Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 128 - 6. juli 2007 Á býráðsfundi seinast í juni samtykti Runavíkar Býráð at játta 400.000 krónur til liðugtgerð av bátahylinum í Skálafirði, sum ætlandi skal nýtast sum »marina« MARINA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Byrjað varð at gera bátahyl í Skálafirði longu fyrst í 90-árunum, men so kom kreppan, og hylurin varð ongantíð gjørdur heilt liðugur. Brúktar vórðu einar 3,5 milliónir tá, og hesar hava ikki gjørt nyttu higartil sum uppiborið. Men nú skal so vend koma í. Arbeiðið at gera bátahylin lidnan byrjaði í fjør heyst, og nú flestu av kommunu- num við Skálafjørðin eru savnaðar í Runavíkar Kommunu, hava tað verið skálamenn, sum hava arbeitt við bátahylin, tá veður og umstøður annars hava loyvt tí. Í fjør vórðu játtaðar 300.000 krónur til hylin, og væl sæst eftir. Einir 130 metrar av atløgusíðu um- framt ein fimm metur breiður dráttur verða klárt taka í nýtslu í heyst, og verður alt økið planerað og astfalterað. Ætlanin er so, at alt arbeiðið skal verða liðugt til næsta summar. Tað umfatar bátabrúgvar við plássi til umleið 30 bátar og eitt øki á landi uppá 4.000 fermetrar. Marinain skal hava allar hentleikar so sum ljós, vatn og elveiting til gjaldskort, og møguliga verður upptøkutól sett upp á økinum seinni, so bátarnir kunnu síggjast á alnótini. Stuttleikabátar Runavíkar Kommuna hevur fýra aðrar bátahylar við Skálafjørðin, men hesir eru allir fult upptiknir, og hartil standa fleiri bátaeigarar á bíðilista at fáa bátaplass. - Gongdin seinastu árini hevur verið, at bátarnir gerast størri og størri, samstundis sum alt fleiri stuttleikabátar koma til landið. Úrslitið hevur verið, at menn, sum reka útróður, ikki hava havt nøktandi umstøður, og í fleiri førum hava verið noyddir at ligið í øðrum kommunum og aðrastaðni, enn í hylunum úti á fjørðinum, sigur Klæmint Østerø, formaður í Havnanevndini hjá Runa- víkar Kommunu. Tí er eisini ætlanin, at tá bátahylurin á Skálafirði er liðugur komandi summar, skulu stuttleikabátar liggja har, og harvið geva pláss fyri útróðrarbátunum í hylunum longri úti á fjørðínum. Campingpláss Runavíkar Kommuna hevur ætlanir um, at bátahylurin fyrst og fremst skal nýtast til at hýsa teimum bátunum, sum eru í bygdini, men eisini, at økið alt skal nýtast sum marina til stuttleika- bátar og annað frítíðar- virksemi. Økið á landi er stórt, og góðir møguleikar verða hjá feløgum og áhugabólkum at byggja felags- ella sam- komuhús á økinum. Eisini er ætlanin at skapa góðar umstøður hjá ferða- fólki at gista við húsvagnum og øðrum, eins og økið skal kunna bjóða áhugaverd tilboð til ferðafólk um summarið. - Skálafjørðurin er ein náttúruperla burturav, og hevur framúr møguleikar til laksafiskiskap og náttúru- upplivingar av alskyns slag. Ætlanin er, at marinain skal gerast ein miðdepil í menningini av Skála- fjørðinum sum ferðamál, sigur Klæmint Østerø, formaður í Havnanevndini hjá Runavíkar Kommunu. Marina í Skálafirði Klæmint Østerø er formaður í Havnanevndini hjá Runavíkar Kommunu Ætlanin er, at tá bátahylurin í Skálafirði er liðugur komandi summar, skal hann partvís nýtast sum marina til stuttleikabátar og ferðafólk annars Mynd: Klæmint Østerø Eivør tilnevnd sum heiðurslistafólk Danska Studentarfelagið hevur valt eitt heiðurslistafólk fyri fyrstu ferð í 14 ár. Eivør er komin í tignarligt samlag. Betty Nansen, Poul Reichardt, Ove Sprogøe og Ghita Nørby eru millum tey, sum kunnu breggja sær av at vera heiðurslistafólk hjá ‘Studenterforeningen’. Í samband við at felagið fyllir 187 ár var avgjørt, at tilnevna eitt heiðurslistafólk fyri fyrstu ferð í 14 ár. Á heimasíðuni hjá felagnum, www.studenterforeningen, verður greitt frá, hví júst Eivør er vald: - Eivør er en unik perle, og hun tilføjer nordisk musik en dimension, som ikke er hørt før. Hendes lysende talent og musikalitet, samt evnen til at lege med de nordiske sprog, gør hende til et oplagt emne som æreskunstner i det nye årtusinde. Norsk kvinna ákærir lækna 30 ára gamla Mona Fjellstad úr Noregi dregur nú lækna sín fyri rættin. Hetta hevur hon valt at gera, eftir at læknin av misgávum skrúvaði eina skrúvu í heilan á henni. Í 2003 breyt hon nakkan, og skuldi fáa fýra skrúvur skrúvaðar inn í nakkan. Læknin var ikki mettur at vera førur fyri uppgávuni, men av ósketni varð hann settur at gera hetta kortini. Tað endaði við at ein skrúva sat 2,5 cm inni í heilanum, og í dag er kvinnan 51% lammað og heilaskadd. Læknin kann nú vænta at verða settur í fongsul.