Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2007 17 nøvn Aftur í ár verður skipað fyri skeiði í máling, seyming og tøving í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Skeiðini verða í døgunum frá 20. til og við 22. juli. Tað eru tær tríggjar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen sum ið skipa fyri skeiðunum Tíðindaskriv Tvey skeið í máling, seym­ ing og tøving vóru í Men­ tanarhúsinum í Fuglafirði seinasta summar. Skeiðið byrjaði fríggja­ kvøld, og longu áðrenn tað fyrsta kvøldið var runnið, var íblásturin hjá luttakarar­ unum so stórur, at teir vildu ikki leggja amboðini fyri at hvíla til ein langan leygar­ dag fyri framman. Men tíðliga leygarmorg­ unin var Mentanarhúsið aft­ ur fult av kreativum fólki, ið bara vildu skapa mera. Allan leygardagin á varð framleitt av lívsins kreftum, og tað leið væl út á sunnu­ morgunin áðrenn amboðini hvíldu aftur. Sunnudagin varð so enda­ bresturin, har sýnast skuldi fram. Men luttakararnir høvdu skapað so nógv og høvdu so ilt við at steðga, at framsýningin bleiv meira eitt verkstað, har tey vitjan­ di høvdu høvið at hyggja at, meðan listafólkini løgdu seinastu hond á verkini. Nógv fólk vitjaðu fram­ sýningina, og áhugin var stórur at fáa fyriskipararnar at skipa fyri einum skeiði afturat. Hetta verður nú aft­ ur í ár veruleiki, og verður Mentanarhúsið í Fuglafirði, ið er sera væl egnað til tílík tiltøk, aftur karmur um skeið í máling, seyming og tøving í døgunum 20., 21. og 22. juli 2007. Tað eru tær tríggjar kreati­ vu eldsálirnar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen, ið skipa fyri. Til ber at ring­ ja til eina teirra og fáa meira at vita ella at tegna seg á tlf. 266575 (Randi) ella 224253 (Unn) Mynd í sambandi við fram­ sýningin av millum­ og real­ skúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir, sum verður um ólavsøkumundið í Kom­ munuskúlanum. Á hesi myndini er ein triði millumskúlaflokkur í 1927. Á myndir eru f.v.: 1. ? Nolsøe, 2.Jens Jensen (hjá Húsapoulinu), 3. Johan Mortensen, 4. Niclas á Kák (Andreasen), 5. Åge Dahl, 6. Hjalgrím Winther, 7. Jacob Højgaard, 8. Janus Kamban, 9. Luddi í Dali (Ludvig Mohr), 10. Jens í Dali (Andreasen), 11. Óli Ellingsgaard, 12. Sigmund Hoydal, 13. Petur Dahl, 14. Petur Joensen (seinni Háberg) og 15. Jákup Jens­ en (seinni á Dul) Um onkur veit hvussu tann fyrsti drongurin á myndini (Nolsøe) eitur til fornavn, ella hevur annað at viðmerkja í sambandi við myndina, er viðkomandi vælkomin at kontakta Jór­ unn Dánialsdóttir, adressan er Sílagøta 3, FO­100 Tórs­ havn. Tel. 316024 ella /226024. Millumskúlaflokkur í 1927 Færøernes Mellem- og Realskole Myndaeigari: Janus Kamban Mentanarhúsið Skeið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði