fríggjadagur 6. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 128 - 6. juli 2007
Um ein maður missur
konuna, beint eftir
at hon hevur átt,
hevur hann sum pápi
ongan møguleika at
fara í barsil. Stjórin í
ALS, Ernst Jacobsen,
sigur seg fleiri
ferðir hava heitt á
myndugleikarnir at
broyta hetta, men enn
er onki hent. Eisini
mammur, sum gjalda
nógv inn í skipanina,
kunnu enda í tí
støðu, at tær onki fáa
burturúr.
Barsilsskipanin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Eftir at Sosialurin kundi
avdúka, at Barsilsskipanin
hevði upp í móti tíggju
milliónir í avlopið í 2006,
og at hetta yvirskotið fer
aftur í landskassan, hevur
kjak tikið seg upp, um tørv
ur er á broytingum í skipan
ini.
Partarnir á arbeiðsmarkn
aðinum eru ónøgdir við, at
arbeiðsmarknaðurin fíggjar
alla skipanina, men ikki
hevur tilsvarandi myndug
leika. Bjarni Djurholm sig
ur seg vera forðaðan av Løg
tinginum at gjøgnumføra
tær broytingar, ið hann held
ur vera neyðugar. Og ónøgd
er eisini millum brúkarnir
av skipanini. Ein mamma í
Skopun kundi í Sosialinum
greiða frá, at hon bert fekk
1000 krónur um mánaðan,
tí hon av serligum orsøkum
ikki kundi arbeiða árið,
áðrenn hon átti.
Ernst Jacobsen, stjóri á
ALS, sigur at barilsskipanin
er
ein
arbeiðsmarknað
skipan, og tí er tað tilknýti
til arbeiðsmarknaðin, sum
avgerð, hvat foreldur fáa úr
skipanini.
Høvuðsreglan
er,
at
mamman fær tað, sum hon
hevur fingið í miðal teir
seinastu 12 mánaðirnar, áðr
enn hon fer í barsil. Men
um hon hevur verið styttri á
arbeiðsmarknaðinum, verð
ur miðaltalið rokna út frá tí
tíðarskeiðið, sum hon hevur
arbeitt. Tó kann útrokning
argrundarlagið ikki vera
styttri enn tríggjar mánaðir.
Útrokningargrundarlagið
hevur ikki verið uppi at
venda í politisku skipanini í
seinastuni. Tað tykist ikki,
sum politikarar halda, at
tørvur er á broytingum á
hesum øki. Men sum nøkur
av upphugsaðu dømunum á
hesari síðuni vísa, so eru
onkrir ójavnar í skipanini.
Ernst Jacobsen heldur
ikki, at tørvur er á at broyta
útrokningargrundarlagið.
Sambært honum, er síðsta
árið tað besta grundarlagið,
tí so er seinasta lønarhækk
ingin íroknað. Tey, sum
fella uttanfyri, vera víst til
Almannastovuna.
Flestu mammur eru í bar
silsskipanini. Í 2006 vóru
663 føðingar, og 625 av hes
um vóru í skipanini. Miðal
upphæddin,
sum
mammurnar fingu um mán
aðin, var 15.700 krónur.
Hetta kundi bent á, at onkur
fekk sera lítið.
Ein annar trupuleiki er
støðan hjá einkjumonnum.
Upphugsaða dømi nummar
tvey vísir, at ein maður,
sum missir konuna stutt eft
ir at hon hevur átt er við
sviðið soð, og Ernst Jacob
sen sigur, at hann fleiri ferð
ir hevur minnt landsstýris
mannin á hesa óhepnu
støðu.
Henda støðan er tíbetur
ongantíð hend enn. Men
trupulleikin er har, tí pápar
hava ongan møguleika at
taka barsil áðrenn 14. Viku.
At broyta skipanina, so hon
loftar hesum trupuleika, er
bæði einkult og kostar onki,
so Ernst Jacobsen skilur
ikki, at hetta ikki verður
gjørt.
Kunnu ikki leggja
pengar til síðis
Foreldur kunnu býta tíðina
eftir 14. viku í millum sín.
Men tað eru ikki nógvir
pápar sum nýta henda møgu
leika. Ernst Jacobsen metir
tó, at hetta kann fara at
broytast. Í 2006 var miðal
útgjaldið til páparnar var
28.100, meðan mammurnar
bara fingu 15.700 í miðal.
Tá foreldur veruliga fáa
eyguni upp fyri, at fleiri
pengar liggja í, at pápin fer
heim, kann væntast at fleiri
brúka henda møguleika,
heldur stjórin í ALS. Um so
er, fer tað at kosta skipinini
dýrt.
Tað hevði verið ynski
ligt, at yvirskot í Barsils
skipanini kundu verið ver
andi í skipanini. Tíðir broyt
ast, um lønirnar minka,
lækkar inntøkan, og um
fleiri pápar fara heim,
hækka
útreiðslurnar.
Tí
hevði tað verið skilagott, at
skipanin eins og ALS skip
anin kundi sett pengar av til
verri tíðir, sigur Ernst
Jacobsen.
Tá lanstýrismaðurin í Inn
lendismálum,
Bjarni
Djurholm,
hevði
eitt
uppskot um at broyta bar
silskipanina, so hon ikki
var beinleiðis partur av
fíggjarlógini, segði táver
andi
løgtingsformaður,
Edmund Joensen, at hetta
ikki kundi lata seg gera, tí
talan var um skatt.
Men stjórin í ALS er ikki
samdur í hesum. Í 1995 var
ein arbeiðsbólkur settur at
meta, um inngjaldið var
skattur ella ikki, og niður
støðan var greið, at talan
var ikki um skatt.
Fyrsta Januar 2006 yvir
tóku partarnir á arbeiðs
marknaðinum alla fígging
ina
av
barsilskipanini.
Grunnurin liggur tó fram
vegis
beinleiðis
undir
landsstýrinum, og lands
kassin fær yvirskotið, um
nakað er.
Men trupuleikin hjá teim
um, sum onki fáa úr skip
anini, er ikki beinleiðis
knýttur at, um skipanin er
almenn ella privat. Í núver
andi almennu skipan er bar
silsupphæddin knýtt at støð
uni á arbeiðsmarknaðinum.
Og stjórin í ALS metur,
sum sagt, ikki, at tørvur er
á broytingum á hesum øki.
Barsilskipanin má broytast
Kvinnur í politikki
Klaksvíkar Býráð skrivaði søgu hesa vikuna, tá fýra kvinnur fyri
fyrstu ferð nakrantíð vóru umboðaðar á býráðsfundi í Klaksvíkar
Kommunu. Tríggjar kvinnur eru valdar inn í býráði, og hesa
vikuna var ein kvinna afturat inni sum eykalimur. Kvinnurnar
umboða allar hvør sín flokk, ávíkavist fólkaflokkin,
sambandsflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin. Gunvá við
Keldu umboðar fólkaflokkin. Maria Olsen umboðar
Sambandsflokkin og er hon eykaumboð fyri Hans A. Bertholdsen.
Eyðgunn Samuelsen umboðar javnaðarflokkin. Jórun Høgnesen
umboðar tjóðveldisflokkin.
Nonna komin til Føroya at grøða
Katólska kirkjan í Føroyum hevur í hesum døgum vitjan av Systur Briege
McKenna og Faðir Kevin Scallon. Hesi bæði eru kend fyri teirra grøðingararbeiði.
Systir Brieg McKenna hevur skrivað bók um, hvussu hon var grødd frá
giktarsjúku, og hvussu hon kendi seg kallaða at grøða onnur. Systur Briege
McKenna arbeiðir serliga millum prestar, og seinastu árini hevur hon arbeitt
saman við Faðir Kevin Scallon, sum arbeiðir sum andaligur vegleiðari millum
katólskar prestar. Leygardagin millum klokkan tíggju og fýra verður retretu dagur
í Mariu kirkjuni í Havn við møtum og bønarløtum. Klokkan sjey sama kvøld tala
tey í Vesturkirkjuni á ein felagskirkjuligari grøðingarsamkomu. Sunnudagin
klokkan ellivu luttaka tey á sunnudagsmessuni í Mariukirkjuni.
Nøkur upphugsað
dømi
1. Ein kvinna, sum ikki hevur havt lønandi arbeiði,
verður við barn. Hon hevur góða útbúgving, finnur
sær eitt arbeiði og arbeiðir í tríggjar mánaðar fyri
24.000 krónur um mánaðin. Síðsta árið áðrenn hon
fer í barsil hevur hon soleiðis tilsaman 72.000 krónur
í innøku. Hon fer í barsil og fær 24.000 krónur um
mánaðin.
Ein onnur kvinna hevur eitt vaskiarbeiði. Hon
arbeiðir bara nakrar fáar tímar um dagin og vinnur
6.000 krónur um mánaðin. Hon hevur tí eina
ársinntøku á 72.000. Hon fer í barsil og fær 6.000
krónur um mánaðin.
Hóast kvinnurnar hava havt somu ársinntøku, og tí
hava goldið tað sama inn í skipanina teir seinastu 12
mánaðirnar, áðrenn tær eiga, so fær onnur fýra ferðir
so nógv sum hin í útgjaldi.
2. Ein maður missir konu sína, stutt eftir at hon hevur
átt. Hon doyr, men lítla barnið livir. Tær fyrstu 14
vikurnar av barsilsskeiðnum eru tilognaðar
mammuni, og tær seinustu vikurnar kunnu mamman
og pápin býta ímillum sín. Maðurin, sum missir konu
sína, fær eina eyka revsing, tí hann hevur ikki rætt til
barsilspengar fyrr enn eftir 14. viku. Barnið missir
mammuna og fær ikki pápan heim í staðin. Um
barnið er ættleitt, hevur pápin harafturímóti rætt til at
vera heima frá fyrsta degi av.
3. Ein kvinna arbeiðir fulla tíð, frá hon er 18 ár til
hon er 30. So verður hon av serligum orsøkum noydd
at fara av arbeiðsmarknaðinum í eitt ár. Hetta sama
tíðarskeiðið verður hon upp á vegin. Av tí at hon ikki
hevur lønandi arbeiðið teir seinastu tólv mánaðirnar
áðrenn barsil, fær hon onki útgoldið úr
barsilskipanini. Eftir at hava verið heima í eitt ár við
0 krónum um mánaðin, fer hon útaftur at arbeiða.
Hon arbeiðir fulla tíð, til hon fer frá sum 67 ára
gomul. Hon hevur goldið inn í skipanina í á leið 46
ár, men av tí at hon ikki arbeiddi, beint áðrenn
einasta barn hennara kom í verðina, fekk hon einki
burtur úr skipanini.
4. Ein kona er heimagangandi, tí maðurin er sjómað
ur. Hann arbeiðir nógv og er nógv burtur. Av tí at
hann hevur høga inntøku, betalir hann eisini nógv
inn í barsilsskipanina. Tey bæði fáa fýra børn, men
hóast tey sum húsarhald hava goldið nógv inn í
skipanina fáa tey onki aftur.
Ein kvinna kann gjalda inn í barsilsskipanina eitt heilt
arbeiðslív, men er hon uttan inntøku árið beint undan, at
hon eigur, fær hon ongar barsilspengar. Og um mamman
doyr á barsilssong, hevur pápin ongan møguleika at fáa
barsilspengar tær fyrstu 14 vikurnar.