fríggjadagur 6. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 128 - 6. juli 2007
Nýggja farleiðin til
Skotlands hevur vakt
útferðarhugin hjá
mongum føroyingum.
Sjóbrúgvin til
Scrabster hevur
bráddliga latið nógvar
nýggjar hurðar upp.
Hetta hava fýra
motorsúkklu”freakar”
sannað, og seinasta
mánadag settu teir
hol á ein av sínum
dreymum, nevniliga
at uppliva grannalond
okkara Skotland og
Írland á motorsúkklu
Ferðing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Teir fýra eru Júst Sivertsen,
Niels
Pauli
Hjaltalin,
Eirikur Ó. Simonsen og
Sonne Smith.
Teir eru teir fyrstu føroy
ingarnir á motorsúkklu,
sum nýta høvið at fara til
Írlands, og teir eru teir
fyrstu, sum fara í flokki til
Skotlands. Hesir fýra frøast
sum so nógvir føroyingar,
grannar og útlendingar um
stigið hjá Smyril Line at
skipa rutu til Scrabster. Teir
hava glett seg nógv og hava
hitst viðhvørt at leggja
ferðina til rættis. Skotland
er fyrsta steðgistaðið, men
tað, sum veruliga drívir
verkið, er at koma aftur til
røturnar – til landið hjá
munkunum, sum sigast at
vera teir fyrstu, ið festu
búgv í Føroyum, Írland.
Í fyrstu atløgu verður
koyrt til Inverness. Síðani
gongur leiðin í ein út
synning fram við Glasgow
og longri til Stranraer,
haðani ferja fer til Larne
ella Belfast í Norðurírlandi.
Úr Stanraer til Larne eru
snøgt 50 kilometrar at sigla,
og inn í Belfast eru akkurát
66 kilometrar. Víðari fara
teir suður um markið til
lýðveldið
Eire,
altso
Írlands.
Júst, Niels Pauli, Eirikur
og Sonne hava onkuntíð
sitið og hugsað um, hvørt
vit eru av norskari rót. Tað
verður nomið við í sangi
num hjá Hans Andriasi.
Kortini vita vit, at írar vóru
teir fyrstu, ið búsettust í
Føroyum. So nú fara teir
kanska
at
hitta
nakrar
forfedrar í tí burturav vakra
landinum Írlandi við tí
einastandandi
blíða
og
fyrikomandi fólkinum.
Bæði Skotland og Írland
eru frálík at ferðast í. Ikki
minst við motorsúkklu siga
teir fýra, meðan teir kekka
inn. –Vónandi kunnu vit
vera við til at rudda slóð
fyri øðrum, sum kunnu gera
okkum hetta eftir. Sosialurin
fer at hava frásagnir frá hesi
spennandi og óvanligu ferð
í komandi bløðum.
Teir fýra, Júst Sivertsen, Niels Pauli Hjaltalin, Eirikur Ó. Simonsen og Sonne Smith gera klárt at fara við Norrønu til Skotlands
Mynd Jens K Vang
Aftur til røturnar:
Til Írlands á motorsúkklu
Nýggj bókarøð um føroysk evni
H.N.Jacobsens Bókahandil er farin undir nýggja bókarøð um ymisk føroysk
evni. Fyrstu tvær bøkurnar í røðini eru komnar út. Onnur er um Grind og
Grindadráp og hin um Føroyska List. Ta fyrru hevur Dorete Bloch,
lívfrøðingur, skrivað, og hina hevur listfrøðingurin, Inger Smærup Sørensen,
skrivað. Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á
álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini
áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Tær eru á enskum og donskum.
Okkum hevur leingi vantað tílíkar bøkur, ið viðgera evni, sum ferðafólk
hava áhuga fyri, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn.
Finnast at TV2 Radio
Vónirnar vóru stórar til TV2 Radio, tá ið táverandi stóra sjónvarpsrásin valdi at
fara at gera eina útvarpsrás. Fleiri kend andlit frá sjónvarpsskýggjanum valdu
nú at royna seg sum útvarpsvertar. Útvarpsrásin hevur tó verið eitt stórt
vónbrot, og áhoyraratølini eru fallin sera nógv seinastu tíðina. Frá apríl til mai
misti útvarpsrásin heili 131.000 dagligar áhoyrarar, soleiðis at hon nú bert
hevur 203.000 dagligar áhoyrarar. Thorkild Ellerbæk, rektari á Danmark
Journalisthøjskole, er einki fyri hesi útvarpsrás, og heldur ikki vánaliga
gongdin kann vendast.