Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 127 - 6. juli 2007 ] mmarsteðginum U-17 kvinnulandsliðið úttikið U-17 landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Álvur Hansen og Magni Jarnskor, hava tikið út hópin, sum skal taka lut í kapping í Aberdeen í døgunum frá 15. juli til 22. juli. Leikararnir, sum er tiknir út, eru hesir: Bjarta O. Johansen, Elin Jacobsen og Gunn M. Hentze úr HB, Elin S. Holm, Lisa í Liða og Mona Breckmann úr AB, Guðrið Vestergaard, Steintóra G. Joensen og Sunneva Tausen Magnussen úr VB/Royn, Kristinbjørg Fredriksberg, Bára Bertelsen, Fríðrún Danielsen og Oddrún Danielsen úr Skála, Maria Samuelsen úr FS Vágum, Eina S. Kalsø og Ása Klakstein úr KÍ og Jakoba Sevdal og Eir Hansen úr NSÍ. meðan VB/Sumba við ein- um sigri kann yvirhála AB á næstaftasta plássi. Tíksil stendur somuleiðis eitt hægri pláss upp á spæl, tá ið dysturin í Sarpugerði verður bríkslaður í gongd longu leygardagin kl.15 av Rúna Gaardbo. Sundalagsmenn halda í EB/Streymur fær sunnudag- in vitjan av B71. B71 hevur skelkað fleiri lið í ár, og ferð eftir ferð verið tætt við at fingið javnleik og sigrar. Soleiðis var eisini dysturin millum hesi bæði liðini, tá ið tey fyri hálvum triðja mánað síðan møttust heima á Sandi. Her vann EB/ Streymur dystin 3-2, men B71 var tætt við at fáa útjavnandi málið. Á stigatalvuni má EB/ Streymur sigast at hava størsta tørvin á stigunum. Teir eru framvegis partur av oddastríðnum, og fyri at halda stigarmunin við javnt, eru stigini alneyðug. B71 skal hinvegin ongantíð und- irmetast, og møgulig stig hjá teimum eru sjálvandi eisini kærkomin. Í løtuni eru teir átta stig frá niður- flytingarvandanum, men eitt gott hál hjá AB ella VB/ Sumba eftir summarsteðgin kann meir enn væl gera tað vandamikið hjá sandsmonn- um. Eisini er dysturin ein roynd fyri bæði liðini. Í fjør megnaði EB/Streymur ikki at halda fast um oddasessin, og B71 hevur eiheldur nakran serliga breiðan hóp. Tískil kunnu liðini kappast móti hvørjum øðrum um, hvat av liðunum klárar at halda longst út. Skálamenn til Argir Á Argjum standa lillaðu argjamenninir og bjóða skálamonnum vælkomnar. AB heldur fram áhaldandi bardagan um at yvirliva í Formuladeildini. Skála hevur hinvegin okkurt at prógva, eftir at teir við setanini av John Petersen sum venjara veruliga fingu glið á spælið. Kemur eyð- kenda Skála-spælið til sjóndar, kann hetta tykjast at gera ov stórur biti hjá AB, sum ikki hevur fingið stig síðan teir koppaðu B36 á heimavølli. Nevnast kann eisini, at hetta er fyrsti dystur á vøllinum á Argjum, eftir at teir syftu B36. Skála liggur níggju stig undan niðurflytingarvanda- num, men hetta tykist ikki at vera nøkur hóttan. Teir hava funnið sítt spæl, og hetta spælið røkkur óivað longri enn eitt uppihald í botninum av deildini. Hjá AB var als ikki nógv skipað spæl at hóma í dysti- num móti KÍ mikukvøldið, og broytist hetta ikki sunnu- dagin, gerst hetta ein stórur vansi fyri AB. Hetta tí mót- støðuliðið júst hevur hetta sum styrki, og at Skála stundum kann spæla sera góðan fótbólt. AB hevur tó víst í ár, at teir duga at standa í verju- støðu. Tískil gerst tað als ikki lætt at vinna á teimum, og harvið verður lagt upp til ein spennandi dyst hóast alt. Við – ikki við Tveir ungarar til EB/Streym Tveir ungarar vóru í gjárkvøldið og royndarvandu við Formulaliðnum hjá EB/Streymi, og tað gekst so mikið væl hjá teimum báðum, at EB/Streymur hevur gjørt avtalu við teir báðar fyri tað, ið eftir er av kappingarárinum. Talan er um Károly Potemkin, sum spælir í álopinum, og Zsolt Szekeres, sum spælir á miðvøllinum. Teir báðir vera so við til at styrkja um hópin hjá EB/Streymi restina av kappingarárinum. KÍ vann fyrsta dystin í kappingarárinum ímóti NSÍ í Klaksvík, men NSÍ hevur enn ongan dyst tapt á heimavølli, tí verður ikki lætt hjá KÍ, tá teir vitja við Løkin. Mynd: Álvur Haraldsen Ikki við: Atli Danielsen ( leikbann) Allir tøkir Við aftur: Arnhold Berg (eftir leikbann) Ikki við: Pauli G. Hansen (burturstaddur) John Petersen (burturstaddur) Við aftur: Martin Tausen (eftir leikbann)