Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] Um vikuskiftið vera fýra dystir í Formuladeildini. Serliga spennandi uppgerð verður í Runavík, har NSÍ skal royna at hanga í B36, meðan mótstøðuliðið KÍ skal leggja enn størri sjógv niður til botnliðini Formuladeildin Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Vegna framskundaðu upp­ gerðina millum HB og B36 í farnu viku, sum uppruna­ liga skuldi vera hetta viku­ skiftið, eru tey bæði liðini longu farin í summarsteðg. Hetta er kanska unt teimum væl, tí teimum fyri framman standa nevniliga altjóða dystir í Evropa. Tað skal EB/Streymur tó eisini, men eftir hetta umfarið fara teir somuleiðis í summarsteðg saman við øllum hinum føroysku liðu­ num. Hálv grannauppgerð Eftir at undirsjóvartunnilin er komin undir Leirvíks­ fjørð, eru dystirnir millum NSÍ og KÍ næstan gjørdir til grannauppgerð. Eftir úrskurðin hjá aga­ nevndini í FSF, sær støðan í oddinum hjá NSÍ nú øðrvísi út. B36 hevur runnið eftir teimum í nøkur umfør, men eftir at B36 fekk tvey stig afturat kontuni vegna úrskurðin hjá FSF, er tað nú NSÍ, sum skal renna eftir B36. Í kapprenningini skal NSÍ seta síðsta endaspurtin inn áðrenn summarsteðgin. Hetta skulu teir gera ímóti KÍ, sum mikukvøldið tókt­ ist at hava fingið fótin fyri seg aftur. Hetta er uppleggið til ein sera spennandi dyst, sum verður við Løkin sunnudagin kl.15. Í dystinum móti AB miku­ kvøldið var talan um sera álopskendan fótbólt hjá KÍ. Tískil kann tað vera sera spennandi at síggja hvussu KÍ fer at royna seg móti NSÍ, sum eisini hevur spælt álopsfótbólt í ár. Formurin stendur royndina Í Gøtu fær GÍ vitjan av VB/ Sumba. Undan dystinum móti B36 seinasta viku­ skiftið, hevði koyrt sera væl hjá GÍ. Men liðið varð tann dystin so at siga blást av vøllinum, og skulu teir í hesum dystinum tískil royna at fóta sær aftur. Tað skulu teir ímóti einum øðr­ um liðið, ið eisini skal fáa fótin fyri seg. Nevniliga VB/Sumba. Her kann sigast, at hvørki av liðunum kann brúka ein javnleik til nakað sum helst. GÍ kann við einum sigri yvirhála HB á fjórða plássi, Við – ikki við Formula-deildin GÍ – VB/Sumba Rúni Gaardbo NSÍ – KÍ Jens P. Brattalíð EB/Streymur – B71 Eiler Rasmussen AB – Skála Páll Augustinussen Síðsta umfar undan su Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 16 11 - 3 - 2 28,1 10 18,1 36 2 NSÍ 15 10 - 2 - 3 25 13 12 32 3 EB/S 15 9 - 2 - 4 25 16 9 29 4 HB 16 7 - 3 - 6 31 23 8 24 5 GÍ 15 6 - 4 - 5 22 29 -7 22 6 Skála 15 6 - 1 - 8 17 22,1 -5,1 19 7 B71 15 5 - 3 - 7 24 26 -2 18 8 KÍ 15 4 - 3 - 8 23 23 0 15 9 AB 15 2 - 4 - 9 18 29 -11 10 10 VB/S 15 2 - 3 - 10 12 34 -22 9 Dómarayvirlit Ikki við: Fróði Clementsen (knæskaða) Morten Overgaard ( leikbann) Peter Christiansen (leikbann) Jón Nielsen (burturstaddur) Ikki við: Hanus Clementsen (knæskaða) Símin Hansen (leikbann) Magnus Olsen (burturstaddur) Allir tøkir Við aftur: Hans Pauli Petersen (eftir leikbann) Ikki við: Sámal Joensen (vøddaskaða) Hans Jørgen Djurhuus (knæ- skaða) Tomasz Sajdak (vøddaskaða) Niclas Niclassen (burturstaddur) Erling Jacobsen (burturstaddur) Ivasamir: Poul Ennigarð