsa varð fødd í Føroyum. Vit
búðu nøkur ár í Føroyum tá, men
so fór okkara elsti sonur, Kári, á
eftirskúla, og tá fluttu vit øll til
Danmarkar, har ið tann yngsti
sonurin, Teis, varð føddur, sigur
Claus.
Tey búðu so í Danmark, inntil
Neistin bjóðaði teimum upp aftur.
Teir vildu hava Claus at vera
venjara hjá besta mansliðnum.
Ungt lið
Fyrsta árið, har ið Claus var
venjari, gekk ikki so væl hjá
Neistanum. Teir endaðu niðastir
við einans einum stigi. Neistin
hevði mist nogv fólk og høvdu eitt
sera ungt lið.
- Eg og nevndin í Neistanum
vóru samd um, at vit skuldu
arbeiða við at byggja eitt ungt
lið upp. Hetta var leisturin, eg
arbeiddi eftir. Tað var hart fyrsta
árið einans at fáa eitt stig, men
næsta árið gekk nógv betri, sigur
Claus.
Seinna árið gjørdi Neistin
seg leingi galdandi í oddinum,
og fleiri ungir leikarar fingu sítt
veruliga gjøgnumbrot. Hóast
Claus hevði megnað meira við
Neistaliðnum enn fleiri høvdu
væntað, so steðgaði samstarvið
við Neistan.
- Vit samdust um, at eg skuldi
steðga. Nú er tíð til at fáa ein
annan inn, sum kann menna
leikararnar víðari. Eg haldi ikki,
at ein venjari skal vera meira
enn 2-3 ár í einum felag. Annars
verða venjingarnar einstáttaðar,
og venjarin hevur ikki meira at
geva. Tveir ár í Neistanum var
passaligt, sigur Claus.
Løtt avgerð
Nevndin í StÍF hevði lagt merki til
góða arbeiðið, sum Claus gjørdi
í Neistanum, og teir bjóðaðu
honum at vera venjari hjá besta
mansliðnum. Claus ivaðist ikki í,
at hann skuldi taka av.
- Tað var ein løtt avgerð. Eg
mátti sjálvandi spyrja familjuna
fyrst, tí at tey eru øll neistafólk,
sigur Claus við einum smíli.
Claus sær nógvar møguleikar
við StÍF.
- StÍF hevur góða manning,
og teir spæla søguliga góðan
Claus um politikk
- Eg havi ikki beinleiðis áhuga fyri føroyskum
politikki. Eg haldi ikki, at danskarar skulu
blanda seg uppí føroyskan politikk. Eg fylgi
tó við í altjóða poltikki. Mær dámar ikki væl
Irak-kríggið
Claus um føroyskan mat
- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Ræst kjøt og súpan
er favoritturin. Mær dámar tó ikki so væl knetti. Eg fekk
einaferð eitt knetti við í so nógvum tolgi í, og síðani havi eg
ikki etið knetti
Sjómenn noyddu Cla
- Eg sigldi við Venus, og føroyingarnir
umborð vildu ikki tosa við meg, um eg
tosaði danskt. Hetta var sjálvandi skemt frá
teirra síðu, men tað noyddi meg so at
royna at tosa føroyskt, og síðani havi eg
roynt, sigur danin Claus Rasmussen, sum
komandi kappingarár skal venja StÍF
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo