mikudagur 4. apríl 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 66 - 4. mars 2001
31
gult cyan magenta svart
Elduvíkar
kommuna
Almennir kommunustýrisfundir verða á komm-
unuskrivstovuni í Funningsfjarðar Skúla, Funn-
ingsfirði, hesar dagar ár 2001:
30. apríl
21. mai
25. juni
27. august
24. september
22. oktober
26. november
17. desember
Allir fundirnir eru mánadag og byrja kl. 19.00.
Ekspeditrisa m/k
søkist til hálvan dag at byrja sum skjótast.
Tlf. 311705
Halt feriu í Praag
Summarhús og íbúðir bíliga til leigu uttan fyri
Praag.
Ymiskir prísir og støddir.
Áhugað kunnu ringja á tlf. 0045 98581719 ella
316800.
Teknari til Auto cad
Søkt verður eftir teknara til teknideild okkara.
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum fjølbroytt
tekniarbeiði við nýmótans útgerð. Luttøka í
øðrum arbeiði kann eisini koma upp á tal í mun
til ta útbúgving og tann førleika,sum umsøkjarin
hevur.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til telefon
314744.
Landsbyggifelagið P/F,
Ráðgevandi Verkfrøðingar
Postboks 228
Grønlandsvegur 5
110 Tórshavn
Metaller købes
Jernbaneskinner + jernbanesveller sælges.
Henvendelse
Leif Plougmann
Tlf. 0045 40251787
Bilur við skaða
til sølu
Til sølu er Ein Toyota Corolla 1.4 sedan 4 hurðar.
Bilurin hevur skaða framman og verður seldur
fyri hægsta boð yvir 60.000,- kr. sum hann stend-
ur við skaða.
Skrásettur fyrstu ferð 27.03.2000
Km. 21.000
P/F Reyni Service
Bilasølan
tlf. 313040
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til ein av kundum
okkara, at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðið fevnir um bókføring og lønarroknskap,
umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Førleiki:
Útbúgving innan bókhald/skrivstovuarbeiði og
ella royndir frá bókhaldsarbeiði/skrivstovuarbeiði
er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til nýtslu av
teldu.
Løn:
Løn verður goldin smb. avtalu.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Dianu Heinesen, tlf. 441666. Umsókn við avritum
av møguligum prógvum skal sendast til Spf
Grannskoðarastovuna,480 Skála,innan 15/4-2001.
Spf Grannskoðarastovan
480 Skála
Tlf. 441666
Íbúðir/kømur
søkjast
Søkt verður eftir húsum ella kømurum til næm-
ingar á Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Áhugaðir útleigarar kunnu ringja á tlf.372480 ella
371085 mánadag til fríggjadag millum kl.
9.00– 12.00 og 13.00– 16.00.
Suðuroyar Kunningarstova
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
800 Tvøroyri
Húsavørður
Søkt verður eftir húsavørði at byrja 1. mai 2001.
Starvið umfatar alt fyrifallandi inni- og útiarbeiði.
Starvið umfatar eisini smærri umvælingar, og er
tað ein fyrimunur at umsøkjarin hevur handverk-
araútbúgving.
Tá ætlanin framyvir møguliga verður at saman-
leggja starvið við ambulansutænastuna á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, er tað ein fyrimunur, at viðkom-
andi hevur ambulansuútbúgving, hetta er tó
eingin treyt.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið í lønar-
flokki 13.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðukvinnuna á tlf. 371666.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvs-
royndir verða at senda til
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
Fyristøðukvinnan
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist er 19. apríl 2001
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Frítíðaravloysarar
fyri portørar
Søkt verður eftir frítíðaravloysara fyri sjúkrahús-
arbeiðarar (portørar) frá 12. juni til 31. august
2001.
Umframt koyring av sjúkrabili við vakt frá heimi
umfatar starvið alt fyrifallandi inni- og útarbeiði,
tað er tí ein fyrimunur, at viðkomandi umsøkjari
hevur ambulansuútbúgving.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálstýrið
og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving
og starvsroyndir verður at senda til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist er 19. apríl 2001
Til sølu
Brúktur barrdiskur v/ kølidiski, borð, stólar og
sofur til sølu hvør sær ella saman.
Tlf. 219696
Kokkur
Søkt verður eftir kokki. Arbeiðstíðin er 160 tímar
um mánaðin. Løn eftir avtalu.
Tlf. 219696
Lassin Isaksen er feg-
in um fyrstu uppgáv-
una í eini HM-kapp-
ing
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Nú hevur Lassin Isaksen
fingið sín fyrsta A-lands-
dyst í eini HM-kapping at
døma. Talan er um dystin
millum Liktinstein og Ísr-
ael tann 2. juni.
– Eg eri sera fegin um
hesa uppgávuna. Eg hevði
vónað, at eg fór at fáa ein
U21 landsdyst skjótt, so tí
kemur hetta eitt sindur
óvæntað, sigur Lassin Isak-
sen.
Lassin hevur verið al-
tjóða dómari síðani 1996,
og hesi árini hevur hann
dømt fleiri enn 20 ung-
dómslandsdystir, hann hev-
ur dømt í UEFA Cup kapp-
ingini, og hann hevur tikið
sær av tveimum venjingar-
dystum hjá A-landsliðum.
Hetta er fyrsta ferðin, at
Lassin fær eina stóra upp-
gávu í HM-kappingini.
Góð skoðsmál
Hvørja ferð ein altjóða
dystur verður spældur, er
tað onkur sum heldur eyg-
uni við dómaranum og met-
ir um avrikið.
Soleiðis hevur eisini ver-
ið í øllum dystunum hjá
Lassin, og hóast hann ikki
vil siga nakað um, hvussu
skoðsmálini hava verið,
mugu tey hava verið á eini
leið, tá hann nú fær eina
HM-uppgávu.
– Eg havi sett mær nøkur
smá mál fyri framtíðina, og
tað næsta var at fáa ein U21
landsdyst. Eg hevði ikki
droymt um, at eg fór at fáa
ein A-landsdyst í eini HM-
kapping so skjótt, sigur
Lassin.
Hann heldur ikki, at tað
er stórt øðrvísi at døma
eina A-landsdyst og ein
ungdómslandsdyst.
– Umstøðurnar eru ym-
iskar, og tað er læruríkt,
men tá tú fert á vøllin fyri
at døma, ert tú akkurát líka
konsentreraður í einum U-
landsdysti sum í einum A-
landsdysti, sigur hann.
Hóast onnur feløg
hava sýnt áhuga, so
verður vágbingurin
framhaldandi á liðn-
um hjá Cycling Aar-
hus
SÚKKLING
Jákup Mørk
Eftir at veturin hevur syrgt
fyri, at kappsúkklingin hjá
Rógva Johansen hevur ligið
lamin, er vágbingurin nú
aftur farin undir kapping-
arnar.
Fyrsta kappingin í ár varð
koyrd í Stjær, og var hetta
ein sonenvd innleiðings-
kapping, sum felagið hjá
Rógva skipaði fyri.
Nøktandi úrslit
Rógvi greiður frá, at eftir
hansara tykki var talan um
eina sera hóskandi kapping,
har súkklararnir sluppu at
royna seg undir fleiri yms-
um umstøðum.
Rógvi koyrir á elituliðn-
um hjá Cycling Aarhus, og
fyri at vera við á hesum, er
sjálvandi neyðugt at vera á
toppinum so at siga alla tíð-
ina. Allir súkklararnir á
liðnum eru sáttmálabundn-
ir, og hetta betrar sjálvandi
um venjingarmøguleikarn-
ar, men samstundis merkir
hetta, at súkklararnir skulu
taka lut í mest sum øllum
kappingunum, sum eru í
Danmark.
Um kappingina annars
sigur Rógvi, at nógvur
vindur var hendan dagin,
og at hetta eisini sást aftur í
súkklingini. Ein bólkur av
súkklarunum slapp beinan
vegin avstað, og tá Cycling
Aarhus hevði ein mann við
í hesum, varð uppgávan hjá
Rógva og liðfeløgunum at
syrgja fyri, at bólkurin ikki
varð fangaður aftur av høv-
uðsfeltinum.
Tað eydnaðist tó einum
útbroti at fáa fatur aftur á
bólkinum, men tá Rógvi
sjálvur eisini var við í hes-
um, tóktist alt kortini at
vera, so sum tað skuldi.
Fyri Cycling Aarhus var
endaliga úrslitið sera gott.
Rógvi greiðir frá, at teir
fingu eitt fjórða-, eitt átt-
anda- og eitt níggjuna
pláss, og at teir eru stak væl
nøgdir við hetta. Ikki minst
tí kappingin taldi fleiri
súkklarar, sum at kalla
burturav satsa upp á fyrru
hálvu av kappingini.
Spennandi ár
Annars tykist árið í ár at
gerast sera spennandi hjá
Rógva, sjálvandi treytað av,
at hann alla tíðina verður
førur fyri at luttaka.
Rógvi greiðir frá, at teir
hava eina sera strævna skrá,
og millum annað skulu teir
fyrst í mei mánaði koyra
tvær stórar kappingar innan
eitt vikuskifti.
- 5. mei skulu vit koyra
Grand Prix Midtbank, sum
er ein stór kapping, har
teinurin er á leið 200 km til
longdar, sigur hann.
Dagin eftir skulu vit
koyra Samsung Mobile
Grand Prix í Aarhus, har
teinurin eisini liggur um
teir 200 km. Hetta er annars
ein av teimum heilt stóru
kappingunum, og millum
luttakararnar í kappingini
verður millum fyrrverandi
heimsmeistarin,
Laurent
Jallabert.
Annars er nú líkt til, at
Rógvi veruliga hevur bitið
seg fastan í danska súkklu-
toppinum, eftir at hann í
fjør hevði eitt sera gott
kappingarár. Fleiri lið hava
víst áhuga fyri at fáa hann í
part við sær, men eftir at
hava umhugsað støðuna
sera gjølla, hevur Rógvi
kortini gjørt av, at verða
verðandi hjá Cycling Aar-
hus, og hann leggur dent á,
at hann er fegin um hesa
avgerð.
Við sigrinum á Vi-
borg mánakvøldið
øktu teir um munin í
toppinum til fýra stig
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Sunnukvøldið var Silke-
borg fremst í superliguni –
eitt stig frammanfyri FCK.
Mánakvøldið var munurin
øktur til fýra stig. Silkeborg
hevði vitjan av Viborg, sum
noyddist til hús aftur við
2–0 tapi. Hetta var størsta
tapið hjá teimum í Silke-
borg síðani í 1970.
At tað var heimaliðið,
sum fór við øllum, høvdu
teir í Viborg alla orsøk at
vera misnøgdir við, og teir í
Silkeborg kundu fyrst og
fremst takka málverjanum
hjá sær, Peter Kjær, fyri, at
einki mál fór ígjøgnum.
Viborg spældi væl og
ágangandi allan 1. hálvleik,
og teir høvdu fleiri møgu-
leikar at gera mal. Tí var
tað køld pøs av vatni at fáa
hjá teimum, tá Godwin Att-
ram úr Ghana fýra minuttir
undan steðginum setti hol
á.
Eftir hvíldina royndi Vi-
borg at trýsta, meðan Silke-
borg dúvaði upp á skjót
mótálop, og miðskeiðis í 2.
hálvleiki øktu teir. Brian
Pedersen var málskjúttin.
Tað serliga við vinstra-
beinta vongspælaranum er,
at hann hevur verið skaddur
í umleið eitt túsund dagar.
Eftir tvær skurðviðgerðir í
knænum er hann í vár kom-
in fyri seg aftur, og tað
verður sagt ikki at vera
minst honum fyri at takk, at
tað hevur gingið so mikið
væl hjá Silkeborg, at teir
eru klárt oddalið í superlig-
uni.
Saman við Brøndby og
FCK kappast Silkeborg um
DM. Sunnudagin verður
spennandi dystur í Brønd-
by, sum fer at fáa vitjan av
Silkeborg.
Silkeborg bjóðar
høvuðsstaðnum av
Støðan, danska
superligan
vunnin tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Silkeborg
21
11 -
8
-
2
34
24
10
41
2
FCK
21
10 -
7
-
4
35
19
16
37
3
Brøndby
21
11 -
3
-
7
51
28
23
36
4
FCM
21
10 -
6
-
5
39
32
7
36
5
Lyngby
21
11 -
3
-
7
34
34
0
36
6
Viborg
21
10 -
4
-
7
35
23
12
34
7
OB
21
9
-
3
-
9
33
27
6
30
8
AaB
21
8
-
6
-
7
34
32
2
30
9
AGF
21
7
-
2
-
12
29
43
-14
23
10
AB
21
4
-
8
-
9
28
33
-5
20
11
Herfølge
21
4
-
6
-
11
23
42
-19
18
12
Haderslev
21
1
-
4
-
16
21
59
-38
7
Rógvi Johansen tykist nú av álvara at hava bitið seg fastan í
danska súkklutoppin
Rógvi farin á hestin
Lassin skal døma A-landsdyst
- Eg hevði ikki droymt um,
at eg fór at fáa ein A-
landsdyst í eini HM-kapping
so skjótt, sigur Lassin Isaksen