Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 10 Iain Noble vitjaði sjálvur Føroyar fyri 35 árum síðan saman við einum bólki av skotum, sum høvdu varnast, at Føroyar høvdu eitt hægri livistøði enn, ikki bert skotsku oyggjarnar, men eisini Skotland í heila tikið. Hetta hevur sannført Iain Noble um, at orsøkin til hetta er føroyska málið. Tað, at føroyingar hava sítt egna mál, gevur teimum ein samleika, sum er drívmegin fyri allari framdrift í føroyska samfelagnum. Skotar høvdu sítt egna mál, tað gæliska. Men hetta mál er mestsum troðkað burtur av enskum. Tí tosa skotar í dag sama mál sum ein stórur partur av heimsins íbúgvarum og koma teir tí, hvat samleika viðvíkir, at drukna í heildini. Úrslitið er hareftir. Tað gongur sjón fyri søgn í bretska útjaðaranum, serlig í oyggjunum norðan og vestanfyri, sum hava eitt lægri livistøði, enn við hava í Føroyum. Umframt tað hava hesi øki lækkandi fólkatal. Bólkurin úr Føroyum, sum umboðaði ymsar tættir í samfelagnum, var eitt vikuskifti á Isle of Skye beint vestan fyri Skotland. Sir Iain Noble hevði lagt eina skrá, so mest kundi fáast burtur úr hesi stuttu vitjan. Fyriskipari úr Føroyum var Óli Breckmann, sum er kunnugur á hesum leiðum, og sum eisini kennir Sir Iain frá ungum av. Sosialurin var eisini við, og vit hava longu havt fleiri frásagnir frá hesi forvitnisligu ferðini. Ein grein var um Skye sum heild, og hin var um gæliska málið. Á ferðini fór fram ein sínámillum kunning av umstøðunum hjá hvørjum øðrum, og tað hevur eisini verið frásøgn um hesa vitjan í lokala blaðnum Western Islands Free Press. Sum vit longu hava greitt frá, hava Føroyar eisini havt vitjan av journalistinum Cailean Maclean, sum longu hevur gjørt sítt til at kunna um Føroyar, og sum hevur meira á skránni. Tað eru eisini onnur dømi um økta áhugan fyri Føroyum. At menna hendan áhugan liggur væl fyri við tí góða sambandi vit nú hava við Bretland, bæði loft- og sjóvegis. Fyrsta vinnuliga samband var við Odmar Tað má sigast, at Sir Iain er ein rættuliga sjáldsamur persónur. Tann fyrsti føroyingur, sum hann fekk handilsligt samband við, var Oddmar Juul Samuelsen. Iain Noble var nevndarformaður í eini skipasmiðju í Skotlandi. Hetta var í teirri tíðini, tá ið vit bygdu upp ein trolaraflota at veiða ísfisk undir Føroyum. Oddmar var umboðsmaður í Føroyum, og úrslitið varð, at fýra trolarar vórðu bygdir til Føroya, og teir vóru Vón, Fram, Vesturbúgvin og Research, og royndust teir allir væl. Oddmar var tískil eisini sjálvskrivaður at vera við á hesi ferðini nú til Skotlands. Føddur í Berlin, barn í Argentina og skúlagongd á Eton Iain Noble er sonur ein bretskan diplomat, og hann er føddur í Berlin. Seinni varð pápin fluttur til Argentina at arbeiða, og tá ið Iain var stórur smádrongur, varð hann sendur til Bretlands at ganga í skúla. Millum annað hevur hann gingið á Eton, hagar sjálvt prinsar verða sendir. Hetta hevur kanska verið fínt, men tað hevur neyvan verið tað stóra av foreldrakærleika, sum hesir ungu dreingir upplivdu har. Tað er eingin ivi, at Sir Iain er Sir Iain Noble: Føroysk Kring heimin eru fólk, sum hava ein so sjáldsaman áhuga fyri Føroyum og føroyskum máli, at vit mugu undrast. Ein av hesum er Iain Noble, sum var verturin hjá føroyska ferðalagnum, sum vitjaði á Isle of Skye í mai Sir Iain th saman við starvsfólki Á ferð í Skotlandi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo