Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Heimferðin broytt Føroyska ítróttarferðalagið á Rhodos riggar nú spakuliga til heimferðina. Flogið verður við tveimum leiguflogførum, og skuldi tað fyrra av hesum ætlandi fara heim á midnátt fríggjakvøldið. Tað er tó síðani broytt til 9.30 leygarmorgunin. Seinna flogfarið fer av Rhodos um hálvgum-tvey tíðina sunnumorgunin. Rhodelios vitjar Har kappingar hava verið, hevur oyggjaleikamaskotturin eisini verið. Rhodelios eitur fitta reinsdjórið, sum annars heldur til í skóginum á Rhodos. Navnið er sett saman av Rhodos, og so Helios, sum er forni grikski sólgudurin. Fýra gull, tvær silvur, eina bronsu og tvey oyggjaleika met syrgdu føroysku gullfiskarnir fyri, tá teir vóru í hylinum fyri seinastu ferð í gjár SVIMJING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 15 gull, 6 silvur og 6 bronsu bleiv tað til tilsamans í hyli- num. So nógv, nógv tað besta úrslitið í føroyskari svimjisøgu nakrantíð. Sein- asti kapittulin í hesi ótrúligu søgu varð skrivaður í gjár, tá svomið var á síðsta sinni undir opna kvøldarhimmal- inum á einum mola við Rhodos-bý. Meðan sólin spakuliga setti, hálaðu føroysku gull- fiskarnir eitt heiðursmerki fyri og annað eftir í hús, soleiðis at tað í síðsta enda gjørdist talan um fýra gull, tvær silvur og eina bronsu – tilsamans sjey heiðurs- merki úr øllum flokkum. Tvey nýggj met Men tað vóru ikki bara heiðursmerki, sum føroysku svimjararnir kundu erpa seg við. Tvey nýggj oyggja- leikamet vóru eisini sett. Tað fyrsta setti fyrsti før- oyski svimjarin í hylinum í gjár, Pál Joensen, sum svam 400 metur frí. Tíðin var 4.00,23 og tað er meiri enn eitt sekund betri enn gamla metið, sum var 4.01,42. Saman við Pál í hylinum var Andrass Thomsen, sum endaði nummar sjey við tíðini 4.15,05. Seinna metið í gjár settu kvinnurnar í stafettini. Á sama hátt sum Pál bøttu tær gamla metið við meiri enn einum sekundi, tá tær svumu fýra ferðir 100 bland- að til tíðina 4.28,79. Hetta metið merkir, at kvinnurnar nú hava sett met í øllum fýra stafettunum, tær hava luttikið í, og tað sigur ikki so lítið um dygdina á kvinnuligu føroysku svimj- arunum. Stafettin hjá monnum gekk somuleiðis væl, hóast hon ikki var heilt so góð sum hjá kvinnunum. Teir gjørdust nummar tvey aftaná Guernsey, sum hevði tíðina 3.30,54. Føroyar hevði 3.32,07. Aftur Elspa Sum ikki einaferð var tað Elspa Mørkøre, ið gjørdi størsta medaljuhálið í gjár. Tríggjar gull fekk hon við sær heim – tvær sum ein- staklingur og eina í bland- aðu stafettini hjá kvinnum. Fyrst svam hon 100 metur frí til tíðina 58,30, og tað tryggjaði henni eina gull medalju har. Her svam Sheila millum Garðarnar eisini. Hon brúkti 59,65 til sama teinin, og tað gav henni eina bronsumedalju. Síðani svam Elspa 50 metur rygg, har hon aftur vann gull, tá hon svam teinin til tíðina 30,56. Í hesi somu grein svam Bjørg Seloy, og hon kom á mál sum nummar fýra við tíðini 32,09. Seinastu gullkrónuna fekk Elspa í blandaðu sta- fettini hjá kvinnum, har hon svam rygg. Glapp hjá Kristiani Í 50 metur frí hjá monnum vóru vónirnar eisini settar upp í móti heiðursmerkjum, um ikki av besta slag, so onkrum av hinum. Tað gekk tó akkurát ikki, tí Kristian Olsen kom á mál við tíðini 24,18, og tað gav eitt fjórða pláss, sum jú er uttanfyri heiðursmerkjavídd. 24,18 er ein fín tíð hjá klaksvík- inginum, so orsøkin at einki heiðursmerki fekst var ikki, at hann svam illa, men held- ur at mótstøðumenn hansara vóru ógvuliga sterkir. Trý pláss aftanfyri Kristian kom Pauli Øssur- son Mohr við tíðini 24,96. Beiggi Paula, Jákup Øss- urson Mohr, svam seinni í 200 metur bringu. Tíð hans- ara var 2.32,79, og setti hann á aftasta pláss á hesum teini. Føroysku finalurnar hóskvøldið 400 metra frí, menn Svimjari Tíð Pláss Pál Joensen 4.00,23 1 Andrass Thomsen 4.15,05 7 100 metra rygg, menn Kári J. á Høvdanum 58,94 2 100 metra frí, kvinnur Elspa Mørkøre 58,30 1 Shaila millum Garðarnar 59,65 3 50 metra frí, menn Kristian Olsen 24,18 4 Pauli Øssursson Mohr 24,96 7 50 metra rygg, kvinnur Elspa Mørkøre 30,56 1 Bjørg Seloy 32,09 4 200 metra rygg, menn Jákup Øssursson Mohr 2.37,79 8 4X100 metra blandað, kvinnur Elspa Mørkøre 4.28,79 1 Malan Bærendsen Shaila millum Garðarnar Jutta Thomsen 4X100 metra frí, menn Poul Martin Hofgaard 3.32,07 2 Pál Joensen Pauli Øssursson Mohr Kristian Olsen Fýra aftrat til gullfiskarnar 16 gull, 6 silvur og 6 bronsur hava svimjararnir hálað heim á hesum leikunum. Tá er gullið á dupultu stafettini eisini íroknað Mynd: Álvur Haraldsen