Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 7 ndir húðini Bo um herskyldu fyri føroyingar Eg síggi ikki nakra orsøk til, at føroyingar skulu hava herskyldu. Serliga ikki nú Danmark er ein tjóð í kríggi. Eg havi sjálvur tænt herskylduna. Eg var 30 ár tá, og var fýra mánaðir í sjóverjuni. Hetta var fyri meg ein góð uppliving. Eg eri annars ímóti vápnum og kríggi, men dugi at síggja, at mannarættindi mugu verjast, og tí haldi eg eisini, at herar eru neyðugir. Herskyldu sum heild haldi eg vera frægari enn professionellar soldatar. Bo um føroyskan mat Eg eri vaksin upp við føroyskum mati, bæði smakkinum og luktinum. Mær dámar ikki alt, men skerpikjøt, grindabúff, lunda, turran fisk og kalva dámar mær væl. Eg elski sum heild fisk. Men eitt nú speril og garnatálg leggi eg minnið í. átta ára gamli August, seks ára gamli Victor og eitt ára gamli David ganga á. Bo kennir seg sum keypmannahavnara og vil fegin umboða borgararnar í danska høvuðsstaðnum á fólkatingi. Men Bo er eisini hálvur føroyingur og hevur, sum sonur fyrrverandi forkvinnuna í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn Tóru Dahl Sandberg, allan uppvøksturin verið partur av føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn. Í minsta lagi annaðhvørt ár hevur Bo vitjað heima í Føroyum, bæði sum barn við foreldrunum og seinnu árini sjálvur við sínum børnum og konu. - Eg havi Føroyar undir húðini. Føroyar eru ein inngrógvin partur av mær, og eg síggi mína dupultu mentan, sum eitt stórt ríkidømi. Mítt tilknýti til Keypmannahavn er sterkt, men tilknýti til Føroyar er somuleiðis sterkt. Føroyska mentanin er deilig, og tað kennist gott hjá einum stórbýarmenniskja at koma til Føroyar, har tempoið er eitt heilt annað. Eins væl, sum eg kenni meg í Keypmannahavn, so kenni eg meg í Café Natúr, ella tá eg fleygi havhest í Hattarvík ella gangi túrar í Funningi, greiður Bo frá. Skatturin flytast á ognir Meðan hann skeinkir mær kaffi, greiðir hann frá, at hann seinasta interviewið hann gjørdi í hesum garðinum var nakrar dagar frammanundan, tá tíðindasendingin hjá TV2 tosaði Bo Sandberg: - er føddur 16. juni 1969 - er uppvaksin og býr á Eystarubrúgv í Keypmannahavn - er giftur við Linu, og saman eiga tey synirnar August (8 ár), Victor (6 ár) og David (1 ár) - er sonur føroysku Tóru Dahl Sandberg og danan Poul Sandberg - er abba- og ommusonur Óla Dahl og Binu Dahl úr Funningi, seinni búsett í Klaksvík - er útbúgvin cand.polit. og starvast til dagligt sum økonomur í Bygge-, Anlægs- og Trækartellet (BAT). - hevur áður starvast hjá eitt nú Dansk Metal, Europa Parlamentinum, Fødevareministeriet og Håndværksrådet - er fólkatingskandidatur fyri danska Javnaðarflokkin uppstillaður í Falkonerkredsen á Frederiksberg. - hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum síðan 1986 - hevur m.a. verið formaður í Dansk Socialdemokratisk Ungdom København og næstformaður í Frit Forum. - var í árunum 1998-2004 í aðalstýrinum hjá Danska Javnaðarflokkinum. - var í 2002-4 formaður fyri Javnaðarflokkin í Keypmannahavn - er eisini á alnetinum, hann hevur heimasíðuna bosandberg.dk Fakta Bo Sanberg er abba- og ommusonur Óla Dahl og Binu Dahl úr Funningi, sum seinni búsettu seg í Klaksvík. Hann hevur alt lívið búð í múrsteinshúsunum á Sionsgade 5C á Eystarubrúgv, har hann og familjan nú búgva dyr um dyr við foreldrini hjá Bo. Mynd: Niels Uni Dam ➘