fríggjadagur 6. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 128 • 6. juli 2007
Vikuskifti
enn heimlongsulin
fær eisini møguleika at síggja
lítla Jónathan, sigur Line.
Tey leingjast ikki illa heim, og
tí er tað eisini gjørligt hjá teimum
at búgva so langt burturi frá
øllum heima.
- Vit trívast væl í Ísrael.
Tikva tosar flótandi danskt og
hebraiskt. Eg royni at halda tað
føroyska viðlíka, og hon verður
eisini avbjóðað í fronskum og
enskum. Hon trívist væl, og vit
trívast eisini væl.
- Eg havi ongantíð havt heim-
longsul. Útilongsulin hevur í
øllum førum altíð verið størri enn
heimlongsulin, sigur Oddmar.
Hjálpa veikum
Arbeiðið, sum Oddmar og Line
standa í, inniber at hjálpa teimum
veikastu í samfelagnum. Tey fara
út til fólk og gera teirra íbúðir í
stand.
Line arbeiðir í einum suppukøki,
har ið fólk fáa máltíðir.
Fólk eru glað um arbeiðið, sum
Ordet & Israel ger.
- Vit vilja vísa Ísraelsfólki á
Guds frelsuætlan við teimum.
Hetta gera vit við at hjálpa
teimum og vitna, tá ið vit fáa
møguleikan.
- Vit hava júst gjørt íbúð
nummar 100 í stand. Vit fáa ein
lista frá sosialu kontórunum yvir
fólk, sum tørva okkara hjálp.
Okkara hjálp er ikki ein almenn
veiting, men sjálvboðið vælger-
andi arbeiði, sigur Oddmar.
- Av og á fáa vit takkarbrøv frá
fólki, sum hava móttikið okkara
hjálp, sigur Line.
Tey halda, at fjølmiðlarnir í
vesturheiminum bera mangan
eina einsíðuga mynd av Ísrael,
sum ikki samsvarar við veru-
leikan.
- Ísrael er nógv meira enn tað,
sum kemur fram í fjølmiðlunum.
Konfliktin millum Ísrael og
Palestina fær stóran ans í fjøl-
miðlunum, men hon fyllir ikki
so nógv í gerandisdegnum hjá
okkum. Tað merkist tó at trygdin
er sera høg, og tað eru vaktir í
mest sum hvørjum bussi.
- Fólk hoyra einki um tær
positivu søgurnar. Tað verður
gjørt eitt stórt arbeiði at
forsóna fólkabólkarnar. Millum
annað hava tey fyri stuttum
havt eina ítróttarstevnu, sum
hevði til endamál at samnsjóða
fólkabólkarnar. Tað verður mett
at vera ein sólskinssøga í Ísrael,
sigur Oddmar.
Eitt ár í senn
Oddmar og Line hava sáttmála
við Ordet & Israel inntil januar
2008. Tey hava møguleika at
forleingja hann eitt ár í senn.
- Vit vita ikki, hvussu leingi
vit skulu vera í Ísrael. Vit trívast
ordiliga væl her, men júst nú
búgva vit í einum kollektivi, so
tað er ikki haldbært fyri okkum í
longdini. Men um vit kunnu finna
onkran annan bústað í Ísrael, so
kunnu vit steðga her leingi, sigur
Line.
- Tikva er vorðin 3 ár, og hon
skal í skúla einaferð. Tað hugsa
vit eisini nógv um. So mugu vit
taka støðu til, um hon skal ganga
í skúla her, ella um vit skulu fara
heim til Danmarkar tá, sigur
Oddmar.
- Vit hugsa realistiskt, og um
okkara ynskir og ynskini hjá Ordet
& Israel ikki passa saman, so fara
vit víðari. Vit taka eitt ár í senn,
sigur Oddmar.
Flýggjar undan veruleikanum
Line brúkar sína frítíð til ymiskt.
- Mær dámar væl at gera mat. Vit tosa eisini ofta um mat og býta
uppskriftir millum okkum.
- Annars spæli eg klaver, og mær dámar eisini væl at lesa. Mær dámar
væl at flyggja undan veruleikanum og inn í eina bók av og á, sigur Line,
sum væl klárar at tosa hebraiskt.
- Tað kann vera trongt í kollektivinum, sum vit búgva á, og tá er gott at
seta seg við einari bók og gloyma umheimin, sigur Line.
Átrúnaður
og politikkur
flættað saman
Í Ísrael er tætt samband
millum religiøsu og politisku
leiðararnar. Har eru eisini
jødiskir politiskir flokkar.
- Ein flokkur, sum kallast
Shas, hevur ein politiskan
og andaligan leiðara. Teir
hava religiøs viðurskifti á
dagskránni, sigur Line.
- Hesir flokkarnir hava
stóra ávirkan á Ísraelskan
politikk. Fleiri av teimum
ungu jødunum er sera
sekulariseraðir og kunnu
einans kallast fyri mentanar-
jødar. Tí er tað týdningarmikið
fyri politikarnar at varðveita
eina religiøsa kjarnu,
sum myndar tann jødiska
samleikan hjá Ísrael. Hesir
trúarbólkar fáa tí nógvan
stuðul og nógvar pengar frá
politiska valdinum, sigur Line.
- Vit vita ikki, hvussu leingi vit skulu vera í Ísrael.
Vit trívast ordiliga væl her, men júst nú búgva
vit í einum kollektivi, so tað er ikki haldbært fyri
okkum í longdini. Men um vit kunnu finna onkran
annan bústað í Ísrael, so kunnu vit steðga her
leingi, sigur Line