fríggjadagur 6. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 128 - 6. juli 2007
Starvið:
Í sambandi við at okkara deildarstjóri fer frá vegna
aldur, er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv
sum deildarstjóri leyst at søkja á Mentamáladeildini í
Mentamálaráðnum.
Høvuðsuppgávurnar hjá mentamáladeildini eru m.a. at:
• Fyrisita umsitingina av hægru útbúgvingar-,
granskingar- og mentanarstovnunum
• Leggja til rættis og menna útbúgvingar, og
granskingar- og mentanarstovnar á økinum
• Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugabólkar
• Fremja samstarv millum skúlar, stovnar o.o.
Deildarstjórin er leiðari av Mentamáladeildini og hevur
ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini av deildini og
teimum útbúgvingum og stovnum, ið eru og koma á
økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu uppgávur
verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at
bygnaður/mannagongdir eru í samsvar við nútímans
krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava:
• Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla
• Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
• Góð leiðslu- og samstarvsevnir, umframt
mennandi leiðslustíl
• Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið
og aðrar áhugabólkar
• Vilja til at royna nýggjar leiðir, serliga nú starvsøkið
stendur fyri stórum avbjóðingum
• Áhuga fyri avbjóðingum
• Góðar málførleikar, serliga í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Vit bjóða:
Mentamálaráðið mennist alsamt, og tann, ið verður
settur, verður í stóran mun við til at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt
uttanlandssamstarv.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Tann, ið verður settur, kemur at arbeiða í einum
spennandi umhvørvi tætt saman við politisku
myndugleikunum og stovnum innan undirvísing,
gransking og mentan. Mentamálaráðið arbeiðir við
visjónum og hevur týðandi leiklut í visjón 2015.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt
tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 40.972,46 um
mánaðin, umframt 15% í eftirløn.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
9. juli 2007 kl. 16.00.
Starvið verður sett frá 1. september 2007 at rokna.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur
Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 555051.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo
Mentamáladeildin umsitur Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, Heilsuskúli Føroya,
Gransking, Føroya Fornminnissavn, Føroya Nátturugrípasavn, Føroya Landsskjalasavn, Landsbókasavnið, Bókasøvn, Kringvarp Føroya,
kirkjumál, ítróttur og annað frítíðar- og mentanarligt virksemi. Deildin samskipar eisini ES-útbúgvingar- og granskingarsamstarv.
Í deildini eru 6 starvsfólk.
Deildarstjóri til mentamáladeildina
hægri útbúgvingar, gransking og mentan
sansir.fo
Vit søkja eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarstjóra, sum vil standa fyri hesum
týdningarmikla og spennandi øki.
Altjóða sinnaður
Fjølbroyttur
Greiður
Jaligur
Sterkur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn: Mia av Kák Joensen
Aldur: 50 ár
Bústaður: Sørvágur
Familjuviðurskifti: Gift og havi 5 børn, 3
eru gift og 2 búgva heima
Mi
a
av
Ká
k
J
o
e
n
s
e
n
Eg gangi á læraraskúla og havi 2 ár eftir. Eg
brenni fyri, at at familjan skal vera eitt trygt
stað fyri bæði børn og vaksin, bæði tá ið
viðvíkur tað fíggjarliga og trivnaður annars.
Hevur tú eitt trygt grundarstað í lívinum, ert
tú betur førur fyri, at bera ta mótgongd, sum
tú møtir í lívinum,
Eg stuðli Miðflokkinum, tí hann førir ein
skilagóðan familjupolitikk, men fyrst og
fremst, tí hann byggir á kristnu grundvirðini
og vikast ikki frá teimum, tá ið ymisk mál eru
fyri, har aðrir flokkar ikki eru samdir innan
hýsis. Harafturat hevur Miðflokkurin ein
skilagóðan politikk viðvíkjandi teimum veiku
í samfelagnum – tey sum ikki sjálvi eru før
fyri at gera vart við seg.
lýsingar