Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 128 • 6. juli 2007 við hann um skattapolitikk. Bo Sandberg er cand. polit og hevur stóran áhuga í skattapolitikki, eitt nú snúði høvuðsuppgávan sum cand. polit seg um skatt. Høvuðstankin hjá Bo Sandberg snýr seg um at flyta skattin frá arbeiði yvir á ognir. Hann skrivaði herfyri ein kronikk, har hann skeyt upp ein skattareform, ið kundi savnað tað, ið Bo kallar miðjuna í donskum politikki: Konservativa Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Radikala Vinstra og Ny Alliance. Av øðrum hjartamálum hjá Bo er familju politikkur. Hann eigur sjálvur trý børn, og tá han fyri eitt sindur yvir einum ári síðan fekk yngsta sonin David, valdi Bo at taka barsilsfarloyvi í fýra mánaðir. Um sama mundið var hann farin úr sessinum sum formaður fyri Javnaðarflokkin í Keypmannahavn, so hann fekk veruliga givið sær stundir til familjuna. - Eg vil fegin gera karmarnar betur fyri familjuna og reservera meira av barsilsfarloyvinum til pápar, soleiðis, at teir fáa møguleika fyri at brúka tíð við familjuni. Føroysk loysn í Keypmannahavn Ferðslupolitikkur er eisini høgt á dagsskránni hjá Bo Sandberg, og hann viðgongur flennandi, at ætlanin hjá honum um at fáa tungu ferðsluna úr miðbýnum í Keypmannahavn hevur ein føroyskan dám. Bo er saman við øðrum í einum bólki, ið roynir at fáa ein undirsjóvartunnil uttanum miðbýin. Eitt slag av einum eystara ringvegi. Í Føroyum hevur hann koyrt ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar og heldur hesar vera sera góðar fyri Føroya land. Er annað ættarlið av tilflytara Bo Sandberg vil eisini fegin vera við til, at gera kjakið um tilflytarar í Danmark meira humant. - Eg haldi, at tann myndin, ið fólk fáa av Danmark í altjóða høpi, orsakað av keðiliga tóna- num í kjakinum um tilflytarar, er sera óheppin. Eg eri jú sjálvur annað ættarlið av tilflytara, við at mamma mín er føroysk, og eg síggi hetta bert sum ein fyrimun fyri meg. Forferdiligur atburður - Tað er eingin ivi um, at um eg sleppi upp í part eftir fólkatings- valið, so fari eg sjálvandi eisini at vera sera jaliga sinnaður yvir fyri føroyingum. Eg vil ikki siga, at eg beinleiðis verið eitt fimta umboð úr Norðuratlantshavi, men eg havi ikki teir fordómar, ið summir danskir politikarar hava og hava havt. Eg veit, at danski Javnaðarflokkurin av góðum grundum var sera illa dámdur millum føroyingar í Nyrup árunum, og eg haldi, eisini at atburðurin hjá stjórnini yvir fyri Maritu Petersen í bankamálinum var forferdiligur. Eg vóni, at kunna vera við til at gera viðurskiftini betur. Frank Jensen, ið umboðar danska Javnaðarflokkin í Føroya- nevndini hjá Fólkatinginum stillar ikki uppaftur til komandi val, og tí er hesin sessur tøkur. Men Bo hevur tó ikki beinleiðis ætlanir um at leggja seg eftir hesum sessi. - Eg haldi ikki, at eg fari at velja nevndarsessir enn. Eg eri ikki valdur enn, og verið eg valdur, so haldi eg ikki, at eg sum spildurnýggjur fólkatingslimur kann hava nakran ynskilista. Men tað er eingin ivi um, at hetta hevði verið ein áhugaverdur nevndarsessur fyri meg sum hálvan føroying. Bo metur, at hann skal hava einar 5000 persónligar atkvøður fyri at tryggja sær ein sess í fólkatinginum, og hann leggur ikki skjól á, at hann ætlar, at nakrar av hesum atkvøðum skulu koma frá føroyskum útisetum. - Eg umhugsi at gera ein fokus- bólk við føroyskum útisetum, fyri at skilja hvørji evni útisetar leggja dent á. Eisini fari eg at kanna, um til ber at seta ein kunningarbás upp, tá ólavsøkan verður hildin á Bryggjuni í Keypmannahavn. Royndur í politikki Hetta verður fyrstu ferð, at Bo stillar upp til fólkatingsval, men hann hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum síðan 1986. Tá bleiv hann limur mest tí, at eldri bróður hansara var formaður í lokalu deildini av Danmarks Socialdemokratiske Ungdom. Síðan tá hevur Bo siti í nógvum álitissessum bæði í ungdómsfeløgum og seinnu árini eisini í sjálvum flokkinum. Hann hevur siti í nevdnum bæði í felagnum í Keypmannahavn og sum limur í aðalstýrinum í árunum 1998-2004. Sjálvt konu sína Line hevur Bo hitt í politiska umhvørvinum. Bo Sandberg gjørdist veruliga eitt kent andlit, tá hann sum formaður í Javnaðarflokkinum í Keypmannahavn skipaði fyri premiervali, fyri at finna avloysaran fyri fráfarna yvir- borgarstjóran í Keypmannahavn Jens Kramer Mikkelsen. Hetta var valið, har limirnir valdu Ritt Bjerregaard sum sítt boð upp á yvirborgarstjóra. Í sambandi við hetta valið var Bo nógv frammi í miðlunum. Fyri Bo kendist tað, sum eitt natúrlig stig, at stilla upp til Fólkatingsvalið. - Tá tú, sum eg hevur verið so leingi inni í politiska arbeiðinum, so kemur eitt tíðspunkt, har tú fegin vil hava eina meira bein- leiðis ávirkan, greiður Bo frá. Fólkatingsval verður í seinasta lagi februar 2009 og spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur ferst. Bo, konan Line og synirnir August,Victor og David vóru seinasta summar í Føroyum og vitjaðu familju, eins og tey plaga umleið annaðhvørt ár. Mynd: Eli Posselt