fríggjadagur 6. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 • 6. juli 2007
Vikuskifti
16
filmar
Einki er sum
tær sær
út til í hesi
søguni. Illu
sionisten
var eitt hitt
í biograf
unum, og
sum DVD
er hann
ikki verri.
Søgan er um romantikk, poli
tikk og morð. Gandakallurin,
ella skaparin av illusiónum, er
ein vandamikil listamaður fyri
krónprinsin Leopold í Wien.
Hann sendir tí løgregluna eftir
honum. Hetta er tey somu, sum
hava gjørt Sideways og Crash.
Ein fínur filmur, sum onkuntíð
er í so ótrúligur og tí eitt sindur
lættisoppakendur.
Fur er
ein løgin
filmur, men
tó eisini
rættuliga
góður, um
fotografin
Diane
Arbus (19281971), sum var
heimskendur fyri myndir av til
dømis risum, dvørgum o.s.fr. Ein
originalur filmur við bæði Nicole
Kidman og Downey Jr. sum super
freak.
Life is a
Miracle
er enn ein
filmur í
røðini hjá
Emir Kustu
rica. Vit eru
í Bosnia í
1992, tað er
kríggj millum serbar og kroatar.
Kusturica er heimskendur fyri
sínar svakligu (yvirmettu) Balkan
freak show filmar, men eg havi
ongantíð kunna torga hetta slagið
av yvirpøstum filmum.
The Holi
day er ein
kærleiks
filmur.
Bæði Iris
og Amanda
hava brúk
fyri at
sleppa burtur
at sleikja teirra sár. Iris bjóðar
síni hús í Suðuronglandi fram á
alnótini, og Amanda svarar hesi
lýsing. ”The Holiday” líkist 10.000
øðrum miðalvánaligum filmum og
er einki móti ”When Harry Met
Sally”, ”Sleepless in Seattle” ella
”Casablanca”.
Déja Vu
er ein av
teim bestu
actionfilm
unum sum
er gjørdur í
2006. Hann
er upptikin
í New Or
leans aftaná
vanlukkuna, hetta var forkunnugt
fyri hendan ummælaran, sum
kennir (kendi) býin væl. Hetta
er ein ”genta, ein bumba” og
ein ”bad guy” filmur, men ein
av teim heilt góðu av slagnum.
Eykatilfarið er eisini ótrúliga
umfatandi.
Bruce Willis ella John
McClane er komin aftur,
hann hava vit sæð fyrr sum
løgreglumann í Die Hard
filmunum, ið hava skriva
filmsøgu innan actionfilmin í
okkara tíð.
Hesuferð roynir McClane at halda
skil á teenage dóttrini Lucy, sum
onnur ung so er hon farin at gera
uppreistur.
Sama dag, 4. juli, sum er ameri
kanski tjóðardagurin, skal hann
handtaka unga teldusnýkin Matt
Farrell (Justin Long), men tá fer alt í
sorl og støðan gerst hættislig kring
alt landið.
Tjóðardagin hava yvirgangsfólk
sett sær fyri at leggja alla orkuveit
ing lamna, og alt landið er farið
í svart. Bakmaðurin er Thomas
Gabriel (Timothy Olyphant), men tað
hann ikki veit, er at ein gamaldags
løgreglumaður, sum McClane er
farið eftir honum og so er tað ikki
stuttligt at vera yvirgangsmaður.
Bruce megastjørna
Tað var við fyrstu Die Hard film
unum frá 1988, at Bruce Willis
gjørdist ein superstjørna. Her kom
ein heilt nýggj actionhero fram, ið
var harðari enn hinir, sum eisni hevði
humor og júst hetta gjørdist kult innan
amerikanska filmmentan.
McClane er ikki nakar Rambo ella
ein dreparamaskina sum Terminator,
hann er bara ein vanligur ”cop”, ein
løgreglumaður við stórum trupulleikum
við myndugleikum, við ekskonum og
við lívinum annars, sum at enda fær
nokk og ikki vil yvirgeva seg.
Nú er Bruce eldri, men hann er líka
so harður og djarvur sum fyrr. Die Hard
4 er líka so feitur sum hinir.
Liv í frælsi ella »Die Harder 4«
Leikandi:
John McClane
Bruce Willis
Thomas Gabriel Timothy Olyphant
Matt Farrell
Matt Farrell
Mai
Maggie Q
Leikstóri Len Wiseman.
Frumframførdur í Havnar Bio 29. juni.
129 minuttir. Aldursmark 15. ár.
Søgan í sffilminum Transformers er so løgin
og bfilmkend. Eina løtu helt eg, at tað kundi
ikki passa. Søgan her er um bilar, sum enda
sum robottar, og um tvey sløg av robottum,
ið hava barst í øldir. Tá eg hoyrdi, at allur
filmurin byggir á 80’ara robotleikur, mundi
eg avskriva allan filmin.
Søgan er so um hendan Sam, sum gerst
óður, tí hann sær sín nýggja bil verða
stolnan. Ein løgreglubilur kemur honum til
hjálpar, men vit eitt broytist løgreglubilurin
seg til ein stóran og vandamiklan robot, tað
sama hendir við bilinum hjá honum (!).
Tað eru tvey sløg av robottum í Transform
ers, eina slagið, Decepticons, vilja hava alt
vald á galaksuni, meðan hinir, Autobots, vilja
royna at berjast móti at hetta hendir. Fólk
eru mest til fortreð.
Ein av hesum, Autobot Bumblebee, vil
fegin verða vinur við Sam og Mikaela, men
hann er noyddur at tosa gjøgnum sangir í
útvarpinum í bilinum.
Hvat ólukkan er hetta?
Jú, leikstjórin Michael Bay (hann hevur fyrr
gjørt filmar sum Bad Boys 1 og 2, Arma
geddon og Pearl Harbor) hevur tikið 80’ara
robotleikurnar og gjørt hetta til ein film.
Tey, sum kenna ”Autobots”, ”Decepticons”,
”Optimus Prime”, ”Megatron” og ”Bum
blebee”, vita, hvat hetta er um fyri meg
segði hetta mær einki. Spurningurin er, um
fólk, sum vóru smádeingir og smágentur í
80’unum, hava eitt so nostalgiskt forhold til
hesar leikur, at tey tíma í biograf?
Sjálvt um tað tekur langa tíð at svølgja
søguna í Transformers, so er filmurin ikki so
galið undirhald.
Tað eru nógv kend fólk við í filminum, so
sum John Turturro og Jon Voight, men tó er
hetta ein løgin og pretensiøsur filmur, sum
er flott gjørdur, men søgan er so løgin, at tað
telur álvarsliga nógv niður.
Leikandi:
Sam Witwicky
Shia LaBeouf
Agent Simmons
John Turturro
Optimus Prime
Peter Cullen
Megatron
Hugo Weaving
Bumblebee
Mark Ryan
Ironhide/Barricade Jess Harnell
Leikstjóri Michael Bay. Frumframførdur
mikudagin 4. juli 2007 í Havnar Bio. Loyvdur
øllum yvir 11 ár.
Transformers
– robot nostalgi frá 80unum
- Ein ungdóms sf-filmur.
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com