mánadagur 9. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 129 - 9. juli 2007
Føroya Kommunu
felag tekur fult undir
við ætlanini hjá
Magna Laksáfoss
at gera eina skipan,
har tær vælbjargaðu
kommunurnar betala
til tær, sum hava
minni pengar
Útjavning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er neyðugt at gera eina
skipan, har tær ríku komm
unurnar
betala
til
tær
fátæku.
Tað sigur Rósa Samuel
sen, sum er forkvinna í Før
oya Kommunufelag.
Føroya
Kommunufelag
tekur sostatt fult undir við
ætlanini hjá Landsstýris
manninum í fíggjarmálum
um at gera ein kommunalan
útjavningargrunn, sum tær
vælbjargaðu kommunurnar
betala inn í og sum tær verri
staddu
kommunurnar
kunnu fáa pening úr til
sínar útreiðslur.
Kommunufelagið hevði
fund fríggjadagin, har spurn
ingurin um eina kommunala
útjavningarskipan var til
umrøðu.
Tað er ongin loyna, at
hóast landið enn umsitur
nógv tey flestu økini, er tað
munur á tænastustøðinum,
sum borgarin fær í teimum
ymsu kommununum.
Tað merkir eisini, at
hóast borgarar í einari
kommunu
rinda
hægri
kommunuskatt, kunnu teir
vera í eini støðu, har teir
fáa verri tænastur frá tí
almenna enn borgarar fáa í
kommunum
við
lægri
skatti.
Taka undir við
Laksáfoss
Tí heldur Føroya Komm
unufelag avgjørt, at tað er
neyðugt at gera eina komm
unala útjavningarskipan.
Undir øllum umstøðum
kann tað ikki vera talingur
um at leggja fleiri øki undir
kommunurnar at umsita,
fyrrenn ein slík skipan er
gjørd, er niðurstøðan á fund
inum fríggjadagin.
Tað kann ikki góðtakast,
at landsins borgarar skulu
hava ymisk tænastutilboð
frá tí almenna, alt eftir, hvar
teir búgva, sigur Rósa Sam
uelsen.
Tí er Kommunufelagið
avgjørt sinnað at samvirka
við
landsstýrismannin
í
fíggjarmálum um at gera
eina slíka útjavningarskip
an.
Magni Laksáfoss hevur
skotið upp at fíggja eina
slíka skipan við at lækka
landsskattin
og
hækka
kommunuskattin.
Sam
stundis skal mvgendur
gjaldið, sum kommunurnar
fáa landinum, lækkast.
Mett verður, at tilsamans
fáast 72 milliónir um árið í
eina slíka útjavningarskip
an.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum roynir at fáa
eina útjavningarskipan í lag
longu næsta ár so at
kommunur kunnu fáa pen
ing úr skipanini longu í
2009.
Vit hava ikki kanna ítøki
liga eftir, hvussu vit kundu
hugsa okkum at skipa eina
útjavningarskipan. Hvussu
ein slík skipan verður fíggj
að, mugu vit viðgera nærri
og tað fara vit at brúka
næstu tíðina til. Men at vit
mugu hava eina skipan, er
ongin ivi um.
Í sambandi við eina
útjavningarskipan,
leggur
Kommunufelagið
stóran
dent á, at greiðar reglar
verða gjørdar fyri, hvussu
tað skal gjaldast úr skip
anini.
Í hesum sambandi er
neyðugt at hyggja eftir,
hvønn útreiðslutørv, hvør
einstøk kommuna hevur.
Skilir ikki aðrar
kommunur
Sostatt er tað greitt, at tær
smærru kommunurnar í
Føroya
Kommunufelag,
taka undir við eini kommu
nalari
útjavningarskipan.
Hinvegin er eisini greitt, at
Kommunusamskipan Før
oya, sum umboðar tær seks
størstu býarkommunurnar í
landinum, umframt Sands
Kommunu, er nógv trekari
at ganga við til eina slíka
skipan.
Hugsa vit um Tórshavnar
Kommunur, skilji eg væl, at
mótstøða er ímóti eini
útjavningarskipan, tí tað
Tórshavnar
Kommuna
verður óivað noytt at betala
í eina slíka skipan, sigur
Rósa Samuelsen.
Men skulu vit hugsa um
aðrar
limakommunur
í
kommunusamskipan Før
oya, skilji eg ikki, at tær eru
ímóti eini útjavningarskip
an, tí tær koma at fáa stórt
gagn av eini slíkari skipan.
Tí skilji eg heldur ikki,
at Kommunusamskipan Før
oya, sum felagsskapur, er
ímóti eini kommunalari
útjavningarskipan,
leggur
forkvinnan í Føroya Komm
unufelag afturat.
Limirnir í Kommunusam
skipan Føroya eru Tórshavn,
Klaksvík, Runavík, Fugla
fjørður, Vágur, Tvøroyri og
Sandur og tær umboða 2/3
av fólkatalinum.
Allar hinar 27 kommun
urnar eru limir í Føroya
Kommunufelag og tilsam
ans umboðar felagið sostatt
1/3 av borgarunum.
Rósa Samuelsen leggur
afturat, at Føroya eru ein
asta norðurland, sum ikki
hevur
ein
kommunala
útjavningarskipan og tí eru
vit eftirbátar á hesum øki,
heldur hon.
Tey ríku
mugu
betala
til tey
fátæku
Endamálið við eini kommunalari
útjavningarskipan er, at samsvar skal vera
ímillum skattin, ið skal rindast, og tænastuna,
ið fæst afturfyri frá kommununum
- Eg skilji væl, at Tórshavnar Kommunur er ímóti eini kommunalari útjavningarskipan. Men at aðrar limakommunur í
ommunusamskipan Føroya eru imóti, skilji eg ikki, tí tær koma at fáa stórt gagn av eini slíkari skipan, sigur Rósa Samuelsen
forkvinna í Føroya Kommunufelag
Koyra um nýggju brúnna
á jólum
Haldórsvík: Arbeiðið við at gera nýggja brúgv um Fossá,
nakað sunnanfyri Haldórsvík, er nú boðið út. Ætlanin fevnir um
gerð av eini betongbrúgv um ánna, og annað arbeiði í hesum
sambandi. Sjálv lisitasjónin verður hjá Landsverki týsdagin í
næstu viku og ástaðarfundur dagin eftir. Miðað verður eftir at
arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi 20. desember í ár.
Nú kemur trygdarhegnið
Tjørnuvík: Norska felagið Mesta AS hevur fingið uppgávuna at
seta upp trygdarhegnið framvið vegnum oman móti Tjørnuvík. Her
er rættiliga vanligt, at grót kemur niður á vegin, og er hetta til stóran
ampa fyri bygdarfólkið. Nú skal ein endi fáast á hesum.
Trygdarhegnið er fýra metrar høgt og kann í roynd og veru steðga
steinum sum viga heilt upp í 10 tons. Ætlanin er at seta upp 220
metrar av hegni og verður byrjað við hesum beint eftir
summarfrítíðina. Sambært heimasíðuni hjá Landsverki eru 2 mió
krónur játtaðar til endamálið í ár.