Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Schandorff og Sigrid gevast Hjúnini Sigrid og Schandorff Vang, sum í nógv ár hava verið drívmegin í føroyskari bogaskjóting, hava eftir øllum at døma skotið seinasta ørvin á oyggjaleikunum. Við Útvarpið í gjár segði Sigrid, at hon longu áðrenn leikirnar hevði gjørt av, at fekk hon eitt gott úrslit, so ætlaði hon at gevast. Tað sama segði Schandorff. Við hesum vilja tey gera pláss fyri yngri bogaskjúttum. Tey bæði hava verið við at tryggjað Føroyum í hópatal av heiðursmerkjum gjøgnum ár og dag, men hesir leikirnir vera eftir øllum at døma teir seinastu. 8 met í ov longum hyli Føroysku svimjararnir hava sett ikki færri enn átta oyggjaleikamet. Stafettin hjá kvinnunum eigur fýra teirra, Pál Joensen trý og Elspa Mørkøre eitt. Flott og eitt bragd í sjálvum sær. Men tað verður uppaftur flottari, um havt verður í huganum, at hylurin er 17 sentimetur ov langur. Tað vil siga at fyri hvørja longd í svomið verður, svimja tey 17 sentimetrar longur enn tey eiga, og tað ávirkar sjálvsagt eisini tíðina negativa vegin. Ikki heilt nøgdur Pál Joensen hevur sett fýra met og kann bara fegnast. Men 400 metur teinurin kundi gingið betri, heldur hann SVIMJING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Pál Joensen hevði eitt greitt mál, tá hann fór at svimja 400 metur frí í gjár. – Eg vildi undir fýra minuttir og eg veit, at eg klári tað, men tað skuldi so ikki vera hesaferð, sigur Pál Joensen, hóast hann setti nýtt oyggjaleikamet á teininum. Hann er tó væl nøgdur við restina av sínum avrikum. Ikki minst um at hava sett tvey onnur oyggjaleikamet. – Tað hevur gingið suverent og tað kennist gott nú. Men vit hava eisini vant hart, vísir Pál á. Hann nevnir somuleiðis venjaran sum ein stóran part av orsøkini til, at gekk so væl, og so eisini góðu umstøðurnar tey hava fingið. – Men hetta er so fyrsta ferðin eg eri við, og tað hevur verið øgiliga stuttligt at uppliva at vinna so nógv, sigur hann. Pál Joensen fegnast tó um hini úrslitini hjá sær á leikunum Mynd: Álvur Haraldsen Flennandi sýtti Elspa Mørkøre at svara spurninginum, um hon ikki eftirhondini var vorðin ein garantur fyri gull hvørja ferð hon fer í hylin SVIMJING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 10 gullheiðursmerki hevur Elspa Mørkøre vunnið sær á hesum leikunum. Sjálv sigur hon seg vera ógvuliga bilsna. – Eg hevði als ikki roknað við hesum. Við tíðunum vit meldaðu til við, sá tað sjálv­ andi gott út. Men man kann ikki stóla uppá hesar, vísir Elspa Mørkøre á. Spurd um man ikki eftirhondini kann líta á, at Elspa er garantur fyri gull hvørja ferð hon svimur, svarar hon flenn­ andi, at tað vil hon ikki við­ merkja: – No comment, ljóðandi láturfylta svarið. Heilt fantastiskt Elspa er av somu sannføring sum øll onnur, tá hon verður spurd um sína meting, um samlaða føroyska avrikið. – Hetta er heilt fantastiskt. Vit hava aldrin gjørt nakað líknandi, og hetta er tað besta nakað føroyskt svimji­ lið nakrantíð hevur havt. Áðrenn var tað sjey gull, meðan vit nú eru uppi á 15, so hetta er heilt ófatiligt, sigur Elspa Mørkøre, sum tó heldur at tíðirnar kundu verið eitt vet betri. – Men samanumtikið eri eg væl nøgd, og øll eru væl­ nøgd, staðfestir størsti gull­ fiskurin á føroyska liðnum. No comment! Elspa Mørkøre hevur vunnið tíggju gullheiðursmerki á leikunum Mynd: Álvur Haraldsen