fríggjadagur 6. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 128 - 6. juli 2007
nøvn
Eg veit at Jesus elskar
øll børn, og um tað hendir
teimum nakað, so tekur
hann tey til sín, og tey eru
í hansara varðveitslu, til
vit ein dag skulu síggjast
aftur. Vit vita ikki, hvussu
tað er í Himmalinum, men
har eru øll Guds børn, og
tað má vera tað besta stað
ið, ið vit kunnu koma til.
Góða Bára, tú fortaldi
mær, at omma tín var uppi
hjá Jesuspápanum, og nú
eru tit eisini har, tú og Dán
jal Jákup, og nógv onnur
børn. Eg sakni teg, minn
ist aftur tær góðu løturnar,
ið vit høvdu saman í
barnagarðinum, her hjá
okkum og heima hjá tær.
Tú var so fitt, so full av
kærleika, tí tú fekk so
nógvan kærleika frá mam
mu, pápa, beiggja, ommu,
abba og frá øllum teimum,
sum vóru tær nær og vóru
so góð við teg.
Góða Bára, tú var so
góð við meg, tín kærleika
fari eg ongantíð at gloyma.
Tú vil altíð vera ein partur
av okkum, og minnið um
teg vil fylgja okkum á lívs
leiðini, tey árini ið vit fáa
her á fold.
Góða Bára. Takk fyri, at
tú var mín fitta vinkona,
og tað vilt tú halda fram
við at vera, tann fittasta
vinkonan, ið nakar kann
ynskja sær, í hjartanum
hjá mær.
Góði
Gud,
ver
hjá
Eileen, Fróða, Teitur v.
familju, Yvonnu, Arna,
systkinum v/ familju, ver
hjá øllum, sum hava mist
sítt elskaða barn.
Súsanna
Tey bóru børn
Tey bóru børn til Jesus,
har knýttust kærleiksbond,
á høvur teirra legðist
vælsignandi hans hond.
Hann heitti á sín faðir
um hjálp at veita teim
og leiða tey til himmals,
tí har var teirra heim.
»Lat smábørn koma til
mín,
mítt ríki teirra er;
eg eri teirra vinur!«
Hann enn ta talu ber.
Eitt sinn eg við var borin
í Jesu egna favn,
tað var á dópsins degi,
eg fekk mítt kristna navn.
Í himmiríki binda
meg Jesu bønarbond,
og hagar Gud meg leiðir
við síni álmátts hond.
Úr Sunnudagsskúlasangbókini
Bára
Súsanna og Bára
Føðingar
9. juni fingu Vanja og Svein Petersen, Hvalba, eina
dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4230 gr.
28. juni fingu Kristina undir Leitinum og Hans Kári
Vang, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 3380 gr.
28. juni fingu Lív Arge og Peader Boylan, Aberdeen,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4200 gr.
28. juni fingu Margret Norðberg Thomsen og Búgvi
Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4050 gr.
29. juni fingu Tina Skaalum, Vágur og Reidar Beck,
Lopra, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600
gr.
30. juni fingu Helen á Lakjuni og Rúni Jacobsen,
Fuglafirði, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
3750 gr.
2. juli fingu Katrin og Gordon Rajani, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr.
2. juli fingu Annleyg Lamhauge og Hans Ellefsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3750 gr.
2. juli fingu Heidi Fagraberg og Bjarti Jøkladal,
Miðvági, ein son. Hann var 46 cm langur og vigaði
2160 gr.
3. juli fingu Jenny og Høgni á Lakjuni, Fuglafirði, ein
son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3800 gr.
3. juli fingu Malan Holm Erlingsson og Niels Gunnar
Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3450 gr.
4. juli fingu Marjun Hentze og Christian Djurhuus,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3400 gr.
5. juli fingu Guðrun Berg og Beinir Rasmussen, Skála,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4400 gr.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu,
tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langaabbi
og oldurabbi
Johannes Jacobsen
Skómakarin
Fuglafirði
doyði og varð jarðarður.
Eina serliga tøkk til tykkum í Vesturstovu.
Jóna, Ninnema, Óli, Oddvør, Lena,
Sigga og Osvald
Tøkk
Hjartaliga takka okur øllum, ið á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okra kæri maður, pápi,
verpápi og abbi
Martin Loui Eidesgaard,
vanliga nevndur Martin hjá Mariusi av Eiði,
Tvøroyri
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum vóru
um Martin, tíðina, hann lá har.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest, kirkjutænarar,
urguspælara og klokkara, ikki minst fyri, at tykur
spældu valarasangin so vakurt í kirkjuni, berarar,
sangarar, gravara og til tykum, ið hjálptu til og
fyriskipaðu ervið.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, vitjanir, bakstur,
blómur, kransar, vøkru minningarorðini og gávur til
Tvøroyrar Kirkju.
Tøkk øll tykur mongu, ið fylgdu Martini til síðsta
hvíldarstaðið, millum blómur við Tvøroyrarfjørð.
Skyldfólk, vinir og kenningar, hjartans tøkk øll
somul.
Ása, Martin, Hervør, Annika og Helgi
Lesið Sosialin - so eru tit við