fríggjadagur 6. juli 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 128 - 6. juli 2007
Búskaparfrøðingur til Atlantic Airways
Atlantic Airways hevur tørv á einum dugna-
ligum og nærløgdum búskap arfrøðingi/
controllara.
Høvuðsuppgávurnar hjá búskapar-
frøðinginum eru:
•
At framleiða og hava ábyrgd av leiðslu-
kunning og neyðugum hagtølum.
•
At framleiða og hava ábyrgd av neyðugu
kunningini í mun til virðisbræva mark-
naðin.
•
At gera og hava ábyrgd av uppfylgingini
av inntøkustýringini
•
At gera búskaparligar leiðslurapportir um
mánaðar-, kvartals- og ársroknskap.
Viðkomandi skal eisini røkja uppgávuna
sum Complience offi cer mótvegis
virðisbrævamarknaðinum.
Búskaparfrøðingurin/controllarin vísur
beinleiðis til fíggjarstjóran.
Førleikakrøv:
Vit leita eftir einum fólki við hægri útbúgving
innan roknskap/fíggjarstýring ella líknandi
arbeiðsroyndir innan økið. Evnini og hugurin
at greina og arbeiða við tølum eru góð,
umframt at tú hevur hollan kt-kunnleika.
Harumframt dugur tú væl at samskifta í talu
og á skrift bæði á føroyskum og enskum. Tú
hevur góð samstarvsevni og trívist í einum
virknum og jaligum umhvørvi.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv
við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri
fakligari og persónligari menning.
Starvið skal setast skjótast gjørligt, og setan-
artreytir verða avtalaðar nærri við setan.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 15. august
2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Marius Davidsen,
fíggjarstjóra, á tlf. 21 37 03 ella teldupost:
marius@atlantic.fo
Umsóknin skal sendast til Atlantic Airways,
Starvsfólkadeildin, Vága fl oghavn,
380 Sørvágur.
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. 176 fólk starvast í føroyska
tjóðarfl ogfelagnum, og árligi umsetningurin var 519 milliónir krónur í 2006. Atlantic Airways hevur
fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til
ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi.
Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin
røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum.
sansir.fo
atlantic.fo
Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01
Loysn finnast fyri hølisviðurskifti hjá sjúklingum
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í al
manna og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, hevði í
farnu viku ein fyrireikandi
fund í Keypmannahavn, í
samband við at eitt samt
landsstýrið
ynskir
eina
skipaða tilgongd, at bøta
um bústaðarviðurskiftini
hjá føroyskum sjúklingum
og fylgjarum, sum eru í
sjúkraørindum
í
Keyp
mannahavn.
Í hesi vikuni hevur lands
stýrismaðurin sett ein arb
eiðsbólk at koma við upp
skoti um, hvussu ætlanin
kann fremjast í verki. Yvir
skipaða
uppgávan
hjá
arbeiðsbólkinum verður at
tryggja, hvussu brúkarin
fær hóskandi karmar at
húsast í, og at eggja til, at
hugsað verður um fram
tíðartørv innan hetta økið.
Í arbeiðssetningurin hjá
bólkinum eru høvuðsmálini
at gera eina nágreiniliga
tørvslýsing, at umhugsa
spurningin um at víðka og
betra um verandi stað, og
at umhugsa, um best er at
finna onnur høli til enda
málið. Ætlanin er at tørvs
lýsingin skal vera tøk longu
seinni í summar.
Landsstýrismaðurin leggur
dent á, at samstundis, sum
hetta arbeiðið verður sett í
gongd, verður arbeitt víðari
við at fáa tey ónøktandi
viðurskiftini, sum Sosial
urin millum annað hevur
gjørt nógv burtur úr, í
rættlag.
Í arbeiðsbólkin eru Turid
Arge, deildarstjóri í Al
manna og heilsumálaráð
num, Anna Maria Durhuus,
leiðari á Hotel Tórshavn,
Erik Wandal, yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum, Suni
Dalsgard frá Landsverk, og
Jákup N. Olsen, formaður
fyri Sjúklingaráðið. Eisini
verða serkønir ráðgevarar
knýttir at bólkinum.
Útgreinaði arbeiðssetn
ingurin hjá arbeiðsbólki
num er at finna á heima
síðuni hjá Almanna og heilsu
málaráðnum www.ahr.fo
Ikki sonur Margareth
prinsessu
Ein dómari hevur
púrasta avvíst
pástandinum frá
einum manni, sum
vildi hava innlit í
testamentiið hjá
Margreth prinsessu
sálu
arVastrÍÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Dómarin, Mark Potter, av
segði í gjár dóm í málinum,
har 52ára gamli Robert
Brown hevði stevnt fyri at
fáa innlit í testamentini hjá
Margareth prinsessu og
móðir hennara, bretsku
Elizabeth drotning.
Brown vildi vera við, at
hann er sonur Margareth
og Peter Townsend, ser
sjanti. Tey bæði vóru væl
eitt tíðarskeið, men fóru
hvør til sítt eftir stórt trýst
frá kongaligu familjuni og
ensku kirkjuni í 1955.
Í dóminum sigur Mark
Potter, at »Brown hevur
ikki ávíst, at nakar persónur
ella kelda annars, nakrantíð
hevur sagt honum ella so
mikið sum givið nakra
ábending um, at hann er
sonur Margareth prinses
su«.
Dómarin segði víðari:
»Hann viðgongur í veru
leikanum tað beint øvugta.
Alt bendir á, at pástandurin
byggir á tankar, kenslur og
ímyndir, sum eru komnar
yvir hann lutfalsliga seint í
lívinum«.
Frank Hinks, ein sakfør
ari, sum umboðar búgvið
eftir Margareth prinsessu,
sigur, at Brown ikki hevur
ført fram eitt einasta prógv
fyri síni »øru ranghugs
an«.
Margareth prinsessa doyði
9. februar 2002 og móðir
hennara, Elizabeth drotn
ing, 30. mars sama ár.
Elizabeth drotning og
dóttir hennara, Margareth
prinsessa. Robert Brown
fekk ikki loyvi at síggja
testamentini hjá teimum
báðum
Avlop hjá Maersk Line
Eftir stórt undirskot í fjør, er Maersk Line nú aftur á
sporinum. Hetta slær ábyrgdarstjórin hjá A.P. Møller,
Eivind Kolding, fast. Í fjør keypti felagið ensku fyritøkuna
P&O Nedlloyd, og hetta gav risa stóra danska felagnum
stórar trupulleikar. Tað var høvuðsatvoldin til stóra
undirskotið í fjør. Árið í fjør var fyrsta árið hjá Eivind
Kolding sum ábyrgdarstjóri, og undirskotið kostaði høgru
hond hansara, Knud Stubkjær, starvið.