fríggjadagur 6. juli 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 127 - 6. juli 2007 ]
Bestu bogaskjúttarnir nakrantíð
Ongantíð áður hava
føroysku bogaskjútt
arnir fingið so gott
úrslit, og seymurin
varð sligin fastur við
eini gull og eini silvur
medalju í liðkapping í
gjár
BOGASKJÓTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Compound-liðið
mannað
við Sigrid Vang, Jógvan
Niclasen og Per Holm
Andersen tryggjaði í gjár
Føroyum enn eitt gull
heiðursmerki. Hitt liðið
mannaðu Annika Vang,
Hans Petur Højgaard og
Absalon Hansen í recurve,
og her rakk tað til eina
silvurkrónu.
Tilsamans hava boga-
skjúttarnir vunnið 11 heið-
ursmerki. Sjey gull, tvær
silvur og tvær bronsu.
Ongantíð áður hava so
nógvir ørvar sitið so væl
hjá so nógvum skjúttum.
Orsøkin til hetta fantastiska
flotta úrslit, er góða sam-
anrenningin av heilt ungum
og rættiliga royndum boga-
skjúttum.
Per á liðnum
Dagurin í gjár var teirra
kappingardagur á Rhodos.
Liðkappingin í head to
head kappingini stóð á
skránni. Liðini verða van-
liga sett soleiðis, at teir
skjúttarnir, sum hava staðið
seg best í kappingini,
mannað liðið sum skal
kappast í hesi grein.
Tað var eisini tilfeldið
hesaferð, men við einum
undantaki. Schandorff Vang
er royndasti bogaskjúttin
hjá Føroyum, og vann
eisini silvur í compound-
kappingini
frammanfyri
eitt nú Per Holm Andersen.
Kortini varð Per settur at
skjóta
í
gjár,
meðan
Schandorff var eykaskjútti.
Tað vísti seg ikki at vera
nøkur býtt avgerð. Per
skeyt nevniliga tað besta
hann hevur gjørt í kapp-
ingini higartil, og átti sín
stóra part av teimum at
Føroyar fingu seinastu gull-
krónuna í bogaskjóting.
– At skjóta liðkappingina
bjargaði mínum túri, og eg
eri heilt ófatiliga glaður
fyri at fáa henda kjansin,
segði Per Holm Andersen.
Ogna Mogens úrslitið
Bogaskjúttarnir, sum hava
staðið framúr gott á oyggja-
leikunum, eru á einum
máli um, at góða úrslitið
skal ognast einum manni:
Mogens Egholm, stovnarin
av bogaskjóting í Føroyum,
sum doyði fyri kortum.
– Hann skal heiðrast við
hesum úrslitinum, siga tey
við ein munn.
Heiðursmerkjabýtið hjá
bogaskjúttunum:
Sigrid Vang
Compound Head to Head Knockout kvinnur, gull
Sigrid Vang
Single Compound kvinnur, gull
Annika Vang
Single Recurve kvinnur, gull
Annika Vang
Recurve Head to Head Knockout kvinnur, gull
Jógvan Niclasen
Compound Head to Head Knockout menn, gull
Jógvan Niclasen
Single Compound menn, gull
Schandorff Vang
Single Compound menn, silvur
Hans Petur Højgaard
Single Recurve menn, bronsa
Absalon Hansen
Recurve Head to Head Knockout, bronsa
Føroyar
Single Compound lið, gull
Føroyar
Single Recurve, silvur
Manningin, sum hevur syrgt fyri besta úrslitinum í føroyskari bogaskjúttasøgu
Mynd: Álvur Haraldsen
Per Holm Andersen og
Schandorff Vang fegnast um
fantastisku úrslitini eftir
kappingina í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Bellamy ávegis til West Ham
Síðani Liverpool keypti Fernando Torres, er tað blivið klárt, at
Craig Bellamy ikki skal vænta sær alt ov nógva spælitíð í
felagnum. Tí hevur slaturin gingið um, at Bellamy leitar sær eftir
nýggja felag, og at Liverpool eru áhugaðir at selja, og nú tykist
tað vera greitt, at Bellamy er ávegis til West Ham. West Ham
hevur eftir øllum at døma boðið Bellamy eina vikuløn uppá
knappar 800.000 kr. fyri at lokka hann til felagið. Bellamy fer
helst at kosta West Ham knappar 100 mió. kr., og í árinum, sum
hann hevur spælt fyri Liverpool, hevur hann skotið sjey mál.
Norðmaður ávegis til OB
Odense Boldklub hevur fingið fatur á einum sterkum
norskum leikara, sum heima í Noregi verður mettur sum
ein av bestu leikarunum í deildini. Talan er um áleyparan
Bengt Sæternes, sum til dagligt spælir fótbólt í Bergen
við felagnum Brann. Sæternes hevur sáttmála fram til
oktubur, og fer ikki at leingja sáttmálan við Brann. Hann
hevur leikt sjey landsdystir fyri norska landsliðið.