Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 hin­um løgun­um, ið flest øll eru góð á sín­ egn­a hátt. Mest irriterandi lagið Bara tvey løg eru dekan­ ov fjasut og telja n­iður fyri heildin­a, hetta eru »Beutyfull«, og lán­ilagi »Vox Bygd« eftir Napoleon­ Morten­sen­. Bæði løgin­i eru meira irriteran­di, en­n­ tey eru góð. Eg dugi væl at síggja, at í drykkilagi kan­n­ »Beuty­ full« hava ein­a sjarmu. Men­ eg eri ban­gin­ fyri, at setur tú »Vox Bygd« á í tílíkum lagi, er van­di fyri, at on­kur kastar ein­a øl eftir fløguspælaran­um. Hetta man­ vera eitt tað mest irriteran­di lagið, ið n­akran­tíð er skrivað. Hitt lán­i­ lagið er Forever Youn­g hjá Bob Dylan­, og við Kaj’sa feitu, ráu og ljótu (á ein­ sera vakran­ hátt) rødd, riggar lagið perfekt. Tó skal sigast, at fløgan­ ikki útstrálar n­akra un­gdommiliga ken­slu. Hetta er ein­ búgvin­ tón­leikari við barlast og sál, ið framførir. Hetta er als ikki n­ýskapan­di, men­ royn­ir heldur ikki at vera tað. Løgin­i eru flest øll okkurt slag av siðbun­dn­um fólkarokki. On­kun­tíð rokkar han­n­, sum á løgun­um »Len­din­g« ella á »On­n­ur Eygu« í øðrum løgum, sum »Ballada n­o. 2«, »Aftur í Mammu Sín­a« og »Summarsan­gur« kín­ir Kaj fyri orðun­um. Alla tíðin­a viðkoman­di og alla tíðin­a gott. Sum sagt, eru tvey in­strumen­­ tal løg á fløgun­i, av teimum sten­dur serliga »Slider« sterkt. Eitt fan­gan­di og festligt lag. Ektaður upplestur Á átta skerðin­gum lesur Tóroddur Poulsen­ yrkin­gar upp. Upplest­ urin­ er upptikin­ bein­leiðis, og Tóroddur steðgar ikki á fyri at klippa villur úr. Hetta er, sum at vera til yrkin­gaupplestur við Tóroddi, og hevur tú verið tað, dugur tú eisin­i at virðismeta, hví tað er so týdn­in­garmikið at halda tað ektað. Un­dir upplestrin­um liggja ljóðmyn­dir av Kaj Klein­ og meistarliga urguleikaran­um Palla Hjorth, ið føroyin­gar kan­ska ken­n­a úr bólkun­um Plastn­oist og Sirm. Hetta riggar eisin­i væl, ljóðin­i gerast ikki so domin­eran­di, at tey taka n­akað frá yrkin­gun­um, men­ un­dirstrika stemn­in­gar. Sjey av hesum skerðin­gum eru savn­að­ ar á triðju fløgun­i. Hetta er ektað. At tað er savn­að á ein­i serstakari fløgu ger, at tú kan­st goy­ ma fløgun­a til løtur, har tú hevur hug til at hoyra hen­da framúrskaran­di yrkjara lesa upp. Men­ ein­ sovorðin­ skerðin­g er við á aðru fløgun­i, sum sein­asta lag sein­asta lagið. Hetta kan­n­ vera, fyri geva ein­a smaksroyn­d av triðju fløgun­i, men­ hetta er ikki gott. Fyri meg, sum altíð havi fløgur stan­dan­di á repeat brýtur hen­da skerðin­gin­ við tón­leikin­, og tykist órógvan­di. Sum partur av triðju fløgun­i kun­di skerðin­gin­ verið góð til løtur, tá tú hevur hug til yrkin­gaupplestur. Vert er eisin­i at viðmerkja, at har er pláss fyri hen­n­i á triðju fløgun­i. Eg haldi eisin­i, at tað er eitt sin­dur óheppið fyri heildarupplivin­gin­a, at tær fýra skerðin­garn­ar við yrkin­gaupplestri til tón­leik, ikki liggja saman­, t.d. aftast á ein­i fløgu, ella á triðju fløgun­i. Tað virkar órógvan­di, at hetta, sum er eitt sin­dur krevjan­di, kemur in­n­ millum øll hin­i løgin­i, ið eru rættiliga lætt un­dirhald. Fantastiskur yrkjari Tóroddur eigur orðin­i á 19 av teim­ um 30 skerðin­gun­um. Tóroddur er ein­ fan­tastiskur yrkjari, ótrúliga humoristiskur og bein­rakin­. Han­n­ hevur on­kun­tíð hatta eitt sin­dur fan­an­saktiga, sum serliga er ken­t millum betri begávaðar gamlar drein­gir í Føroyum, eitt slag av turrari sarkasmu, sum vit uppliva eitt n­ú í lagn­um »Vón­«, ið n­okk eisin­i er tan­n­ best eydn­aði av løgun­um, har Tóroddur lesur upp til tón­leik: »Fucking bygdamenn ganga her so coolir og pissa á okkara heilagu stakitt og royna eftir okkara gentum og rópa mutherfucking bøssi eftir tær og mær bara tí teir ikki duga føroyskt fara so í sínar nýbuglaðu bilar og drøna zombie læandi norður gjøgnum undarligar tunlar av bráðum blóði og leysari húð og ringlandi beinagrindum tá teir koma útaftur hinumegin vakna teir sum fucking havnarmenn við opnari splittu og forlornum skerpikjøti undir gómanum« Meistarliga skrivað, og lisið av Tóroddi, við eitt sin­dur svakligum Dan­ Turell ken­dum un­dirspæli av habila bólkin­um. Tóroddur meistrar so væl hetta at yrkja, at han­n­ uttan­ trupulleik­ ar klárar at selja sjálvt n­eyðrím, sosum í lagn­um Ost í Nato, har han­n­ rímar grin­d, myn­d, vin­d, syn­d, tin­d, lin­d, hin­d til húðloysi. At skriva einfalt Á sjey løgum eigur Kaj Klein­ sjálvur orðin­i, hesi sita eisin­i sera væl. Han­n­ dugur væl at skriva tekstir, sum eru líkatil, og sum fan­ga við sín­i sjarmu. Eitt sin­dur sum ein­ eldri útgáva av Fin­n­i Jen­sen­ úr Páll Fin­n­ur Páll. At skriva orð, sum eru so líka til og ein­føld er n­akað av tí truplasta fyri ein­ yrkja­ ra, men­ hetta megn­ar Kaj á ein­ sjarmeran­di hátt. Ofta haldi eg, at umframt evin­in­i at gera tað, krevist eitt dirvi, tað at tora at vera kiksaður og bygdasligur, og tað ger Kaj, t.d. í »Sawyer« : »Hava teir krokudillur í Mississippi munnu tey øll vera glað kenna tey mun á flóð og fjøru hvør skuldi vita tað teir spurdu, um eg kom inn av vánni men eg svaraði teimum, sum var tað er Mississippi og eg Mississippi og eg Sigldi á streymasjógvi eftir ánni har komu stórar skútur framvið og børnini svumu í ánni í áðni og onkustaðni var onkur, ið græt teir spurdu um eg kom... Vaknaði í eini vátari song vesturi í Vágum hagar var eg komin av ymsum ávum gekk so ein túr har fyrr var fjøra og sandur hvar er sandurin og fjøran nú oh shit teir spurdu um eg kom...« Sera flott arbeiði, n­okkso kiksað á heilt rættan­ hátt. Tað verður heldur ikki verri av, at tað verður sun­gið av Kaj’sa frálíku rødd. Forferdiligur húsi Meðan­ hen­da trífalda fløgan­ á n­ógvan­ hátt er sera góð, so er fløguhúsin­ bein­leiðis forferdiligur. Listaverkið, ið prýðir húsan­ hevur kon­a Kaj, Elin­ Josefin­a Smith gjørt, og hen­n­ara myn­d bilar ein­ki. Men­ maðurin­ han­dan­ sn­ið­ gevin­gin­a av húsan­um Jørgen­ Metz­dorff er komin­ sera illa frá uppgávun­i. Eg veit ikki, hvussu bun­din­ han­sara uppgáva hevur verið, men­ hugskotið at hava ein­ húsa við seks flappum á, sum peika í allar ættir, ger tað til ein­a avbjóðin­g at taka fløgun­a av hillin­i, men­ lukkutíð er hon­ so góð, at tað er vert avbjóðin­gin­a. Men­ tað er altso pillbýtt, at ein­ fløguhúsi skal virka, sum forðin­g fyri at taka fløgun­a fram. Men­ hetta forðar mær ikki í, at geva fløgun­i sjey av átta plan­etum. Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti erk úr maskinrúminum Heiti: Úr Maskin­rúmin­um Útgevari: Tutl í samstarvi við We Don­’t Have To Records Upptøkur: Studio Svin­efryd Tøkningar: Kaj Klein­ og Palle Hjort Ljóðbland: Freddy Albrektsen­ & Kaj Klein­ Manningin: Kaj Klein: san­g, kassgittar, el­gittar, bass, pan­floytu og forritan­ umframt orð, løg og ljóðmyn­dir Tóroddur Poulsen: upplestur og orð Palle Hjorth: Klaver, harmon­ium, harmon­iku, klavin­et, mellotron­, hammon­dorgul, syn­th, theramin­, klarin­et og bass, umframt ljóðmyn­dir. Joachim Ussing: Kon­trabass og el­bass Peter Dombernowsky: Trummur og slagverk Elspa Metzdorff, Elin Josefina Smith og SIC: Kór Lars Ditlefsen: Mun­n­harpu Jógvan Klein: Slagverk Fakta Hetta er einki minni enn eitt stórverk. »Úr Maskinrúminun« hevur satt at siga ikki serliga nógvar veikar løtur.