Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Skulu Føroyar gera sær vónir um at hýsa oyggjaleikum í 2015, skal arbeiðið í gongd her og nú. Tað er greiði boðskapurin, sum Heðin Morten­ sen hevði við sær, tá hann saman við løg­ manni og mentamál­ aráðharranum var á fundi við altjóða oygg­ jaleikanevndina, IGA Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru longu tvey ár síðani, at Føroyar lótu inn umsókn um at hýsa oyggjaleikum. Ta ferðina var málið, at het­ ta skuldi verða í 2013. Men eftir at Isle of Wight fekk leikirnar í 2011 framman fyri Bermuda, varð føroyska umsóknin flutt til 2015. Umframt Føroyar, so hava Ynos Mon, Gotland og Menorca eisini sagt seg vera til reiðar at hýsa leikun­ um. Og júst leikirnir í 2015 vóru á skránni, tá IGA mikumorgunin hevði boðið oyggjaleikalondunum á fund. Greiðar treytir Fyri Føroyar var ÍSF­forset­ in, Heðin Mortensen, við á fundinum. Og hartil hevði hann eisini Jóannes Eid­ esgaard og Jógvan á Lakjuni við sær á fund. Hetta fyri at vísa politiska myndugleik­ anum, júst hvørji krøv verða sett, um leikirnir sku­ lu hýsast. ­ Og hesi krøv eru greið­ ari nú, enn tey nakran tíð áður hava verið, sigur Heðin Mortensen. Og hann leggur afturat, at tey fegnast um greiðu boð­ ini, sum nú eru givin. ­ Vit hava snøgt sagt fing­ ið útflýggjað eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvat verður kravt av Føroyum, um vit skulu hýsa leikunum. Til 2009 skulu vit hava gjørt eitt púrasta greitt prospekt, har vit í smálutum greiða frá. Ikki bara, hvussu vit ætla at hýsa leikunum, men hvussu vit gera, um vit hýsa leikunum. ­ Og hetta skal fevna um snøgt sagt allar partar av málinum. Vit skulu vísa á yvirorðnaðar kontaktpersó­ nar. Ábyrgdarfólk fyri hvør­ ja ítróttagrein sær skulu set­ ast, og vit skulu neyvt upp­ lýsa, hvussu nógvar dómar­ ar vit hava, og hvussu nógva hjálp vit hava tørv á í so máta. Tað er so helst nakað, sum tey hava lært av hesum leikunum. Ja, sjálvt gólvun­ dirlag við meira skal upp­ lýsast innan einstøku grein­ arnar. ­ Hartil skulu hotell­faci­ litetir upplýsast. Hvat slag, og hvussu nógv tað kostar. Hvat tað kostar at ferðast til Føroya. Hvussu nógv fólk kunnu ferðast um flogvøllin. Hvussu land ella onnur stuð­ la. Ja, snøgt sagt allar smá­ lutir. Og eg eri fegin um, at tilfarið er so nágreiniligt, tí so vita vit akkurát, hvat vit skulu arbeiða við. ­ Snøgt sagt er støðan tann, at vit púrasta neyvt skulu lýsa, hvørjar fortreytir vit hava. Tað snýr seg ikki longur um at selja vøruna. Men heldur at vísa, at tú hevur vøruna. 12-14 greinar Tær ítróttagreinar, sum kun­ nu vera á oyggjaleikum, eru 18 í tali. Av hesum skal vertstjóðin bjóða sær til at hýsa 12­14, og í verandi løtu kunnu Føroyar hýsa 12 av hesum. Verða nakrir tenn­ isbanar bygdir afturat, kann talið økjast til 13. ­ Tann parturin skuldi ver­ ið nóg so greiður hjá okk­ um. Kurvabólt, squash, jollusigling, golf og beach­ volley kunnu vit ikki hýsa. Tí vit hava ikki neyðugu fasilitetirnar. ­ Til hinar greinarnar hava vit fasilitetirnar í lagi, ella fáa tær í lagi innan tvey ár. Tennis kann kanska ger­ ast ein lítil trupulleiki, men tað kostar so ikki alla verð­ ina, um myndugleikarnir ynskja at gera fleiri banar. Men hinvegin kann talan eisini verða um innandura tennis. Nokk við tosi Týdningarmest av øllum heldur Heðin tó vera, at all­ ar Føroyar beinan vegin fara í holt við at brynja seg út til at hýsa leikunum. ­ Tað arbeiðið skal ígongd, so skjótt sum vit koma heim. Umsóknin hjá okkum til landsstýrið og kommunurnar um stuðul hevur ligið í tvey ár. Og enn hava vit ikki fingið svar. ­ Men hesa ferð vóru vit so heppin, at vit høvdu bæði løgmann og menta­ málaráðharran við á fundin­ um. Og har kundu teir so sjálvir staðfesta, hvussu álvarsligt tað er. Nú er ikki longur nóg mikið við at tosa. Tað skulu meira enn bara orð til. ­ So eg vil siga tað soleið­ is, at nú er bara at fara til arbeiðis. Og fáa gjørt hesi tingini. Ynskja Føroyar at hý­sa leikunum í 2015, so skulu vit gera okkara heima­ arbeiðið. Tokið koyrir beint nú! Saman við ÍSF meddar Heðin Mortensen eftir, at Føroyar skulu gerast vertir fyri oyggjaleikum í 2015. Men tað krevur, at farið verður til arbeiðis alt fyri eitt, staðfestir hann Mynd: Álvur Haraldsen FCK bjóðar uppá Nordstrand Áleyparin hjá FC Nordsjælland, Morten Nordstrand, kann gerast dýrasti spælari í donskum fótbólti, um man skal trúgva Ekstra blaðnum. Blaðið vil vera við, at FC Keypmannahavn hevur boðið 15 mió. fyri leikaran, og at partarnir báðir skulu vera komnir ásamt um alt viðvíkjandi søluni av Nordstrand, samstundis sum leikarin skal hava klárað tað obligatorisku læknaroyndina. Um hetta er rætt, so verður Nordstrand dýrasti spælari, sum er seldur millum tvey donsk lið. Dýrasti spælari undan honum er Morten “Duncan” Rasmussen, sum Brøndby í fjør keypti frá AGF fyri 13,5 mió. kr. Agentina gjørdi bart Í Copa America er Argentina klárt til kvartfinaluna. Hetta gjørdist teir í nátt, tá ið teir vunnu 1­0 á Paraguay. Sigursharri gjørdist Liverpool­leikarin, Javier Mascherano. Argentina og Paraguay høvdu undan dystinum bæði fult stigatal, og tískil eru bæði londini klár til kvartfinaluna. Argentina skal møta Peru, meðan Paraguay skal møta Meksiko.