fríggjadagur 6. juli 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 128 - 6. juli 2007
Við hesum verður søkt eftir kokki til Strandfaraskip Landsins at seta í fast starv frá 10.
septembur 2007.
Viðkomandi skal byrja umborð á Smyril,
men kann til eina og hvørja tíð verða fl uttur
umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum
Landsins.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í
mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið
ein er settur umborð á.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávan hjá kokkinum er at
matgera til manningina og matsøluna
umborð.
Kokkurin hevur ábyrgd av:
• At reinføri er eftir galdandi ásetingum
• Tryggja at trygdin umborð er í samsvari
við altjóða krøv
• Tryggja gott samstarv við myndugleikar
og aðrar samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• Vinnubræv sum skipskokkur
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Heilsuprógv
• Sløkkiskeið
• Fyrsta hjálp
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkjuskap
Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv
• Fakligar avbjóðingar
• Eitt starv sum tú sleppur at skipa og
menna
• Gott samanhald
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi 16.juli 2007.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Heina á Borg,
deildarleiðara tlf. 34 30 00 lokal 3061, ella
e-post: hab@ssl.fo
Kokkur
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.
TFRØ
RØÐI VIST
ÐI VISTFRØÐ
VIST FRØÐI VISTFR
STFRØÐI VISTFRØÐI VI
RØÐI VIST FRØÐI VISTFRØÐ
ØÐI VISTFRØÐI VISTFRØÐI VIST
FRØÐI VIST FRØÐI VISTFR
VISTFRØÐI VISTFRØ
ØÐI VIST FRØÐI V
STFRØÐI VI
VIST F
RØ
Keypssamtøkan í Miðbýnum
Vitan um rávøruna gevur borðgleði
Hóskvøldið 12. juli kl. 20 fer Katrine Terkelsen
at halda fyrilestur um vistmeti. Katrine er út
búgvin á Suhrs Seminarium í Keypmannahavn
sum bachelor í føðigóðsku og heilsu.
Fyrilesturin, sum verður í Keypssamtøkuni í Dr.
Jakobsensgøtu, byrjar klokkan 20 við, at luttak
ararnir fáa vistfrøðiligt kaffi.
Síðani sigur Katrine frá í uml ein tíma, til høvi
verður at smakka óteljandi sløg av vistmeti.
Høvi verður eisini at keypa vistfrøðiligar vørur
heim við sær.
Atgongumerki (avmarkað tal) fáast fyri kr 20,
í breyðsøluni í FK Dr. Jakobsensgøtu.
Føroya
Keypssamtøka
Dr. Jakobsengøtu
Brúkarakvøld um
Vistmeti
Handilin við silkiklæðum
úr eysturlondum, Kina,
Tailandi, og Indien.
Komið og hyggið – nógv
nýtt og spennandi!
– a touch of the Orient
Opið er soleiðis:
fríggjadag og leygardag
frá kl. 13.00 – 17.30
(ella eftir avtalu)
Mikkjalstrøð 11
tlf 31 37 57 / 27 22 12
Arbeiðsloysisskipanin
Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 349550 • Fax 349551
als@als.fo • www.als.fo
Summarfrí
Vegna summarfrí er avgreiðslan stongd frá
mánadegnum 16. juli til fríggjadagin 3. august,
báðir dagar íroknaðir. Opið verður aftur sum
vanligt mánadagin 6. august.
Telefonavgreiðslan er tó opin mánadag til
fríggjadag kl. 10:00 - 12:00. Eisini er møguligt
at seta seg í samband við ALS um telefax ella
teldupost.
Útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli fyri skeið 14 og
15 verða avgreidd sum vanligt.
16. juli – 3. august
sansir.fo
lýsingar