fríggjadagur 6. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2007
29
BÚSTOVNURIN SLÓÐIN
SØKIR LEIÐARA
www.almannastovan.fo
Slóðin er bústovnur í Tórshavn,
normeraður til 5 ung fólk undir
18 ár við sosialum, kensluligum
ella sálarligum trupulleikum.
Endamálið við stovninum er at
geva teimum ungu umsorgan
og mennandi umstøður, so tey
í framtíðini við treysti megna at
taka ábyrgd av egnum lívi.
Í løtuni starvast umframt leið-
ari 8 starvsfólk á stovninum.
Núverandi arbeiðsøkið hjá
leiðaranum er, við tilvísing til
stjóran á Almannastovuni, at
hava ta dagligu ábyrgdina av
bústovninum “Slóðin”.
Harafturat skalt tú samstarva
við aðrar líknandi stovnar og
onnur á nógvum økjum.
Stovnsøkið undir Almanna-
stovuni fevnir um stovnar á
barnaverndar- og brekøkinum.
Tað er av stórum týdningi at
stovnarnir alla tíðina laga seg
til tørvin og eru við til at
menna tilboðini, so at tey eru
hóskandi til tann tørv, ið til eina
og hvørja tíð er.
Vit kunnu bjóða tær eitt spenn-
andi starv við nógvum og fjøl-
broyttum avbjóðingum og við
møguleika fyri persónligari og
fakligari menning.
Søkt verður eftir virkisfúsum
persóni við viðkomandi útbúgv-
ing, so sum pedagogur, sosial-
ráðgevi, sálarfrøðingur, ella
líknandi.
Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at
venda sær til Petru Johnsdóttir
Joensen, stjóra, á tel. 353510.
Skrivlig umsókn saman við
prógvi o.ø. skal vera Almanna-
stovuni í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. juli 2007,
kl. 12.
Umsóknin skal sendast til:
Almannastovan, Smyrilsvegur
20 Postboks 3096, 110
Tórshavn.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
VIT BJÓÐA
Nýggjur orkupolitikkur skal fremjast, og nýggj
elveitingarlóg er samtykt. Vit fara tí undir at
arbeiða miðvíst við orkupolitiskum átøkum,
soleiðis at vit kunnu økja um gagnnýtsluna av
varandi orkukeldum og seta orkusparandi tiltøk í
verk.
Vit bjóða eitt nýtt starv á loyvis- og orkudeildini,
har møguleiki verður at arbeiða í einum
spennandi umhvørvi við góðum eftirútbúgvin-
garmøguleikum, og har tú í stóran mun sjálv/ur
fær ávirkan á og ábyrgd fyri at menna starvsøkið.
ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Ynskiligt er, at tú hevur kandidatprógv frá hægri
lærustovni umframt viðkomandi royndir.
Tú skalt kunna arbeiða bæði við yvirskipaðum
evnum og praktiskum málum og hava góð evni at
samstarva og at samskifta málsliga og skrivliga -
eisini á norðurlendskum og enskum máli.
LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi, á telefon
357000 ella við telduposti til sij@jardfeingi.fo.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og
skjølum skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi
15. august 2007.
Adressan er: JARÐFEINGI, Brekkutún 1, Postboks
3059, 110 Tórshavn.
JARÐFEINGI er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út
kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi umfatandi hesar høvuðspartar:
kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði.
Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru:
a) Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
b) Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku.
c) Jarðfrøðiligar og náttúrulandafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing.
Áhugavert starv á Jarðfeingi
Ert tú verkfrøðingur, og hevur tú áhuga fyri orkuviðurskiftum?
JARÐFEINGI søkir eftir einum verkfrøðingi at byrja skjótast til ber.
Arbeiðið á stovninum er føltáttað. Vit samstarva og samskifta við nógv viðskiftafólk, myndug-
leikar og stovnar bæði her heima og uttanlands.
FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE
WWW.JARDFEINGI.FO
Barsilsskipanin
Smyrilsvegur 20 • FO-100 Tórshavn
Tel 35 35 55 • Fax 35 35 56
barsil@barsil.fo • www.barsil.fo
Summarfrí
Vegna summarfrí er avgreiðslan stongd frá mánadegnum
16. juli til fríggjadagin 3. august, báðir dagar íroknaðir. Opið
verður aftur sum vanligt mánadagin 6. august.
Telefonavgreiðslan er tó opin mánadag til fríggjadag kl.
10:00 - 12:00. Eisini er møguligt at seta seg í samband við
Barsilsskipanina um telefax ella teldupost.
16. juli – 3. august
sansir.fo
Kunningarstovurnar kring landið
Tórshavn
Tel. 302425
Fuglafjørður Tel. 444860
Runavík
Tel. 417060
Klaksvík
Tel. 456939
Vágar
Tel. 333455
Sandoy
Tel. 361836
Tvøroyri
Tel. 372480
Vágur
Tel. 374342
Nólsoy
Tel 327060
Skopun
Tel 361704
Vestmanna Tel 471500
lýsingar