Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Blákrossbúðin spennir seg út Havn: Starvsfólkini í Blákrossbúðini fara nú at spenna seg út av álvara. Ætlanin er bæði at víðka um úrvalið av vørum og at hava longur opið. Frammanundan hevur búðin verið opin fimm dagar um vikuna. Hetta fara tey at halda fram við, men nú verður eisini opið leygardag. Umframt tey brúktu klæðini, tekur búðin nú eisini ímóti brúktum leikum, føroyskum bókum, prýðislutum og brúkslutum. Kirkjan hevur dugað at umstilla seg Europa: - At færri og færri koma í tær europeisku kirkjurnar hevur í roynd og veru verið til fyrimuns fyri tær, sigur religiónsgranskarin Philip Jenkins. Samstundis sum kirkjan hevur mist sína serstøðu sum meiningsskapari í samfelagnum, hevur hon samstundis umstillað seg til at tæna smærri bólkum. - Smærri samkomur fokusera arbeiðið betri, bæði tá talan er um tað persónliga og andaliga støðið og í boðanini av gleðiboðskapinum, sigur hann. Blái Krossur á G! Gøta: -Vit ynskja at vera ímillum tey ungu og koma í samband við tey, tí vera vit við á G-festivalinum, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi. Tað er eingin loyna, at á G-festivalinum savnast ungdómar í hópatali og at rúsdrekka er ein partur av eini slíkari stevnu, staðfestir felagsskapurin. Tað verður Blákross Ungdómur (BKU) sum skipar fyri, saman við blákrossfeløgunum í Leirvík, Gøtu og Fuglafirði. - Ætlanin er, at okkara ungu skulu vera til staðar, tosa við fólk og hjálpa, tá ið brúk er fyri hjálp, sum t.d. um onkur er avdottin ella tørvar hjálp á annan hátt, sigur aðalskrivarin. Eg skal geva tykkum hvílu Tað er ein undurfullur sannleiki, at Heilagi Andin tekur bønir okkara til Faðirin, tá ið vit ikki sjálv duga at seta orð á tørvir og kenslur okkara. “So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu” (Róm. 8:26-27). Her eru fimm undurfullir sannleikar, sum vit kunnu gleðast yvir frá hesum versunum: 1) Gleð teg yvir hetta: Gud krevur ikki at vit skulu kenna vilja Harrans í øllum smálutum í lívinum – og tað er í ordan at vit ikki kenna vilja Guds í øllum. Hann leiðir okkum kortini! 2) Gleð teg yvir hetta: Gud stendur ikki klárur at straffa okkum og skelda okkum út, tá vit óttast, ivast og eru veik. Hann hevur samkenslu við okkum og biður fyri okkum! 3) Gleð teg yvir hetta: Guds verk í okkum og fyri okkum er ikki avmarkað av og heldur ikki treytað av hvat vit skilja ella duga at úttrykkja í orðum. 4) Gleð teg yvir hetta: Heilagi Andin biður fyri okkum í øllum truplum umstøðum í lívinum – Gud er ikki ímóti okkum. Hann er fyri okkum!! 5) Gleð teg yvir hetta: Bønir Heilaga Andans fyri okkum eru altíð eftir vilja Guds – og Gud sigur altíð “ja” til bønir, sum eru eftir vilja Hansara. Tí sigur Gud ongantíð “nei” til bønir Heilaga Andans. orðið Hesa vikuna: Jógvan Zach­ari­ as­­s­­en, Hoyvík Eitt stórt tal av norsku kirkjunum hava sera álvarsamar skaðar og rættiliga stórar manglar, vísir ein nýggj kanning. Ringast stendur til við teimum elstu kirkjunum og hjá teimum, ið mest neyðugt er at varðveita. Íalt eru 1600 kirkjur kannaðar. Av hesum kirkjunum eru nærum 1000 teirra friðaðar ella verdar at varðveita. Kanningin avdúkar, at nærum fjórða hvør hevur ikki verju ímóti torusláttri, og at fjórða hvør hevði álvarsom brek í el- veitingini. Umframt hetta vísir kanningin, at uttanfyri stendur heldur ikki ov væl til: Torn, tøk, veggir og fundament treingja til stórar ábøtur og umvælingar. Ein sløk helvt hevur stórar manglar á útveggunum. Orsøkin til hesar stóru og álvarsomu manglarnar er vantandi viðlíkahalds- og menningararbeiði í mong ár. Álvarsamir skaðar á norsku kirkjunum Hjúnini Beinta og Havstein Klein og børn teirra vórðu mikukvøldið send út sum trúboðarar til afrikanska landið Tansania. Glyvrar: Nógv fólk var saman- komið í Glyvra kirkju í sambandi við útsendingina – eini 300 í tali. Útsendingin er ein partur av samstarvinum sum er millum før- oysku Heimamissiónina og Luth- ersk Missionsforening í Danmark. Tað var tí eisini aðalskrivarin í danska felagnum, Jens Ole Christensen sum prædikaði í kirkjuni og formaðurin Jens Peter Rejkjær sum leiddi út- sendingina í kirkjuna, saman við sóknarprestinum Meinhardi Bjartalíð. Eftir gudstænastuna var samkoma í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum, har greitt varð frá missiónsarbeiðin- um í Tansania, eins og høvið var hjá fólki at bera fram heilsanir. Kallað av blaðgrein - Hetta er júst nakað fyri okkum. Vit skulu til Tansania! Soleiðis ljóðaði heilsanin frá konuni Beintu til mannin, ein dagin hann kom heim frá arbeiði sínum sum frítíðaravloysari á Ellis- heiminum. Í hondini hevði hon blaðið Trúboðin, sum júst var komið inn um dyrnar. Her bað eitt annað føroyskt trúboðarapar, Malan og Heri Kjærbo onnur um at taka yvir teirra arbeiði í hesum afrikanska landinum. Havstein settist eitt sindur ivasamur at lesa greinina. Tí sum hann sigur í samrøðu við Trúboð- an: - Eg var eitt sindur ivasamur í fyrstani. Vit høvdu leingi vitað, at vit skuldu út í tænastu, men ikki hvar. Var hetta veruliga Guds svar?!, spurdi hann. Eftir bøn og umhugsan tóku tey hetta sum eitt bønarsvar, at tey nú skuldu út sum trúboðarar til Tansania fyri danska missiónsfe- lagið Luthersk Mission. Sama kvøldið settu tey seg í samband við Hera Kjærbo, og mikukvøldið í hesi vikuni vórðu tey send út sum trúboðarar. Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin til Tansania, har tey fyrst fara á málskúla at læra seg swahili-málið í eitt hálvt ár, áðrenn farið verður undir meinig- heitsarbeiðið í norðasta býnum í landinum, Tarime. Seinni er ætlanin at tey skulu byrja sum undirvísarar á bíbliu- skúlanum í Kiabakari. Ivin fekk eitt svar Havstein og Beint Klein vóru í føroyskum klæðum í samband við útsendingina mikukvøldið. Seinni í mánaðinum gongur leiðin til Tanzania Mynd: trúboðin.fo