fríggjadagur 6. juli 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 127 - 6. juli 2007 ]
Neyðugt við
lógarbroyting
Fyri fyrstu ferð luttók ein
føroyingur á oyggjaleikum í
rifluskjóting, tá hetta var á
skránni
hósdagin.
Skal
rifluskjóting eisini verða partur
av oyggjaleikunum, tá Føroyar
ætlandi skulu hýsa hesum um
átta ár, so er neyðugt, at lóggávan
á økinum verður broytt.
Í dag er nevnliga als ikki loyvi
at skjóta við riflu í Føroyum.
Hvørki so ella so. Og tí verður
neyðugt at geva møguleika fyri
undantøku, um hetta skal lata seg
gera.
-mørka
Heiðursmerkjabýtið
Hósdagin yvirhálaði Jersey okkum í
heiðursmerkjastríðnum, soleiðis at Føroyar,
hóast fimm gullheiðursmerki í gjár, fullu
aftur á næsta pláss. Jersey er tó bara eina gull
frammanfyri, meðan Gotland hevur eina færri
beint aftanfyri
Jersey
24
33
21
Faroe Islands
23
15
11
Gotland
22
14
9
Rhodos
18
12
13
Guernsey
16
18
24
Isle of Man
10
13
21
Cayman Islands 9
6
5
Bermuda
7
11
17
Menorca
7
9
9
Áland
6
5
10
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Eg var púrasta útlúgvaður, og eg veit ikki,
um eg hevði orkað eitt sett afturat
Rúni Weihe
Bergur Ingvarsson
endaði aftast, tá hann
skeyt 50 metur riflu í
gjár. – Hetta var ikki
tað besta eg skjóti,
men upplivingin var
fínasta slag, sigur
hann
SKJÓTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Banin riffluskjúttarnir skutu
á hósdagin varð gjørdur
upp á 30 tímar. Tað upplýsti
Vassilis Delios, chief range
officer á 25 metrum, tá vit
vitjaðu á bananum í gjár.
Tað sást eisini.
– Hetta er ein nokkso
primitivur bani, staðfesti
Bergur Ingvarsson, tá hann
var liðugur at skjóta. Hann
endaði aftastur av 13 skjútt
um.
Umframt tað, at banin
var keðiligur, var eisini tal
an um nokkso óvandar
umstøður hjá unga manni
num.
– Eg eri vanur við, at alt
er elektroniskt so skivurnar,
vit skjóta eftir, koma inn
hangandi á einum bandi, og
soleiðis stilla siktið eftir tí.
Her var einki sovorðið, so
eg mátti læna mær ein
kikara, so eg kundi fylgja
við úti á skivuni so hvørt eg
skeyt, greiðir Bergur frá.
Trupult men stuttligt
Sjálv skjótingin gekk ikki
heilt sum ætlað. Av tí at um
støðurnar vóru sum tær
vóru, hevði Bergur valt at
stilla upp til eina liðkapping
týsdagin, har tveir og tveir
skutu saman. Bergur var tó
einsamallur, men fór við
fyri at venja seg við nýggju
umstøðurnar. Í gjár varð so
kappast í einstaklingum. Tá
gekk betur enn týsdagin,
men ikki heilt sum ætlað.
– Seinasti rundan eg
skeyt var tann besta á túri
num. Hatta var tó ikki tað
besta eg skjóti, men upp
livingin var fínasta slag, sig
ur
Bergur,
sum
tekur
soleiðis
samanum
sínar
fyrstu oyggjaleikir:
– Tað var trupult, men
stuttligt og eg havi lært nógv,
so talan hevur verið um eina
góð og spennandi uppliving,
sigur hann, hóast hann end
aði aftast í rifluskjótingini.
Bergur Ingvarsson taldist
millum yngstu luttakararnar
í kappingini, og tá hann ikki
var vanur við slíkar umstøður
sum tær á Rhodos, hava
hinir skjúttarnir hjálpt hon
um væl.
– Tú mást bara njóta hetta
hava teir sagt við meg. Nú
veit eg hvussu hetta gongur
fyri seg, so um tvey ár eri
eg klárur, sigur Bergur Ing
varsson.
Deilig uppliving
– Nú veit eg hvussu hetta
gongur fyri seg, so um tvey
ár eri eg klárur, sigur Bergur
Ingvarsson
Mynd: Álvur Haraldsen