Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 128 - 6. juli 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Av tí at okkara dugnaligi verkstaðsleiðari hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum, verður søkt eftir nýggjum verkstaðs- leiðara til nýmótans verkstað kommununar. Verkstaður Á verkstaðnum, ið er knýtt at sløkkiliðsstøðini, starvast í løtuni seks fólk, ið hava ábyrgd av øllum maskinum og akførum hjá kommununi. Talan er um umleið 100 rullandi eindir. Starvið Verkstaðleiðarin hevur, umframt rakstrarligu ábyrgdina av verkstaðnum, ábyrgdina av nýkeypi av øllum amboðum og maskinum. Talan er um eina játtan á 6,5 mió. kr. um árið. Til hetta krevst, at tú hevur hug og hegni at samskifta við veitarar, umframt at tú í ávísan mun mást rokna við ferðing, bæði í Før- oyum og í Evropa í samband við kunning um nýggja tøkni og útskifting/nýkeyp av amboðum og maskinum. Førleikakrøv Kommunan roknar við, at tú hevur útbúgving innan bilsmíð, maskinsmíð ella líknandi, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg og hevur áræði, er arbeiðssamur, opin og hevur góð samstarvsevni. Leiðslu- og samráðingarroyndir eru ein fyrimunir. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og er lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsmannafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra á tlf. 302100. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar Kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 23. juli 2007 kl. 12.00. Tórshavnar kommuna Verkstaðsleiðari og innkeypari Um hóskandi boð fæst Eru hús á Oyrabakka til sølu Grundstykki: 1.299 m2 til víddar, herav vegur 232 m2. Hjallarahædd: 2 hjallararúm við fýrrúmi + 1 baðirúm. Miðhædd: Køkur, stova, kamar, inngongd, alrúm. Loft: 4 kømur, 1 wc Byggiár: 1926. Eru væl røkt Áhugað kunnu ringja: 592134 Summarfrí Vegna summarfrí er Sjúkrakassin stongdur frá 16. juli til og við 10. august 2007 Havnar SjúkrakaSSi Tilboð Tilboð ynskist uppá arbeiði at skifta tekju á missiónshúsinum á Tvøroyri, 370 m2 úr alu­ minium. Nærri fæst at vita um arbeiðið á tlf. 371683 ella 222904 / 224040. Vegna stýrið Helena Petersen 800 Tvøroyri lýsingar