fríggjadagur 6. juli 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2007
43
Dómaraskrivstovan
Skrivstovuleiðari
(administrativ kontorleder)
starv sum skrivstovuleiðari á Dómara
skrivstovuni er leyst at søkja til setan 1.
september 2007.
starvið er fulltíðarstarv.
Høvuðsuppgávur:
• starvsfólkafyrisiting
• Umsiting
• kunning
• samskifti
Førleikakrøv:
• skrivstovuútbúgving ella líknandi
útbúgving
• Góð evni at samskifta
• Áhuga og førleika innan
starvsfólkaleiðslu
• Góð samstarvsevni
Setanar- og lønartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært felags
sáttmála millum statsansattes kartel og
Finansministeriet og sáttmála millum Hk/
stat og Finansministeriet. viðkomandi,
sum sett/ur verður, verður lønt/ur sum
deildarleiðari i á skalatrin 39 við eini
byrjunarløn uppá 26.650 kr. Haraftrat
kemur eitt føroyatillegg uppá 2.202 kr. um
mánaðin.
tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgv
ing og royndir innan leiðslu. møguleiki
verður at luttaka á skeiðum, sum verða
fyriskipað av Domstolsstyrelsen.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú
venda tær til kathrinu magnussen, skriv
stovuleiðara, á telefon 31 10 03 innan 12.
juli 2007 ella Hendrik møller, adm. sorin
skrivara aftaná 22. juli 2007 og fáa út
flýggjað vegleiðandi starvslýsing viðvíkjandi
starvsuppgávum hjá einum skrivstovuleið
ara.
Umsóknir:
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu
sendast til
Dómaraskrivstovuna
Postboks 28
Fo110 tórshavn
ella sum teldupostur til
post@sorinskrivarin.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 1. august 2007 kl. 12.00.
SorinSkrivarin í FøroyUm
tann 4. juli 2007
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Býlingshúsið Norðasta Horn søkir eftir trimum pedagogum at
arbeiða 30-40 tímar um vikuna. Størvini eru í barnagarðsstovu og
verða sett 6 august ella eftir nærri avtalu. Eisini søkja vit eftir
einum pedagogi í farloyvisstarv 30 tímar um vikuna í vøggustovu
frá 1 august til 31.oktober 2007. Hjálparfólk eru eisini vælkomin at
søkja størvini.
Stovnurin
Í býlingshúsinum hava vit eina vøggustovu við 12 børnum tvær
barnagarðsstovur, við ávikavíst 17 og 19 børnum.
Stovnurin er júst umbygdur, soleiðis at hølisumstøðurnar eru sera
góðar. Afturat verandi rúmum hava vit fingið nýtt starvsfólkarúm,
verkstøð og samtalurúm. Garðurin er stórur og avbjóðandi. Har
hava vit eisini eitt verkstað til leir, timbur, o.t.
Somuleiðis hava vit frálíkan fótbóltsvøll.
Stutt er út í hagan og ánna. Fram við Sandá/Tvørá hava vit trý
vælútgjørd pláss við smáttum og bálplássum, har bert hugflogið
setur markið.
Okkara mál
Vit vilja geva børnunum ein mennandi og spennandi gerandisdag, har
dentur verður lagdur á at menna sjálvsálitið, sjálvsvirðingina, hugflog,
kreativitet, sosialar førleikar og kunna tey um okkara søgu og
mentunarvirðir.
Vit søkja eftir fólki sum vil:
• geva børnunum ein spennandi dag við avbjóðingum í mennandi
umstøðum.
• vera við at skapa umstøður, har børn, foreldur og starvsfólk trívast.
• luttaka og mynda arbeiðið á stovuni/stovninum.
• vera ein positiv og góð fyrimynd fyri børnini.
Meira fæst at vita
við at ringja til tlf. 210906 og tosa við Óla.
Umsóknir
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Býlingshúsinum Norðasta Horn, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi
í seinasta lagi 21. juli 2007.
Tórshavnar kommuna
Pedagogar [endurlýsing]
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Av tí at okkara dugnaliga verkstaðsfólk hevur valt at taka við
nýggjum avbjóðingum, verður søkt eftir verkstaðsfólki til
nýmótans verkstað kommununnar.
Á verkstaðnum, ið er knýtt at sløkkiliðsstøðini, starvast í løtuni
seks fólk, ið hava ábyrgd av øllum maskinum og akførum hjá
kommununi. Talan er um umleið 100 rullandi eindir.
Vit bjóða
Eitt starv við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum í einum sera
spennandi umhvørvi. Góðar arbeiðsumstøður á einum verkstaði
við góðari útgerð.
Arbeiðsuppgávur
Nakrar av høvðusuppgávunum hjá verkstaðsmanninum
verða m.a.
• umvæling av maskinum, bilum, tólum o. t.
• annars vanligt verkstaðsarbeiði
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at viðkomandi hevur útbúgving sum bil/lastbil-
mekanikari, maskinsmiður e.l.
Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur førarabræv til akfar
yvir 3500 kg., er handaligur, hevur prógv innan onkra av nevndu
útbúgvingum og hevur fyrstahjálparprógv.
Nevnda koyrikort og fyrstahjálp kann takast innan seks mðr. eftir
setan.
Setanarviðurskifti
Starvið er mánaðarlønt eftir sáttmála millum Landsfelag Hand-
verkaranna og Fíggjarmálaráðið, og verður sett skjótast til ber.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gullak Poulsen,
virkandi verkstaðsleiðara, ella Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, á
tlf. 302100.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og
royndir skulu vera Snarskivuni, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi
í seinasta lagi 23. juli 2007 kl 12.00. Merk umsóknina “Verkstaðs-
fólk”.
Tórshavnar kommuna
Verkstaðsfólk
Bátur til sølu
Um hóskandi boð fæst, er trolbáturin/línubáturin
MS Niclas til sølu, við øllum loyvum.
Áhugað kunnu ringja 220007.
lýsingar