fríggjadagur 6. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 • 6. juli 2007
Vikuskifti 17
- Áðrenn vit komu,
hevði eg avgjørt, at
Føroyar var eitt gott
stað at spyrja Heidi,
um vit skuldu giftast,
sigur 34 ára gamli
bretin Simon Butler.
Hann so gjørdi – í
tyrluni. Larmurin frá
tyrluni var so
nógvur, at hann
mátti rópa sín
umbøn
Føroyingar fara suðureftir á
brúdleypsferð, og skal tað vera
ordiliga romantiskt, mugu vit fara
heilt til Hawai. Men fyri nøkur
eru Føroyar bæði eksotiskt og
romantiskt.
Simon Butler er í Føroyum
við unnusti síni, tí føroyska
familja hennara skal hava eina
syskinabarnaveitslu. Heidi Apol
Bourne hevur føroyska mammu
og hevur verið í Føroyum fleiri
ferðir fyrr, men hetta er fyrstu
ferð, hon er her saman við
sjeikinum.
- Áðrenn vit komu, hevði eg
avgjørt, at Føroyar var eitt gott
stað at spyrja Heidi, um vit skuldu
giftast, sigur 34 ára gamli Simon
Butler. Hann keypti trúlovilsisring
í Bretlandi og tók hann loyniliga
við til Føroya.
Tveir dagar eftir, at tey vóru
komin, hevði Simon Butler
føðingardag, og gentan keypti
sum gávu eina rundferð við
tyrluni. Hetta var eitt yvirraskilsi
til sjeikin, men hann avgjørdi at
lofta møguleikanum og yviraska
hana aftur.
- Eg gekk og bíðaði eftir einum
góðum høvi at spyrja týdningar-
mikla spurningin. Og tá hon so
gav mær flogferðina, helt eg tað
var eitt givin møguleiki at geva
henni okkurt aftur.
Komin umborð á tyrluna tekur
ungi bretin ringin framm og
fríggjar. Hetta var ikki heilt lætt,
tí larmurin frá tyrluni var nógvur,
so Simon var noyddur at rópa.
Heidi Apol Bourne grunaði onki
frammanundan.
- Eg varð so kløkk, at eg
fyrst fór at gráta. Tyrlutúrurin
var stuttur, og eg sá ikki nógv
av Føroyum. Fyrst grótu vit,
so mussaðust vit, og so lendu
vit, sigur hálvføroyska kvinnan
flennandi.
- Yes, we cried, kissed and
landed, samtykkir forelskaði
drongur hennara smílandi.
Simon Butler er hugtikin av Før-
oyum, sum hann heldur vera bæði
vakurt og spennandi. Føroyar
hava eitt ‘stunning scenery’, sum
hann tekur til.
- Vit hava verið í Kirkjubø,
Gøtu, Klaksvík, Viðareiði og Café
Natúr. Alt var líka bergtakandi,
staðfestir blíði bretin.
Serliga eru tað brøttu forbergini
og tokan, sum fanga. Og friður-
in. Heidi og Simon búgva í
Birmingham við tí stórbýarlívið
og tætta trafikki, sum hoyrir
til ein bretskan stórbý. Hetta
lítla oyggjalandið við smáum,
litføgrum húsum liggjandi á
brøttum fjallalíðum er tí næstan
sum ein dreymaverð fyri tey.
Bretsk-føroyskur
kærleiki
Søgan um forelskaða bretan,
sum valdi føroyska luftrúmið at
fríggja til hálvføroysku unnustu
sína, hevur eisini eina romantiska
millumlanda forsøgu.
Abbasystir Heidi Apol Bourne,
Jóhanna Apol, møtti einum
bretskum hermanni undir
krígnum. Bretin fríggjaði, og
Jóhanna flutti sum krígsbrúður
við manni sínum til Bretlands.
Nøkur ár seinni bjóðar hon 16 ára
gomlu systirdóttir sínari at koma
at búgva hjá sær. Og hendan
systirdóttirin er mamma Heidi
Apol Bourne.
Heidi og Simon steðga
bara eina viku í Føroyum. So
venda tey aftur til stórbýarlívi
í Birminham, har hon arbeiður
sum sjúkrarøktarfrøðingur á
einum stórum barnasjúkrahúsi,
og hann júst hevur stovnað eitt
húsameklarafelag saman við
einum vinmanni.
Men tey ætla sær aftur til
Føroyar.
- Sjálvandi koma vit aftur, og vit
mugu eisini fara ein túr við tyrluni
aftur. Hesu ferð sóu vit jú onki,
siga tey bæði flennandi.
Fríggjaði í tyrluni
Fríggjaði í tyrlu
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
- Eg varð so kløkk, at eg fyrst fór at gráta. Tyrlutúrurin var stuttur, og eg sá ikki nógv av Føroyum. Fyrst grótu vit, so
mussaðust vit, og so lendu vit, sigur hálvføroyska Heidi Apol Bourne. Mynd: Sunva Lassen