Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Í nógvar mátar var um endurtøku av tap­ tu hálvfinaluni móti Bermuda fyri tveim­ um árum síðani. Hesa ferð var tó ein avger­ andi munur. Føroyska liðið er nú tvey ár klókari, og tí vóru tað teir av Rhodos, sum mistu høvdið Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt satt brak av einum flog­ bóltsdysti. Øðrvísi kann tað illa sigast, um tosað verður um hálvfinaluna í mansflog­ bólti millum Føroyar og Rhodos. Ein dystur, har fremsta dygdin hjá okkara monnum var, at teir dugdu at halda høvdinum kalt, tá mest stóð á. Eisini hóast spælt varð í eini høll, har hitastigini hendan dagin mundu fara upp um tey 30. Bermuda-minni At talan var um sterka mót­ støðu, stóð skjótt greitt. Rhodos­búgvarnir vóru munandi betri fyri, enn nak­ að av hinum mótstøðuliðun­ um hjá okkara hava verið, og teir megnaðu væl at legg­ ja trýst á føroysku spælarar­ nar. Fyrstu longu løtuna tókt­ ust okkara tó hava tamarhald á støðuni. Og tá teir gagn­ nýttu næsta settbóltin, var hetta ikki meira, enn Føroy­ ar høvdu uppiborið. Men tað skuldi tó blíva nógv truplari enn sum so. Næstu settinin fekk Rhodos í nógv størri mun skil á sítt spæl. Teir dugdu betri at stil­ la blokkin, soleiðis at før­ oysku smashini ikki fóru reint inn, og í báðum settun­ um mest sum tjóvstartaðu teir seg fram um við nøkrum stigum, áðrenn føroysku spælararnir komu við. Avgerandi munurin mill­ um liðini kom tó til sjóndar miðskeiðis í næsta settinum. Rhodos var á odda 14­10. Og teir øktu til 15­10, tá Jón Nielsen var mest sum ov provokerandi, eftir at hann fyrst hevði lobbað frekt upp um blokkin. Frustratiónir hómaðust á føroyska liðnum. Og tað var ikki frítt, at tankarnir leitaðu tvey ár aftur til taptu hálvfinaluna móti Bermuda. Eitt lið, sum kanska ikki var eins sterkt, sum tað hjá Rhodos, men ein dystur, har føroyska spælið púrasta fall frá hvørjum øðrum. Fokus stóð rætt Kanska lúrdi tann vandin, men hann var skjótt manað­ ur í jørðina. Og ilskaðust fólk inn á Jón, so var tað honum skjótt fyrigivið. Við fimm kanón­servum á rað trýsti hann móttøkurnar hjá Rhodos í botn, og áðrenn nakar vardi, vóru Føroyar á odda 19­17. Og tað megnaðu hinir ongan tíð at taka aftur. Vunna settið gjørdi, at tað var eingin vanlukka, at Rhodos tók triðja settið. Aft­ ur hesa ferð við at leypa avstað, og tvær ferðir á rað lovaðu teir altso ikki okkara aftur í dystin. At fokus hjá føroysku spælarunum stóð á spælin­ um, heldur enn ikki meira enn meðal­góðum dómarun­ um, varð aftur prógvað fjórða og seinasta settið. Hesa ferð fylgdu vit annars við frá byrjan. Men tankar um heita høll og vantandi føroysku orku komu fram, tá Rhodos við eitt leyp trý stig framum. Okkurt av stig­ unum enntá eftir meira enn ivasama dómaraavgerð. Við støðuni 13­16 vóru tað tó heimamenninir, sum fingu ein dóm ímóti sær, og so gekk heilt galið. Ein – kanska besti – spælari hjá Rhodos skræddi sína egnu troyggju í frustratión. Onk­ ursvegna lótu dómararnir vera við at vísa manninum burtur fyri hetta, men tað var nú heldur ikki neyðugt. Báðir stjørnuspælarar teirra skeldaðust somikið óført, at venjarin vildi hava teir út, og meðan teir framvegis nýttu orku til dømingina, nýttu føroyingar hana á vøll­ inum. Úrslitið av øllum hesum varð, at føroyingar brádliga høvdu tveir dystarbóltar, og tann seinna av hesum nýttu teir so eisini til fulnar, tá Rúni smashaði sigurin heim. Og so gekk heilt galið hjá heimaliðnum. Dómarin varð kroystur inn móti net­ inum og hóttur við bæði lík­ um og ólíkum. Somikið ill­ ur var liðskiparin hjá mót­ støðuliðnum, at hjálparfólk máttu nærum bera hann burtur. Og tá dómarin eina sigarett eftir dystin gekk úr høllini, var tað við trimum løgreglumonnum aftan fyri seg. Alt hetta mundu okkara spælarar tó ikki sansa. Og gjørdu teir tað, so var tað við vissuni um, at hesa ferð vóru tað teir, sum vóru teir klókaru. Føroyar-Rhodos 3-1 (25-23, 25-23, 23-25, 25-23): 2 ár klókari Ein av spælarunum hjá Rhodos verður her mest sum neyðhildin, so hann ikki fær møguleika at leggja á dómaran Mynd: Jákup Mørk Reo-Coker til Aston Villa Aston Villa keypti í dag Nigel Reo­Coker frá Premier League­fíggindanum West Ham. Nigel Reo­Coker er ein sterkur miðvallari, sum eisini er fastur partur av enska U21­landsliðnum. Hann hevur verið sera nógv eftirspurdur seinastu tíðina, men við 93 mió. kr. hevur Aston Villa nú tryggjað sær hann. Eriksson vil hava Elmander Nýggi venjarin hjá Manchester City, svenski Sven­Göran Eriksson, hevur nú ætlanir um at keypa ein landsmann til felagið. Talan er um fyrrverandi Brøndby­áleyparan, Johan Elmander, sum til dagligt leikar í franska Toulouse. Franska felagið hevur áður víst aftur einum tilboði frá Lyon, og sigur seg vilja hava 200 mió. kr. fyri Elmander, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í Toulouse og ikki minst á svenska landsliðnum.