Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 9 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Føroyskt og enskt hvørt um annað Vit hoyrdu góðu, gomlu TV2, sum framvegis still eru going strong. Útvarpið Hestur á bláman? Høgni Hoydal átti at klappa sínum politiska hesti, áðrenn hann loypir á bláman. Johan Dahl í blaðgrein Trongligar umstøður Javnleikur á vølli bleiv til B36-sigur á skrivstovuni Norðlýsið Bronsan er nógv flottari Heri Ziska var bert 20 sentimetrar frá at vinna silvur, men mátti taka til takkar við einum flottum bronsuheiðursmerki Portaurin Jú, tað má vera frægast Høvdið skal sita rætt Sosialurin Bara ikki for høgt Skjúttarnir miða høgt Sosialurin Summir vóru við fyri at læra Vit eru við fyri at vísa andlit Sosialurin Nú løgtingið er í summarfrí, er tinggáttin hækkað. Ofta verður haft á lofti, at tinggáttin er ov lág, men nú tingfólk halda frí, verður arbeitt uttanfyri inngongdina til løgtingið, og hetta hevur við sær, at trappan er horvin. So er at vóna, at arbeiðið verður liðugt innan summarfrítíðin er av, so gáttin ikki verður ov høg, tá tingfólkini skulu aftur til verka. (Mynd. D. Olsen) Tinggáttin hækkar Tað kann verða, at tað onkuntíð gongur ein løta, áðrenn telefonin í Norðurlandahúsinum svarar, og tað er ikki so løgið. Tað er nevniliga líkt til, at telefonin stendur í einum kassa í túninum. Í øllum førum er hasin kassin við telefon nummari á at finna í túninum í Norðurlandahúsinum. So er bara at lufta lokið oman av og taka telefonina. Telefon í túninum Petur rør út Her síggja vit Petur Jacobsen frá Rás 2. Hann ber rør umborð á Rituna, sum skal sigla rørini til Nólsoyar. So er spurningurin, um Petur við hesum rør út... og fast um stórt og smátt SEV = Sandoyar El Veiting Magni svimur ímóti politiska fossinum! Havnarbáturin hevur fingið sponsor: "3-arin"! Meðan Eysturoyingur og Vestmenningur eru í 21. øld, so hongur Havnarbáturin eftir í bronsuøldini! Ótryggastu størv í Føroyum eru: postboð og Formula- venjarar! Fótbóltsfeløg koma altíð við einum "útkasti" eftir, at venjarasáttmálin er undirskrivaður! Næsta frímerkjamotivið: Vinnuhúsið! Eingin er YVIR føroyingum. Partabrøvini til Føroya Banka eru YVIRteknaði, bøkurnar hjá Carl Jóhan Jensen eru YVIRskrivaðar, og búskapurin er YVIRupphitaður! Umsett úr enskum: Fit for fight: Fittur, men for feitur