Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 11 væl fyri fíggjarliga. Hann hevur stovnað og átt bankar, og hann hevur selt teir aftur, helst við góðum vinningi. Ein stóran part av hesum vinningi hevur hann sett í jørðina, hann hevur ognað sær á Isle of Skye. Millum annað leigar hann jørðina út til ”crofters”, eitt slag av festarum ella húsmenn á hasum leiðum við møguleika fyri velting og djórahaldi. Endamálið er at úvega hesum familjum bílig býli. Ikki Sir fyri einki Heitið Sir er ein serlig viður­ kenning sum drotningin gevur monnum, sum hava framt serlig avrik fyri samfelagið. Tá Iain Noble nú kann kalla seg Sir, er tað takkað hansara virksemi fyri Isle of Skye, har hann hevur eina rúgva av virksemi, sum ger sítt til, at tað er so lítið arbeiðsloysi í hesum øki, samstundis sum fólkatalið er munandi økt á hesum leiðum, har tað annars er minkandi aðra staðni í útjaðaranum. Tað er millum annað viðurkent at uttan hann, hevði tann gæliski lærdi háskúlin ikki blivið veruleiki. Í hansara egna heimabeiti hevur hann 30 fólk í arbeiði, og ein treyt er, at tey í hvussu er vilja læra seg gæliskt. Iain hevur eisini hotellvirksemi við einum sera fittum hotelli, har føroyingarnir búðu. Har er eisini ótrúliga vakurt, og tað er eitt gott hugskot at fara hagar, nú føroyingar hava fingið so góðan møguleika at koma til Skotlands. Hotellbygningarnir stava frá 1800­talinum. Í samband við hotellið er eisini eitt gallarí við skiftandi framsýnarum. Tey, sum vilja vita meira um hotelllið, kunnu fara inn á heimasíðuna: www.eileaniarmain.co.uk Eitt annað, sum hann hevur fingist við, er at fáa til vega eitt bygdarhús í Duisdale, har hann býr. Til hetta endamál er fingin ein gomul kirkja, har føroyska ferðalagið var boðið til døgurða. Tað sjáldsama er, at hann er ikki sjálvur uppvaksin við gæliska málinum. Men hann er síðan blivin bitin av tí, og hann kann kanska sigast á hesum øki at vera meira katólskur enn sjálvur pávin! Her skal tó sigast, at málið er ikki einasta loysn fyri at skapa menning. Á uttaru Hebridunum er geliskt høvuðsmálið, men støðan er einki serlig fyri tað. Her krevst eisini politikkur. Eitt partur av hansara virksemi er at »blanda« whisky. Hetta er annars eitt gæliskt orð, og merkir lívsins vatn! Tað eru nógv sløg av whisky, og so ræður um at blanda tey júst soleiðis, at tey verða nakað serligt og kunnu fáa sítt egna vørumerki. Hetta hansara virksemi byrjaði í 1976. Hann hevur eisini útflutning til lond sum Frankaríki, Canada, Holland og Italia umframt heimamarknaðin. Eisini hevur hann eitt stað, har tað ber til at smakka hansara whisky. Hagar komu vit ikki, og eru vit eisini langt frá serfrøðingar á økinum! Stjórin í Rúsuni var annars við í ferðini, og tað kann væl hugsast, at hon fer at selja whisky frá Sir Iain. Iain giftist sera tilkomin við Lucillu, sum er væl yngri. Tey eiga eingi børn. Sir Iain hevur eisini verið umstríddur. Hann hevur enntá verið skuldsettur fyri at vera rasistur, tí hann hevur ført fram tað sjónarmið, at hann helst vil hava hvít fólk í sínum arbeiði. Undir øllum umstøðum er Iain ein spennandi persónur. Tað má vera ein heiður fyri føroyingar, at hann heldur, at vit kunnu vera loysnin til endurreisn av útjaðaranum í Skotlandi. Hesum eiga vit sjálvsagt at stuðla honum í. Lucilla, kona Iain, í vakra urtagarðinim ka málið er fyrimyndin Her er høvuðssætið hjá Iain Noble við hotelli og øðrum