mikudagur 4. apríl 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
28
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Hagstova Føroya
søkir búskaparfrøðing
til tjóðarroknskap
Starvið
Arbeiðið umfatar samfelagsbúskaparlig hagtøl
sum heild og serstakliga at verða við í arbeiðinum
við tjóðarroknskapi, sum fer fram í verkætlanar-
bólki saman við øðrum búskaparfrøðingum og
teldufrøðingum. Meira nágreiniligt arbeiðsøki
finna vit í felag við tann, sum kemur í starvið.
Persónurin og útbúgvingin
Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í sam-
felagsbúskap, sum dugir at arbeiða við mest van-
ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í holt
við forriting. Upplæring fer fram á stovninum.
Hóast tað krevst, at tú sjálvstøðugt ert førur fyri at
loysa uppgávurnar tú fert at sita við,fert tú at hava
tætt samstarv við aðrar búskaparfrøðingar, teldu-
fyrisiting og skrivstovufólk á stovninum.
Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit.,
cand.oecon., cand.scient.oecon., cand.merc. við
samfelagsbúskapi ella bachelor útbúgving í
búskaparligum lærugreinum.
Arbeiðsplássið
Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað,
har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell
samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa
samfalagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini
við í lýsingini av øðrum aktuellum viðurskiftum,
sum stinga seg upp. Alt sum vit framleiða av vitan
og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at
ein partur av flestu uppgávum er samskifti og
útgáva.
Løn og treytir annars
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.
Umsóknarfreist og annað
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
15.mei.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í
samband við Hermann Oskarsson, stjóra, á telefon
35 28 00 ella í telduposti til hermann@hagstova.fo
Bridge FM Pør
Semifinala fyri pør verður í Bridgehúsinum í Havn
7. apríl kl. 10.00.
Tilmeldan á tlf 319142 ella í Bridgehúsinum
FBS
Pedagogur
Søkt verður eftir 1 pedagogi 30 tímar um vikuna,at
byrja 1.mai 2001 ella eftir avtalu.Starvið er á stovu
við 11 børnum í aldrinum 1-3 ár.
Vit eru ein stovnur við 44 heildagsplássum til børn
í aldrinum 0-3 ár.
Mál okkara er at geva hesum smáu ein góðan og
tryggan karm um ein gevandi og mennandi ger-
andisdag. Hevur tú hug at hjálpa okkum við tí?
Lønar- og setunarviðurskiftir sambært sáttmálan
millum Føroya Landsstýrið og Føroya Pedagogfel-
ag.
Skrivlig umsókn við prógvið og møguligum við-
mælum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi
18. apríl 2001.
Eisini verður søkt eftir sjúkra-/frítíðaravloysara at
byrja beinanvegin ella eftir avtalu!
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til stovn-
in.
STELLA MARIS VØGGUSTOVA
Varðagøta 11 · Postrúm 1202
FO-110 Tórshavn · tlf. 31 28 53/ fax 31 69 54
E-mail: maris@post.olivant.fo
Frisør søkist
Hár og Smyrsl v/ Biritu Arge
Andrasargøta 11 · Tlf. 318845
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Nr. 66 • mikudagur • 4. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast nær við, so
eydnaðist heldur
ikki hesa ferð hjá
runavíkingunum,
sum sóu KÍF vinna
tepran sigur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað, sum undan enda-
spælinum sá út til at
gerast eitt spennandi
hálvár hjá Tjaldrinum,
hevur ístaðin víst seg at
gerast nakað, sum líkist
einum marrudreymi.
Tap oman á tap hava
skolað oman móti liðnu,
og royndirnar at sleppa
burtur úr botninum hava
verið fullkomuliga mis-
eydnaðar higartil. Eitt-
ans stig er komið til
høldar í endaspælinum,
og so løgið tað ljóðar,
varð hetta fingið móti
strandingum, sum longu
nú hava tryggjað sær
silvurmerkini.
Javnur dystur
Mánakvøldið
skuldu
kollfirðingar royna seg
móti KÍF, og heldur ikki
hesa ferð skuldi talan
gerast um nakað stig til
illa sperdu runavíking-
arnar. Talan var annars
um ein sera javnan dyst
størsta partin av tíðini.
Eitt skifti í fyrra hálv-
leiki vóru tjaldursmenn
eisini omaná, men eftir
at KÍF tá fór fram um,
fingu gestirnir ikki tog-
að seg upp aftur, hóast
tað fleiri ferðir var nær
við.
Takið á vertunum varð
tó heldur ikki slept, og
nakað inn í seinna hálv-
leik eydnaðist Tjaldrin-
um at koma upp á javnt,
men tá KÍF beint eftir
hetta skeyt fýra mál á
rað, tóktist dysturin av-
gjørdur. Tað eydnaðist tó
vertunum enn eina ferð
at stríða seg upp á javnt,
men heldur ikki hesa
ferð fingu teir lagt seg
framum, og so kundu
kollfirðingar
ístaðin
skjóta sigursmálið, tá
ein minuttur restaði at
spæla.
Ov seint
Við sigrinum hildu koll-
firðingar sostatt fast um
positivu gongdina, sum
teir hava havt, og lið-
skiparin hjá liðnum,
Petur Martin Johansen,
helt eisini, at endaspælið
hevur víst, at liðið er
betri enn støðan á stiga-
talvuni sýnir.
– Tað haldi eg so
avgjørt. Um vit høvdu
vunnu
eins
nógv
í
grundspælinum, høvdu
vit allar helst ligið og
barst um heiðursmerki.
Tað er so ikki nakað,
sum vit fáa gjørt nakað
við, men iðra seg um tað
kann mann sjálvandi.
– Hinvegin kann eisini
leggjast afturat, at tað
hóast alt framvegis ikki
riggar nóg væl hjá
okkum. Til dømis í hes-
um
dystinum
móti
Tjaldri, har vit fleiri
ferðir tveita eina hampu-
liga leiðslu burtur. Tað
er so nakað, sum vit
mugu arbeiða við, men
tað er einki at ivast í, at
úrslitini í endaspælinum
hava givið okkum orsøk
til at síggja positivt upp
á komandi kappingar-
árið, sigur Petur Martin
at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF:
Jákup Dam 7,
Durica
Tomic
6(1),
Petur Martin Johansen
4, Regin Petersen 3,
Iljan Topic 2, Jónálvur
Johannesen 1, Kristian
Madsen 1
Tjaldur: Sverri Justinus-
sen
6(3),
Tummas
Magnussen 4, Svein í
Heiðunum 4, Dánjal
Kjærbo 3, Dejan Macut
3, Arnfinn Langgaard 2
Brotskøst: KÍF 1,
Tjaldur 5
Útvísingar: KÍF 3,
Tjaldur 2
Dómarar úr VÍF: Ingi
Olsen og Agnar Joensen
Fíggjarliga støðan í
felagnum krevur
stórar niðurskurðir í
rakstrinum, og
landsliðsfremherjin
vil ikki góðtaka ein
broyttan sáttmála
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Umvegis heimasíðuna hjá
HB frættist fyri stuttum, at
landsliðsframherjin, Uni
Arge, skal vera ávegis til
barndómsfelagið, eftir at
hann seinnu árini hevur
roynt seg sum yrkisleikari í
Íslandi.
Sjálvur sigur Uni Arge
tó, at tað ikki er nakað
ítøkjuligt hald í hesum tíð-
indum, men hann sigur tó
so mikið sum, at tað allar
helst ikki verður við ÍA, at
hann fer at spæla fótbólt
komandi ár.
– Sáttmálin hjá mær við
ÍA fevnir um tvey ár, og
enn restar eitt ár eftir av
hesum. Fyri undanfarna
kappingarár hava báðir
partar eisini yvirhildið allar
lutir í sáttmálanum, men
tað sær ikki út til, at hetta
verður galdandi fyri kom-
andi ár, greiður Uni frá.
– Felagið hevur boðað
frá, at fíggjarstøðan ikki er
nóg góð til at uppfylla teir
sáttmálarnar, sum í løtuni
eru galdandi við spælarar
og venjara, og tí er ætlanin,
at ein kollektivur niður-
skurður skal minka um
raksrarútreiðslurnar. Teir
hava eisini givið mær eitt
tilboð, men eg havi boðað
frá, at eg undir ongum um-
støðum kann góðtaka hetta.
– Teir hava so svara mær
aftur, at tað er púra greitt, at
verandi sáttmálin ikki kann
halda fram, og tí røkist ikki
fyri, at eg framyvir fari at
spæla við felagnum, sigur
Uni Arge.
Framtíðin
Hvar framtíðin hjá vanda-
mikla framherjanum so
liggur, tykist enn ikki vera
greitt, men onkrar ábend-
ingar tykjast tó vera um, at
hann í komandi kappingar-
ári aftur fer at gera síni mál
í Føroyum.
– Tað er so ikki serliga
sannlíkt, at eg fari aftur til
Íslands at spæla. Skal eg
spæla í Føroyum, má eg
sjálvandi fyrst kanna teir
møguleikar, sum eru, og
her fellur tað mær í øllum
førum náttúrligt at tosa við
HB fyrst. Eg fór úr HB til
Íslands, og eg havi ongan
tíð umboðað nakað annað
felag her heima, sigur Uni
Arge, sum tó ikki vil siga
meira um hetta.
Sostatt tykist tað enn ikki
greitt, hvar fótbóltsframtíð
hansara fer at liggja, men
hinvegin tykist ikki ósann-
líkt, at tað aftur verður HB,
sum fer at fáa gleðina av
mongu málunum. Uni er
annars ein av bert tveimum
leikarum, sum hava skotið
yvir 100 mál í føroysku
landskappingini,
síðani
hendan varð víðkað í 10
lið. Hann hevur síðani 1988
skotið 102 mál fyri HB.
Størsta máltalið fekk hann í
1997, tá hann í 16 dystum
skeyt 24 mál. Íroknað
steypa- og landskapping
hevur Uni leikt 199 dystir
fyri felagið, og hevur hann í
hesum skotið 159 mál.
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
11
10 - 0
-
1
726
548
178
32
2
StÍF
11
7 - 2
-
2
674
595
79
24
3
Kyndil
11
5 - 3
-
3
640
585
55
21
4
Neistin
11
6 - 0
-
5
570
579
-9
18
5
KÍF
11
5 - 2
-
4
557
612
-55
15
6
H71
11
1 - 0
-
10
579
676
-97
6
7
Tjaldur
10
0 - 1
-
9
501
652
-151
4
KÍF–Tjaldur 24–23 (12–11)
Tjaldur fram-
vegis í botni
Uni fer helst úr ÍA
Eftir nøkur ár sum
yrkisleikari í Íslandi, er nú
líkt til, at Uni Arge aftur fer
at gera síni mál í heimligu
kappingini
Liðskiparin hjá kollfirð-
ingum iðrar seg um, at
teir ikki fingu gongd á
stigasavnanina nakað fyrr