fríggjadagur 6. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 6. juli 2007
11
Tað er kærkomið at nýggi
landsstýrismaðurin vil taka
upp eftir ábyrgdarleysa
búskaparpolitikkin hjá sam
gonguni, og vil raðfesta
útbúgving, gransking og
sosialmál. Men ovurhitaði
búskapurin, hitar bert sterk
astu samfelagsbólkarnar og
sterkastu økini í landinum.
Tí er tað skeiv adressa at
gera Sandoyartunnilin til
syndabukk
Fíggjarliga og búskapar
liga upptakið eftir sitandi
samgongu verður øgiligt. Í
hálvtfjórða ár eru allir
fíggjarligir og búskapar
ligir spurningar bert
skumpaðir frameftir, ár fyri
ár, uttan kós ella mál.
Frumskógarlógin hevur
valdað, har tann sterkasti
vinnur, og vit kundu fyri
tað onki landsstýrið havt.
Tær einastu politisku
atgerðirnar, sum samgong
an og undanfarni fíggjar
málaráðharri hava framt, er
at koyra meira ferð á tað,
sum longu melur. At geva
teimum, ið longu hava.
Samgongan hevur nýtt av
uppsparda peninginum í
landskassanum, og hevur
veitt skattalættar og fíggjar
ligar fyrimunir til úrvaldar
samfelagsbólkar (skatta
lættar fyri 372 mió árliga,
onga skuld goldið niður,
men nýtt meira enn hálva
milliard av uppsparingini).
Rentustuðulin fíggjar nú
økta nýtslu hjá húsarhald
unum og spolar upp sum
útreiðsla hjá landinum. Og
hartil hevur samgongan
broytt skattalógina so at
serligur rentufrádráttur
verður givin, um tú lænir
pening til at keypa
partabrøv.
Púrasta óneyðugt, nú vit
hava havt eitt vinnulív, ið
vil framá uttan politiskar
barnagentur og uppíbland
ing. Búskapurin er hitnað
ur alt meira, fyrst og
fremst orsakað av støðugt
vaksandi privatari nýtslu,
fíggjað við lagaligari láni
møguleikum frá peninga
stovnunum. Samstundis
hava størru kommunurnar
økt sínar fíggjarætlanir so
nógv, at so at siga onki
verður spart upp, meðan
fram gongur.
Landsstýrið hevur ongi
stig tikið at stýra almenna
búskapinum. Úrslitið er, at
í eini tíð, har hjólini mala
sum sjáldan, og arbeiðs
loysið er metlágt, verður
onki lagt upp fyri at standa
móti verri tíðum, og onki
er gjørt til tess at minka
studningin úr Danmark og
skapa ein sjálvberandi
búskap. Vit áttu sjálvsagt
nú at havt eitt yvirskot hjá
landinum uppá minst hálva
milliard, heldur enn at
landsbankin er drenaður.
Og landsstýrið hevur
ongar raðfestingar gjørt av
sínum íløgum. Har hevur
bert verið telvað hvørt ár
millum samgonguflokk
arnar, og ongin langtíðar
løguætlan er gjørd.
Laksáfoss vil venda
skútuni
Tí var tað als onki løgið, at
Bárður Nielsen slapp sær
burtur úr Fíggjarmálaráð
num, áðrenn trupulleik
arnir gjørdust opinberir
fyri øll.
Magni Laksáfoss hevur
nú fingið eina ótakksama
uppgávu. Hann hevur bert
eitt hálvt ár at seta ein
annan politikk út í kortið.
Og hann kann í besta føri
gera uppskot til eina
fíggjarlóg, sum neyvan
verður samtykt, áðrenn val
verður útskrivað.
Men Laksáfoss hevur
beinanvegin roynt at
stungið ein politikk út í
kortið:
Hann hevur fýlst á skatta
lættarnar hjá samgonguni,
men sigur seg onki fáa
gjørt við teir. (Men tað ber
til at broyta skattalættan,
sum longu er samtyktur
fyri 2008, um Magni hevur
dirvið til at halda fast.)
Hann hevur víst á ovur
hitingina í búskapinum,
sum elvir til prísvøkstur og
hækkað kostnaðarstøði.
Hann hevur víst á
krógvaðar útreiðslur hjá
landinum, har samgongan
hevur lagt íløgur uttanfyri
fíggjarlógina.
Hann hevur roynt at gjørt
avtalur við kommunurnar
um eitt skatta og íløguloft,
og hevur skotið upp eina
útjavningarskipan millum
kommunurnar.
Hann hevur tikið undir
við uppskotinum um
Búskapargrunn og vil seta
2300 millónir av fíggjar
lógini inn í grunnin beinan
vegin, umframt serinn
tøkur.
Hann vil gera ein rað
festa íløguætlan hjá landi
num, har íløgur í útbúgv
ing, gransking, eldraøkið
og sosialmál, verða raðfest
fremst.
Í andstøðu til
samgonguna
Alt hetta er meinlíkt teim
um atfinningum og upp
skotum, sum andstøðan
hevur lagt fram alt sam
gonguskeiðið, og tí eru vit
sjálvsagt sera fegin um
útmeldingarnar hjá lands
stýrismanninum og stuðla
teimum.
Í roynd og veru er talan
um eina álvarsliga uppgerð
við alt sum løgmaður,
Bárður Nielsen og sam
gongan hava sagt og gjørt í
hálvtfjórða ár. Tað er
tildømis ikki eitt ár liðið,
síðani løgmaður boðaði
alment frá, at nú skuldi
hvør landsstýrismaður fáa
tveir blankokekkar til at
fremja okkurt, sum teir
høvdu hug til.
Sandoyartunnilin móti
rest?
Tað, ið kortini hevur vakt
størstan ans, er útmelding
in hjá Laksáfoss um Sand
oyartunnilin. Hann vísir til
ovurhitaða búskapin sum
orsøk til at støðga við hesi
tunnilsætlan. Og hann
setur hesa stóru íløgu upp
ímóti at raðfesta útbúgv
ing, gransking, eldraøkið
og sosialmál.
Og her haldi eg, at
Laksáfoss sýnir vantandi
dirvi og leypir á, har garð
urin er lægstur. Tí rætt er
tað, at íløgur í stál, betong
og asfalt hava skumpað
aðrar íløgur í vitan og
trivnað burtur í alt ov langa
tíð. Tað hava eitt nú Heidi
Petersen og Annita á Fríð
riksmørk víst á ferð eftir
ferð á tingi og hava kravt,
at peningur til vitan, skúla
og trivnað skal á borðið,
áðrenn hildið verður fram
við samferðsluútbygging
um.
Men tað ber til at gera
eina íløguætlan, har vit
næstu 10 árini seta skúlar –
ikki minst ein ordiligan
lærdan háskúla – gransk
ing, mentan, sosial og
heilsumál, framum betong
og asfalt, meðan vit
samstundis binda landið
saman eftir eini lang
tíðarætlan.
Aðrar samferðsluíløgur
eisini viðgerast
Tað krevur kortini, at vit
tora at raðfesta innan fyri
tann karmin, ið vit vilja
nýta til vegir, tunlar, havnir
og samferðslu – og millum
tær verkætlanir, ið liggja í
kortunum á hesum øki. Og
tað krevur, at vit tora at
hyggja at búskapinum og
íløgunum í landinum sum
heild – og ikki bert við
brillunum hjá teimum
sterkastu áhugabólkunum.
Hyggja vit fyrst at ovur
hitingini í búskapinum, so
er greitt, at hitin er
ovurstórur í miðstaðarøki
num, meðan tað er ilt at
tosa um nakra upphiting í
sunnara partinum av landi
num. Kortini hevur meiri
lutin á løgtingi júst sam
tykt at samráðast skal við
eitt einstakt privat felag um
at fara undir Skálafjarðar
tunnilin, sum er bygging
fyri milliardina. Hóast
privat fíggjað, er hetta fyri
yvirhitingina sama mál, og
tað er eisini ein politisk
raðfesting av samferðsluni
í landinum, ið er lítið
viðgjørd.
Harafturat eru aðrar
størri ætlanir um berghol
og stórar vegagerðir bæði í
Streymoynni Norður
oyggjum, Eysturoynni og
Suðuroynni, ið eisini skulu
raðfestast á sama hátt sum
Sandoyartunnilin. Hetta fer
so at siga úr somu pulju.
Hvar eru vit mest
afturúrsigld?
Hyggja vit síðani at, hvørji
øki eru mest afturúrsigld í
samfelagsgongdini og
samfelagsmenningini, so
má eisini raðfestast eftir tí.
Saman við útbúgving,
gransking, verulig tilboð til
brekað og sálarsjúk, einsa
mallar uppihaldarar,
mentan og ein veruligan
altjóða flogvøll, so er ein
oyggj sum Sandoyggin
afturúrsigld sum partur av
nútímans samfelagnum.
Og tað er stórur vinningur
fyri allar Føroyar og fyri
hugsjónina um einar størri
og samanbundnar Føroyar
at knýta Sandoynna upp í
meginøkið. Og harvið
nærkast eisini Suður
oyggin.
Felags tunnilsfígging
Men ber tað so til at fíggja
og fremja hesa ætlanina á
ein ábyrgdarfullan hátt?
Nú hava vit onki uppskot
sæð um, hvussu landsstýrið
hugsar sær at fíggja fast
samband í Sandoynna.
Men eitt uppskot er, at
vit leggja Norðoyatunnilin,
Vágatunnilin og Sandoyar
tunnilin í eitt og sama felag
og harvið fíggja Sandoyar
tunnilin á sama hátt sum
hinar og undir felags
rakstri. Tað merkir, at vit
seta sama brúksgjald at
koyra gjøgnum undir
sjóartunlarnar, og at tá vit
koyra gjøgnum onkran
teirra, eru við til at fíggja
allar. Ein meira solidar
iskur fíggingarháttur, ið
ikki er øðrvísi enn tá vit
ferðast við Strandferðsluni.
Tora vit at gera tílíkt og
at leggja langtíðarætlanir
fyri íløgur, har eisini tey
økini, ið hava sterkastu
áhugabólkarnir og peninga
ligu styrkirnar eru við til at
toyggja og raðfesta nakrar
íløgur, so ber til at fremja
tær annars skilagóðu
raðfestingarnar, ið Magni
Laksáfoss hevur lagt á
borðið.
Vit eru í hvussu er til
reiðar at taka tey politisku
sløgini saman við lands
stýrismanninum.
Upptakið hjá Laksáfoss má venda rætt
Høgni Hoydal
Viðmerking
Sparkivøllurin í
Funningsfirði, sum
Runavíkar Komm
una hevur gjørt, er
nú liðugur. Í komm
ununi eru framm
anundan vallir í
Lamba, Søldarfirði og
Oyndarfriði og teir
verða nógv nýttir
TRIVNAÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sparkivøllir verða bygdir
sum ongantíð áður. Við
stuðli frá europeisku fót
bóltssamgonguni
UEFA
hava kommunurnar kring
landið skjótt bygt 40 nýggj
ar sparkivøllir í bert tvey ár.
Kortini er sparkitørvurin
ikki nøktaður. Fótbóltssam
band Føroya hevur ikki
megnað at gingið øllum
umsøkjarum á møti.
Nógvar kommunur, sum
ongantíð hava megnað at
bygt fótbóltsvøllir, hava nú
fingið ein sparkivøll. UEFA
setti sær á 50 ára føðingar
degnum fyri at menna fót
bóltin hjá øllum limalond
unum millum annað í Før
oyum. Og byrjað verður við
børnunum.
Higartil eru 33 nýggir
vøllir við at verða lidnir.
Og til heystar verða síðstu
sjey sparkivøllirnir bygdir.
Tá hava Føroyar fingið
knappar
fimm
millónir
krónur í stuðli frá europe
isku
fótbóltssamgonguni.
Restina av kostnaðinum
rinda kommunurnar sjálv
ar.
Hesir sparkivallir hava
stóran týdning fyri trivnaðin
hjá børnunum, serliga í
smærru bygdunum, og tað
er við hesum fyri eyga, at
kommunurnar – sjálvandi
við fíggjarliga ískoytinum
frá UEFA í huga – hava
verið so ídnar at gera vallir
sjálvt í minstu bygdunum.
Sparkivøllur í Funningsfirði
Nú hevur eisini
Funningsfjørður fingið
stásiligan sparkivøll