Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Vunnu á mót­gongdini Rúni Weihe var púrasta útlúgvaður. Men hann kundi glaður staðfesta, at hesa ferð megnaðu hann og liðið at halda høvdinum kalt í avgerandi støðunum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í upptaktsblað okkara til oyggjaleikirnar staðfesti Rúni Weihe, at fyrst og fremst skuldi manslands­ liðið læra at seta fokus á spælið og loysnir, tá tað gekk ímóti. Heldur enn at øsa seg inn á dómarar og aðrar uttanfyristandandi faktorar. Og hósdagin kundi ein fegin Rúni staðfesta, at júst hetta var tað, sum liðið hevði gjørt. ­ Hesin dysturin var eitt prakt­eksemplar upp á akkurát tað. Har vóru nógvar kontroversiellar dómaraavgerðir, og eina løtu fara vit eitt sindur upp at kóka í høvdinum. Men vit koma niðuraftur, soleiðis at vit aftur fáa frið á spælið. Og ístaðin endar tað við, at teir oyðileggja alt spælið sjálvir við at skeldast innanhýsis. Enntá somik­ ið illa, at venjarin tekur tveir teir bestu spælararnar út eina løtu. Tá fingu vit so eini 4­5 stig, og tað varð munurin í seinasta enda. Í næsta settinum eru tit aftan fyri 10­15, men koma kortini upp á 19­ 17? ­ Ja. Og tað haldi eg bara vísir dygdina, sum býr í liðnum. Eisini tá vóru vit tolnir og slettu kalt vatn í blóðið, og tað er tað, sum skal til. So skjótt sum vit fara yvir gevind, so eru vit sjálvir okkara argastu fíggindar. Vart tú ongan tíð bangin fyri, at tit noyddust út í ein fimm­settara móti monnum, sum eru vanir við slíkan hita. Enntá spældu fleiri teirra í undirtroyggju undir spælitroyggjuni. ­ Jú. Eg bar ótta fyri tí, tá vit komu í fjórða sett. Eg var púrasta útlúgvaður, og eg veit ikki, um eg hevði orkað eitt sett afturat. So tað var veldugt, at tað endaði soleiðis, sum tað nú gjørdi. Men í morgin eru tit kanska til reiðar til fimm sett, skuldi tað verðið neyðugt? ­ Ja, ja. Nú er tað heim at hvíla. Sova væl og eta væl. So hava vit nýggjar kreftir til tann dystin, segði Rúni Weihe. Hesa ferð prógvaðu Rúni og hansara menn, at teir væl kunnu halda høvdið kalt, tá harðast leikar á Mynd: Jákup Mørk Tað gekk av skriðuni til hjá Marius Joensen á seinasta kappingardegnum, tá hann skuldi skjóta eftir finalumøguleikanum í skeet Skjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan degnum var Marius bara tríggjar dúgvur frá einum plássi millum seks teir bestu skjúttarnar. Og tí kundi hann – um hann skeyt væl – røkka finaluplássinum. Og harvið halda fast um møguleikan at endurvinna bronsuna. Men tað gekk als ikki hjá Marius hósdagin. Í hvørjum umfari skal skjótast eftir 25 dúgvum, og Marius skeyt ávíkavist 19, 17, 20, 16 og 15 hesum. Tað sendi hann niður á eitt 15. pláss í samlaðu støðuni, har hann eisini varð yvirhálaður av Magna Dam. Magni hevði ein heldur óstøðugan dag, har hann skeyt ávíkavist 16, 21, 17, 21 og 19 dúgvur. Samanlagt var hetta nóg mikið til at geva honum eitt 10. pláss í kappingini. Dúgvurnar fingu frið Siktið var stillað skeivt, tá Marius Joensen hósdagin skuldi toga seg tær tríggjar dúgvurnar fram, sum honum restaði til finaluplássið Mynd: Álvur Haraldsen Triðja dystin á rað kundu føroysku flogbóltskvinnurnar spáka sær til sigurs. Men fríggjadagin verður tað av álvara álvara, og tá eru ikki ráð at taka tað róliga Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tann, sum helt, at kvinnur­ nar hjá Bermuda, eins og menninir gjørdu tað fyri tveimum árum síðani, kundu arga Føroyar, kundu ikki farið nógv meira skeiv í sínum metingum. Eins og undanfarnu dystirnir móti Hitra og Orkney, so gjørdist talan um eint walk­over hjá Føroyum, sum soleiðis eru í finaluni, uttan at tær veruliga hava spílað seg út. Undantakið var kanska byrjunardysturin móti Rhodos, men tá alt kom til stykkis, mundu føroysku kvinnurnar eiga eins stóran lut í spenninginum, sum heimaliðið hevði tað í tí dystinum. Skulu upp á t­ærnar Eftir sigurin á Bermuda fingu vit orðið á Anniku á Stongum. Og tó at hon ásannaði, at fleiri dystir hava verið rættiliga lættir, so heldur hon staðiliga fast um, at føroysku kvinnurnar ikki hava undirmett nakran. ­ Vit hava lagt stóran dent á, at vit eru púrasta klárar, tá vit fara inn á vøllin. Tí tað má ongan tíð vera soleiðis, at tú undirmetir eitt mótstøðulið. At spælið so er dovnað ígjøgnum dystin, er nakað annað. Men tað kann ikki roknast við, at tit sleppa eins væl í finaluni. Eru tit púrasta klárar, og eru tit nóg skar­ par, nú seinastu dystirnir hava verið somikið lættir? ­ Tað skulu vit vera. Saaremaa hava eitt sera gott lið, og eitt nú vunnu tær 3­0 á Rhodos á veg til finaluna. Tí er eingin ivi um, at vit skulu vera púrasta klárar, tá tann dysturin byrjar. Eru vit tað, og megna vit at spæla upp til besta og spæla okkara spæl, so ivist eg ikki í, at vit eisini hava møguleikan at vinna tann dystin, sigur Annika. Í nógvar oyggjaleikir hava Marjun Kalsø og síðani Juanna S. Joensen spælt á hevaraplássinum hjá Føroyum. Í ár er tað tó Annika á Stongum, sum røkir álitið Mynd: Jákup Mørk Føroyar-Bermuda 3-0 (25-12, 25-16, 25-21): Fríggjadagin er t­að álvara Kiksaði hjá Randi Randi Kúrberg var í morgun seinasti føroyski íðkarin, sum var í kapping í frælsum ítrótti. Hamarkast var á skránni, og her hevði Randi í øllum førum vón um eitt finalupláss. Men tað gekk als ikki. Besta kastið, sum Randi hevur kastað, fór út um 36 metrar fyri einum mánaði síðani, men hesa ferð gekk heilt galið. Bert eitt av teimum trimum kastunum kom út á breytina, og hetta var einans 29,52 metrar. Og tað rakk ikki til finalupláss. Um Randi hevði kastað upp til sítt besta, vildi talan verið um eitt 3. ella 4. pláss. Gut­t­orm fekk heksaskot­ Guttorm Sørensen fekk ikki runnið á 10.000 metra teininum, soleiðis sum ætlanin annars var. Guttorm fekk eitt sonevnt heksaskot í ryggin, og so var ikki hugsingur hjá honum at fara undir tey 25 umførini á rennibreytini á Kallipateira stadion í Rhodos býi.