fríggjadagur 6. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 • 6. juli 2007
Vikuskifti
14
Oddmar Steinhólm arbeiðir í
Ísrael fyri luthersk-evangeliska
felagsskapin Ordet & Israel.
Oddmar er giftur við Line, sum
er úr Danmark. Tey eiga børnini
Tikvu og Jónathan. Oddmar er
ungdómsskrivari fyri Ordet &
Israel. Hansara uppgáva er at
samskipa ymiskt arbeiði, sum tey
gera.
Familjan er nú heima í Føroyum
í summarfrí. Oddmar hevur havt
møtir ymsastaðni og greitt frá
arbeiðnum, men annars hava tey
vitja familju.
Oddmar og konan fóru til Ísrael
at arbeiða í januar 2006. Hetta
var tó ikki fyrstu ferð, at tey hava
verið í Ísrael. Tey høvdu bæði eitt
serligt samband til Ísrael, áðrenn
tey hittust.
- Eg havi arbeitt í Ísrael fyrr.
Tað var mitt í hálvfemsunum. Tá
fekk er veruliga hjarta fara Ísrael,
sigur Oddmar.
- Eg var fyrstu ferð í Ísrael í
1999. Tað var eg ikki kristin, og
eg fór tí av egnum áhuga. Men
í Ísrael varð eg umvend, tí at eg
sá, at tað sum Bíblian skrivar um
Ísrael, hendir í veruleikanum. Tá
visti eg, at eg vildi fegin aftur
til Ísrael, sigur Line, sum skilir
føroyskt men tosar danskt.
Hittust í Danmark
Oddmar hevur lisið til pedagog
í Danmark. Line hevur lisið
hebraiskt á universitetinum í
Keypmannahavn. Hon gjørdist ikki
liðug, áðrenn hon fór til Ísrael,
men hon fer møguliga at gera
útbúgvingina lidna seinni.
Tað var eisini í Danmark, at
Oddmar og Line hittust.
- Vit tosaðu beinan vegin um
Ísrael, tí at vit høvdu bæði verið
har. Vit kendu eisini, at vit høvdu
sama kall at fara til Ísrael, sigur
Line.
Stór familja
Oddmar er av einari stórari
familju. Tey eru 11 systkin, og
børnini hava tí nógv systkinabørn
í Føroyum.
- Tað er stuttligt hjá Tikvu at
heilsa uppá systkinabørnini, tí at
hon hevur eingin á mínari síðu.
Hon nýtir tað veruliga. Familjan
– Útlongsulin størri
- Eg havi ongantíð havt
heimlongsul. Útilongsulin
hevur í øllum førum altíð
verið størri enn heim-
longsulin, sigur Oddmar
Steinhólm, sum arbeiðir
sum trúboðari í Ísrael.
Oddmar hevur verið í starvi í
hálvt annað ár, og nú eru
hann við konuni og børnu-
num í Føroyum og heldur
summarfrí
Trúboðari
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ítróttur ein inngangsvinkul
Oddmar og Line fylgja rímiliga væl við í, hvat hendir heima í Føroyum og Danmark. Tey
hava internet og verða javnan dagførd við tíðindum.
- Eg hyggi serliga at ítróttinum. Tað hevur mín áhuga, sigur Oddmar við einum smíli.
- Tað er serliga fótbóltur og motorsportur, sum hevur mín áhuga. Eg fylgi serliga væl
við í Formul 1. Eg haldi ikki við nøkrum ávísum koyrara, men mær dámar væl, at teir
ungu klára seg væl, sigur Oddmar.
- Ítrótturin er eisini ein góður inngangsvinkul til Ísraelar. Flest øll fylgja væl við í
fótbólti, og tað er eitt gott evnið at byrja eina samrøðu við. Tí royni eg at fylgja við
toppliðnum í Onglandi og Spania, sigur Oddmar.