Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 128 - 6. juli 2007 Vinnumálaráðið og felagið, sum ætlar í holt við undirsjóvartunnil ímillum Eysturoy og Streymoy, eru nú farin undir samráðingar um treytirnar Skálafjarðar­ tunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er aftur gongd í málinum um at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Málið hevur ligið í dvala í nakrar mánaðir ímeðan bíðað hevur verið eftir, at Vinnumálaráðið var til reiðar at taka upp samráð­ ingar við tunnilsfelagið um treytirnar fyri at gera tunnilin. Men í gjár var so fyrsti fundurin ímillum tunnils­ felagið og Vinnumálaráðið. Og tað var avgjørt ein fundur, sum gevur tunnils­ monnunum góðar vónir um, at tað fer at eydnast at finna eina semju. Fundurin í gjár var mest at samanbera við ein fyrireikandi fund, har báðir partar løgdu síni sjónarmið fram. Síðani skulu fleiri fundir verða fyri at fáa avtalu um tær ítøkiligu treytirnar. Men fyrst skal summarfrítíðin fáast afturum, so teir fundir­ nir verða ikki fyrrenn í næsta mánaði. Dávid Reinert Hansen í stjórnini fyri Skálafjarðar­ tunnilin, sigur, at av tí, at talan var um eitt slag av fyrireikandi fundi, er partarnir ikki komnir til nakað serligt av tí ítøkiliga í málinum. Men hann væntar avgjørt, at tað fer at bera til at finna eina semju. Tað, sum hevur størstan týdning fyri felagið, sum ætlar at gera tunnilin, eru sjálvandi tær fíggjarligu treytirnar ­ Tað, sum vit leggja dent á, er at fáa eina avtalu, sum gevur felagnum tað neyð­ ugu trygdina fyri íløguni so at tað ber til at fara undir verkætlanina, sigur hann. Og í hesum sambandi hava loyvistreytirnar sjálv­ sagt avgerðandi týdning og sostatt hevur tað týdning at fáa greiði á, hvørjar treytir Vinnumálaráðið fer at seta til tann fíggjarliga partin Í hesum sambandi verður tað avgerðandi fyri, hvussu stórt avkast, Vinnumála­ ráðið fer at loyva íleggjar­ unum at fáa, hvussu nógv Vinnumálaráðið fer at leggja seg út í, hvat tað skal kosta at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin og fyri, hvussu long loyvistíðin verður, til tað almenna skal yvirtaka tunnilin og hvørja ábyrgd, tunnilsfelagið skal hava av at halda tunnilin, og so framvegis. ­ Alt hetta eru spurningar, sum vera avgerðandi fyri áhugan at gera íløgur í ætlanina og sostatt fer tað eisini avgerandi týdning fyri, um tað letur seg gera at fara undir verkætlanina, sigur hann. Ætlanin kann halda tìðarætlanin fyri tunnilin hevur verið, at farast skal undir sjálvt arbeiðið í seinnu helvt næsta ár og at tað skal vera koyrandi á heysti í 2012. Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri tunnilin, segði fyri Sosialinum her­ fyri, at hann metti fram­ vegis, at tað ber til at halda hesa tíðarætlanina. ­ Er vilji til staðar er eigur tað at bera til at halda hesa tíðarætlanina, segði nevn­ darformaðurin. Hann mett ikki, at samráðingarnar um loyvis­ treytirnar áttu at vera serliga torførar ella fløktar. ­ Tosa báðir partar sama mál, eigur tað rættiliga skjótt at bera til at finna útav, um tað ber til at fáa semju um loyvistreytirnar, torførari enn so er tað ikki helt hann. Hann metti sostatt eisini, at tað skuldi borið til hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at lagt verk­ lagslóg fyri Løgtingið í heyst fyri at arbeiðið kann bjóðast miðskeiðis næsta ár og so kann arbeiðið so smátt byrjað seint næsta ár. Hann helt eisini, at Skálafjarðartunnilin er eitt so stórt mál, at hann gekk útfrá, at tað verður raðfest rættiliga frammaliga. Neyðugt at fáa trygd fyri íløguni í Skálafjarðartunnilin Samráðingarnar um undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy fingu eina góða byrjan í gjár. Frá vinstru eru tað Kristian Petersen stjóri í Skálafjarðartunlinum, Ingi Højgaard, nevndarformaður í Skálafjarðartunlinum, Dávid Reinert Hansen, stjóri í Skálafjarðartunlinum, Niels Winther frá Vinnumálaráðnum og Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki Áðrenn vanligur fiskiskapur skal skerjast, skulu allir frítíðarfiskarar steðgast, eisini teir, sum sum bara fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, sigur Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum fiSkiSkapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum hava hug at gera tað forboðið at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, fáa fullan stuðul úr Fiski­ mannafelagnum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, stað­ festir, at tað kann ikki vera talingur um at skerja fiskidagarnar, fyrrenn alt, sum eitur frítíðarfiski­ skapur, er steðgaður fyrst. Jan Højgaard sigur, at skulu fiskidagarnir skerjast, er tað heilt greitt, at fiskurin, sum er, skal koma teimum til góðar, sum hava fiskiskap til vinnu. Nú talan hevur verið um at skerja fiskidagaskipanina fyri at fáa stovnarnar á føtur aftur, hevur eitt tilmæli verið at steðga øllum fiskiskapi innanfyri ein fjórðing úr landi og onkur hevur enntá nevnt at allur fítíðarfiskiskapur yvir­ høvur, eigur at verða steðgaður. Og tað tekur formaðurin í Fiskimannafelagnum fult undir við. Sjálvur er hann ímóti at fiskidagarnir verða skerdir, men hann ásannar, at tað verður neyðugt at góðtaka onkrar neyðsemjur. ­ Men fyrst og fremst skal frítíðarfiskiskapurin steð­ gast, so fiskurin, sum er, kemur teimum til góðar, sum hava fiskiskap til vinnu. Raka aðalstættin í Havn Men grundgevingin hjá honum fyri at steðga frítíðarfiskiskapi, er ikki bara fyri at verja stovnin. Grundgevingin er líka nógv fyri at raka tey, sum hann kalla aðalstættin í Havnini. ­ Tað verður aðalstættin í Havn, sum verður harðast rakt, verður frítíðarfiski­ skapur bannaður, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at tað er upp á tíðina, at aðalstættin í Havn eisini fer at merkja á egnum kroppi, at hon eisini verður rakt, so at tað ikki bara er hjá teimum at gera tilmæli oman á tilmæli, sum raka fiskimannin og sum ikki halda, at tað ger nakað at fleiri 100 fiski­ menn missa arbeiði. Men er tað ikki ein týðandi partur av mentanini og “mannarættindunum” í Føroyum at kunna fara í fjørðin at fáa sær eitt kókm kanska serliga út um landið? ­ Jú, men tey úti um landið, sum vilja hava eitt kók, hava onki ímóti at fara ein fjórðing úr landi. Tað ivist eg í um aðalstættin í Havnini hevur stundir til, sigur Jan Højgaard. Verður tað hetta, sum fer at fáa avgerðandi ávirkan á at byggja stovnarnar upp aftur? ­ Nei, men hetta er eitt moralst aftursvar til áhaldandi krøvini um at fiskimenn skulu skerja, sigur formaðurin í fiski­ mannafelagnum. Tey fínu í Havn skulu rakast á egnan kropp Aftankvirra í Havnar kirkju Í kvøld verður aftankvirra í Dómkirkjuni. Kirkjan letur upp klokkan 21, har høvi verður at seta seg í kvirru. Kl. 22 spælir Gudmund Mortensen, organistur, og kl. 22.30 verður andakt við Símuni Jacobsen, guðfrøðingi. Aftankvirra verður vanliga hildin í Havnar kirkju fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánaði. Take Off í REX Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla Take Off í REX. Hetta verður einasta høvið at hoyra bólkin í Føroyum hetta summarið. Við Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen á odda fer bólkurin Take Off á pall í REX í vikuskiftinum. Take Off hevur ikki spælt í Føroyum í ár, og líkt er til, at hetta verður einasta konsertin hjá teimum í summar í øllum førum. Hans Petur, ið spælir saxofon og syngur, lovar ‘eitt superfeitt kvøld, við orku, spæligleði og rutinu’. Aftrat sær hevur hann sum áður nevnt Ólavur Olsen á trompet, tangen­ tum og sangi, og Mikkjal Hvannastein á gittara. Botnurin verður lagdur av Bjarka Meitil og Brandur Jacobsen á ávíkavist bassi og trummum.