fríggjadagur 6. juli 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2007
45
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo
Skrivari til Hoyvíkar skúla
Søkt verður eftir skrivara til Hoyvíkar skúla at arbeiða hálva tíð.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Hoyvíkar skúla,
Postboks 3073, 110 Tórshavn í hendi innan fríggjadagin 20. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Arge, skúlastjóra, tlf. 227603.
Pedagogar til Býlingshúsið millum Gilja
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 20-25 tímar um vikuna á vøggustovu at byrja 15. august
ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er millum kl. 8.30 og 14.00.
Søkt verður eisini eftir pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 16 børnum at
byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 12 barnagarðs-
børnum og 3. vøggustovubørnum at byrja 15. august ella eflir nærri avtalu. Starvið er eitt farloyvis
starv til 2. januar 2008.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum
millum Gilja, Postsmoga 3165, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Guttesen, leiðara á telefon 302222 / 272545 ella
á www.123hjemmeside.dk/millum-gilja
Pedagogur til Dagstovnin í Kaldbak, Flatnagarður
Søkt verður einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri
avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum í
Kaldbak, Flatnagarður, 180 Kaldbak í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensinu Magnussen stovnsleiðara, tlf 302410, 273766
ella 0045 28444766.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
lýsingar