Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Føroyska borð­ten­n­is­ lan­dslið­ið­, sum er fyri ein­um ættarlið­sskifti, fekk ein­ki heið­urs­ merki við­ sær av Rho­ dos Borðtennis Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fyrst og fremst Kjartan Eli Hentze, men tó eisini við øðrum kreftum, hevur borðtennisliðið altíð havt okkurt skreyt heimaftur við sær seinastu oyggjaleikir. Boðini undan leikunum hesa ferð vóru tó fyrst og fremst, at nú skuldi hyggjast frameftir, og tí var tað sum so ikki nakað vónbrot, at einki kom við í skjáttuna hesaferð. Tvørturímóti, so var tað gleðast um, at Susie Mid­ jord, Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali allar tríggjar komu víðari úr bólkaspælin­ um og í 1/8­finalurnar. Her tpatu tær tó allar tríggjar. Susie tapti 3­1 fyri eini kvinna av Orkney. Rak­ ul tapti somuleiðis 3­1 fyri einari av Guernsey, og Mar­ in í Dali tapti 3­0 móti sterk­ um spælara av Gotlandi. Og úrslitini vísa uttan nakað hóvasták, at fram­ gongdin hevur verið stór á kvinnusíðuni. Í liðkapping­ ini fingu føroysku kvinnur­ nar eisini fleiri góð úrslit, og tí verður spennandi at fylgja við, hvussu menning­ in verður komandi árini. Styrkt Rhodos-lið Hjá monnunum var tað sum ikki einaferð Kjartan Eli Hentze, sum bar vónirnar um heiðursmerki. Vertirnir av Rhodos hava tó styrkt um sítt líð við spæl­ arum, sum vanliga spæla í Grikkalandi, og tí var eisini greitt, at Kjartan Eli hesa ferð kom at møta sterkari mótstøðu, enn hann vanliga hevur gjørt. Og tað varð eisini ein spælari á liðnum hjá Rho­ dos, sum steðgaði Kjartani Eli. Talan var um greiðan sigur, og so mátti Kjartan Eli fyri fyrstu ferð síðani 1999 fara av oyggjaleikum uttan nakað heiðursmerki. Málið­, sum føroysku golfspælararn­ir settu sær un­dan­ oyggjaleik­ un­um, varð­ rokkið­, tá føoyin­gar hildu seg burtur frá aftasta plássin­um Golf Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rói H. Christiansen gjørdist besti føroyingurin í golf­ kappingini á oyggjaleikum. Rói gekk tær fýra ferðir 18 holini í 371 sløgum, og tað setti hann á eitt 57. pláss í samlaðu støðuni. Næstur honum av føroy­ ingunum var Jónfinn Tho­ massen, sum við 416 sløg­ um gjørdist nummar 60. Triði føroyingurin í golf­ kappingini varð Ragnar Isa­ ksen, sum við 445 sløgum gjørdist nummar 67. Samanlagt gjørdist før­ oyska liðið nummar 16 av 17 liðum. 30 sekund frá brons- uni Torkil Veyhe súkkl­ að­i seg til eitt flott áttan­da pláss, og føroyska lið­ið­ gjørdist n­ummar fýra, tá ein­kult­ starturin­ í súkklin­g var á skrán­n­i hósdagin­ súkklinG Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var enn eina ferð um flott avrik, tá føroys­ ku súkklararnir vóru í síni seinastu kapping hósdagin. Hetta var einkultstarturin, og enn einaferð prógvaði Torkil Veyhe, at hann er í ferð við at menna seg til ein sera habilan súkklara í hesi sergreinini. Torkil kom á mál bara 30 sekund uttan fyri heið­ urs­merkjarøðina, og gjørdist hann nummar átta av teimum 52, sum fullførdu teinin. Hartil var um reppið, at føroyska liðið eisini vann heiðursmerki á ein­ kultstartinum, men soleiðis skuldi tó ikki verða. Men tómhentir fóru føroysku súkklararnir tó ikki heim. Eftir einkult­ startin fingu teir handað silvurmerkini, sum teir vunnu fyri liðsúkkling­ ina á landavegnum. Einn kæra um aðrar súkklarar kundi havt broytt hetta til gull, men hendan varð ikki gingin á møti. Úrslitini í einkulstartinum Nr Súkklari Tíð 8 Torkil Veyhe 54,46 12 Gunnar Dahl-Olsen 55,46 27 Bogi Kristiansen 57,39 39 Eli Christiansen 1.00,28 45 Sigmund Olsson 1.04,41 Heiðursmerki eru ikki alt Hesa ferð eydnaðist ikki hjá Kjartani Eli at vinna heiðursmerki til Føroyar. Men unga føroyska liðið vann sær hópin av góðum royndum á oyggjaleikunum á Rhodos Mynd: Álvur Haraldsen Funnu green’ina Føroysku golfspælararnir høvdu ongar dreymar yvir høvur um heiðursmerki, men við at halda botninum undir sær rukku teir málinum, sum teir høvdu sett sær Mynd: Álvur Haraldsen Legendan vann á 10.000 m Aldurin tykist ikki vera nøkur forðing hjá nú 41 ára gamla Kim Godtfredsen. Í oyggjaleikahøpi er hann mest sum ein legenda á meðal og longru teinunum, og aftur hesa ferð livdi hann upp til vónirnar. Í fyrstu kappingini, sum var á hálvum marathon vann hann silvur, og í morgun gjørdist tað so til gull, tá hann kappaðist á 10.000 metra teininum. Talan var um sera sannførandi sigur, har Godtfredsen púrasta einsamallur kom inn á mál.