Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 128 - 6. juli 2007 tíðindi Stutt Sagt Færri fangar Teir politisku fangarnir í Kuba eru vorðnir 20 prosent færri í tali, síðani tann 76 ára gamli Raul Castro tók við valdinum, tá bróðurin, tann 80 ára gamli Fidel Castro, gjørdist sjúkur seinasta summar, skrivar AP. Tíðindastovan hevur upp­ lýsingarnar frá kubansku mannarættindanevndini. Sambært nevndini vóru 316 politiskir fangar, tá Raul Castro tók við, og í dag er talið 246. Nevndin ger tó vart við, at politiskir andstøðingar verða fram­ vegis kúgaðir í Kuba. Fólkið skal velja Tað hevur víst seg at vera vónleyst at velja nýggjan forseta í Turkalandi, tí partarnir kunnu ikki semjast um nakað valevni, ella hvussu forsetin skal veljast. Sambært stýriskip­ anini er tað tjóðartingið, sum velur forsetan, men nú hevur hægstirættur gjørt av at spyrja fólkið, sum tað ella tingið skal velja forsetan. Eygleiðarar í Ankara vænta, at meiriluti verður fyri, at fólkið skal velja forsetan . Krevur sítt Tann 52 ára gamli onglendingurin Robert Brown vil vera við, at hann er sonur Margaret prinsessu, sum doyði í februar í 2002. Hon var systir Elisabeth drotning. Robert Brown krevur, at testamentið hjá prinsess­ uni verður kannað av nýggjum, men fyribils hevur dómsvaldið víst kravinum burtur. Sjálvur heldur Robert Brown uppá, at hann er sonur Margaret prinsessu og heryvirmannin Peter Townsend, sum hildu saman í fimmtiárunum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tað er einki samband ímillum læruna um Islam og yvirgang, og vit eru ímóti øllum yvvirgangi (felagsskapurin Muslim United) útlond Minst níggju fólk doyðu, tá eitt flutningsflogfar fór at breytini og tvørtur um ein motorveg Vanlukkan hendi uttan fyri býin Culiacán í meksikanska landspartinum Simaloa í gjár. Sambært myndugleiku­ num var flutningsflogfarið á veg avstað, tá tað brádliga fekk trupulleikar við at sleppa uppfrá. Úrslitið varð, at tað fór út av flogbreytini og tvørtur um ein motorveg, har tað rakti fleiri bilar. Eldur kom í flogfarið og fleiri av bilunum, sigur løgreglan. Minst níggju fólk doyðu, teirra millum trý fólk, sum vóru í flogfarinum. Grønland hevur ikki altíð ligið undir ísi, tí eina ferð í tíðini var líka heitt har sum í Suðurskandinavia Í fortíðini var Grønland grønt við tøttum skógi og einum veðurlagi, sum líktist tí, sum syðri partur av Svøríki hevur nú. Tað heldur í hvussu er Eske Willerslev, sum er professari á lærda háskúla­ num í Keypmannahavn, og ta niðurstøðuna er hann komin til eftir at hava kannað ísin frá nøkrum royndarboringum í Grøn­ landi. Í støðum varð borað næstan tveir kilometrar niður í ísin. Eske Willerslev sigur, at hann hevur funnið fleiri tekin um, at fyri 450.000 árum síðani vuksu gran­ og furutrø í Suðurgrønlandi, og hann hevur eisini funnið genetisk spor eftir summar­ fuglum, flugum og øðrum kyktum. ­ Umstøðurnar hava verið ógvuliga líkar tí, sum vit síggja í teimum suður­ svensku skógunum í dag. Hetta sigur okkum eisini, at tað hevur ongantíð fryst meiri enn 17 kuldastig um veturin, og sum hitin um summarið hevur verið minst 10 stig, sigur Erik Willerslev við vísindatíðarritið Science. Bráðnar ikki burtur Kanningarnar av ísinum í Grøalandi benda eisini á, at okkum nýtist ikki at stúra fyri, at innlandsísurin í Grønlandi fer at bráðna orsakað av veðurlags­ broytingunum. Eske Willer­ slev sigur, at royndarboring­ arnar vístu, at ísur var í Grønlandi fyri 125.000 árum síðani, tá tað var fimm stig heitari enn í dag. ­ Tí vænta vit ikki, at innlandsísurin fer at bráðna burtur, sigur Eske Willer­ slev. Vísindamenn hava annars leingi ávarað um, at grønlendski innlandsísurin kann hvørva, og at tað fer at ávirka heimshøvini so nógv, at stór kring heimin øki fara undir. Einaferð var Grønland grønt Fyri 450.000 árum síðani vuksu gran og fura í Suðurgrønlandi Flogfar fór út á vegin