Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 6 Bo Sandberg hevur eftir 21 ár, sum virkin í baklandinum hjá danska Javnaðarflokkinum, tikið stigið úr baklandinum og út á meginpallin. Hálvi føroyingurin er uppstillaður sum umboðið fyri Javnarflokkin í sonevndu Falkonerkredsen. Hann er sostatt eitt av 12 valevnum hjá Javnaðarflokkinum í Storkreds København, eitt valdømi við umleið eini hálvari millión av veljarum. Væntandi fær flokkurin eini fimm-seks av teimum 20 plássunum, ið eru í Storkreds København. Á sama lista sum Bo Sandberg er floksformaðurin Helle Thorning-Smith, ið fer við einum av sessunum. Men Bo er sum fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum í Keypmannahavn eitt kent andlit millum javnaðarfólk, og tað tykist ikki ósannlíkt, at hann kann gerast limur á fólkatinginum eftir næsta val. Við Føroyum undir húðini Vit hitta Bo Sandberg í garðinum uttan fyri heimið. Hann hevur alt lívið búð í hesum stóru múrsteinshúsunum í Sionsgade 5C uttarlagað á Eystaru Brúgv í Keypmannahavn eitt hanagleiv frá Svanemøllen jarnbreytarstøðini. Inntil hann var 21 ár, búði Bo heima hjá foreldrunum. Síðan flutti hann í minnu grannaíbúðina og búði har, inntil hann, konan og teir tríggir synirnir fyri stuttum býttu um íbúð við foreldrini, ið ikki longur hava tørv á so stórari íbúð. Bo gekk í skúla 20 metrar frá úthurðini og í barnagarði nakrar metrar longri burturi, somu stovnar har teir tríggir synirnir Eg havi Føroyar u – Eg veit, at danski Javnaðar­ flokkurin av góðum grundum var sera illa dámdur millum føroyingar í Nyrup árunum, og eg haldi, eisini at atburðurin hjá stjórnini yvir fyri Maritu Petersen í bankamálinum var forferdiligur. Eg vóni, at kunna vera við til at gera viðurskiftini betur um eg sleppi á Fólkating, sigur hálvi føroyingurin Bo Sandberg, ið er uppstillaður fyri Javnaðarflokkin í Storkreds København til komandi Fólkatingsval Bo um E.S. Eg eri sera nógv fyri E.S. Eg var eitt hálvt ár í Bruxelles og starvaðist í E.S. Parlamentinum fyri nøkrum árum síðan. Sjálvandi eru onkur ting, ið kundu verið gjørd annarleiðis, men eg haldi í stóru linjum, at E.S. er gott. Hetta er eitt samstarv, sum setur demokratiið í politiskar karmar. Bo um kappróður Mær dámar væl at síggja kappróður, var í fjør á Vestanstevnu. Eg haldi, at Útvarpið er ein stórur partur av kappróðrinum, at hoyra frásagnirnar í Útvarpinum gevur eina kenslu av tryggleika og hita. Mær dámar væl at taka myndir, og kappróður gevur sera flottar myndir. Mær dámar eisini væl nøvnini: Hvessingur, Gongurálvur, Fípan Fagra. Eg ætli mær eisini út á Bryggjuna í Keypmannahavn at hyggja at kappróðri á ólavsøku í ár. Samrøða Niels Uni Dam blaðmaður nielsuni@sosialurin.fo