mánadagur 9. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 129 - 9. juli 2007
Tað siga tær báðar,
Heidi Biskopstø,
forkvinna í Føroya
Postfelag og Isa
Rogild, forkvinna
í HK/Post &
Kommunikation og
forkvinna í Nordisk
Post Union. Tær sipa
til uppsøgnir í síni
heild
POSTFELAG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Isa Rogild, forkvinna í bæði
postdeildini hjá HK og í
norðurlendska felagnum, er
í hesum døgum í Føroyum
á vitjan. Her er talan um
eina roynda kvinnu innan
fakfelagsøkið, og hon ferð
ast javnan runt í norður
londum fyri at samskifta
um royndir hvør hjá øðrum.
Hetta er heldur ikki fyrstu
ferð, at hon vitjar í Føroy
um.
Hjá Heidi Biskopstø er
støðan nærmast hin øvugta.
Hon er nevniliga nývald
sum forkvinna í Føroya
Postfelag, og tí dregur hon
uttan iva til sín av drúgvu
royndunum
hjá
danska
starvsfelaganum.
Serliga tá hugsað verður
um tær broytingar og tillag
ingar, sum føroyska post
verkið í hesum døgum
stendur fyri í sambandi við
umleggingina til partafelag,
tí hetta hevur Post Danmark
alt gingið ígjøgnum. So
eisini á tí økinum hevur Isa
Rogild sínar royndir.
Hjá okkum er skiftið frá
almennum til privatan stovn
farið fram uttan nakrar
trupulleikar. Allar broyting
ar og tillagingar eru gjørdar
í samstarvi við starvsfólkið
og vit hava sum fakfelag tik
ið undir við teimum øllum,
sigur Isa Rogild.
Í Danmark er tað soleiðis,
at í fakfelagnum, sum Isa
Rogild er forkvinna fyri,
eru bara tey starvsfólkini,
sum arbeiða inni á posthúsu
num, meðan eitt nú post
boðini eru í øðrum fakfelag,
tí sonevnda 3F. Í Føroyum
eru øll undir sama hatti so
at siga.
Etiskt og sakligt
Tær báðar forkvinnurnar
siga, at tað er í lagi at siga
fólki upp, um nú virksemið
minkar hjá einari fyritøku.
Men hendir tað, skal tað
gerast á ein slíkan hátt, at
hvør einstakur uppsagdur
fær eina grundgeving fyri,
hví júst viðkomandi varð
uppsagdur.
– Tað skal vera ein bæði
etisk og saklig grundgeving
fyri uppsøgnini, og tað er
nakað, vit sakna í hesum
førinum, siga tær báðar.
Í hvørjum einstøkum føri
má hyggjast at støðuni og
metast um, hvat fyritøkan
hevur gjørt rætt, og hvat
hon hevur gjørt skeivt. Og
tá tað er greitt, má støða
takast út frá tí.
Í hesum førinum tykist
sum farið er eitt sindur und
arliga fram. Tá uppsøgdu
fólkini ikki so frægt sum
sleppa at siga starvsfeløgun
um farvæl, so er tað í
hvussu er ikki nakað, vit
kenna til í Danmark, sigur
Isa Rogild.
Verandi avtala
Bæði Heidi Biskopstø og
Isa Rogild leggja dent á, at
tað er ógvuliga umráðandi,
at
broytingar
á
arbeiðsplássinum fara fram
í sátt og semju millum
leiðslu og starvsfólk.
Eisini aftan á umlegg
ingina frá almennaru fyri
tøku til partafelag eru vit
farin undir samráðingar við
galdandi
sáttmála
sum
grundarlagi. Og tað er heilt
náttúrligt. Eisini er ógvuliga
umráðandi, at vit hittast
sum javnlíkir partar við
virðing
fyri
hvørjum
øðrum, sigur Isa Rogild.
Hon sigur, at meiri enn
90% av verandi avtalu er
júst tað sama, sum avtalan
var undan umleggingini til
partafelag.
Hon sigur víðari, at álitis
fólkaskipanin er ógvuliga
týdningarmikil, og eigur at
verða vard í sjálvum sáttmál
anum. Og hetta er gjørt í
Danmark, sigur Isa Rogild.
Eftir umleggingina til
partafelag hevur danska
stjórnin gjørt av at selja
25% av partabrøvunum, og
tað er ein pensjónsgrunnur,
CVC, sum hevur keypt
22%, meðan starvsfólkið í
Post Danmark eigur 3%.
Restina av partabrøvunum
eigur so danski staturin.
Verða verandi
Nú
føroyska
postverkið
stendur fyri broytingum er
kanska vert at skeita eitt
sindur at, hvussu hesar
vórðu skipaðar í Danmark.
Og har vísir Isa Rogild á, at
tað er ógvuliga týdningar
mikið, at alt verður framt á
skilabesta hátt, fyri at yvir
gangurin skal gerast so
lagaligur sum gjørligt.
Tað, sum er broytt, er
broytt í fullari semju millum
leiðslu og starvsfólk, sigur
Isa Rogild.
Ein liberalisering er farin
fram innan postútbering
soleiðis, at øll brøv yvir 50
gramm er full kapping um.
Í Danmark kenna tey hesa
kappingina frá einum felag,
sum nevnist City Mail, sum
norska postverkið eigur.
Hendan fyritøkan arbeiðir í
einum øki í Keypmanna
havn, og velur sær tær rutur,
sum eru fíggjarliga áhuga
verdar, meðan hini økini
verða latin Post Danmark at
røkja.
Fulla liberaliseringin inn
an
postútbeginr
skuldi
gerast í 2009, men hetta er
nú skotið út til 2011. Men
brøvini blíva ikki burtur.
Kanningar vísa, at fólk
lesa beinanvegin brøvini,
tey fáa í postkassanum,
meðan emails ikki verða
lisin og svarað eins skjótt.
Tí eru líkindini fyri, at brøv
verða verandi ógvuliga góð,
metir Isa Rogild.
Samstarv
Eins og Post Danmark hev
ur tillagað seg tørvin, so
verður hetta eisini neyðugt
hjá Postverki Føroya at
gera. Men bæði Heidi
Biskopstø og Isa Rogild
leggja dent á, at hesar tillag
ingar fara fram í samráð
millum allar partar í fyri
tøkuni.
Hjá okkum er alt farið
fram í samráð millum
administrativu leiðsluna og
fakligu leiðsluna. Hetta er
eisini neyðugt, skal tað
besta fáast burtur úr, sigur
Isa Rogild.
Hetta er eisini galdandi,
tá neyðugt er at siga fólki
upp. Tann, sum verður upp
sagdur, má fáa eina virðiliga
viðferð.
Eg plagi at siga, at um
tann uppsagdi verður væl
viðfarin, so heldur hann
fram at verða ambassadørur
fyri fyritøkuna, eisini eftir
at hann er sagdur úr starvi,
júst tí viðkomandi kennir
seg væl viðfarnan, sigur Isa
Rogild.
Og hetta er júst brennandi
punktið í teimum uppsag
num, sum framdar eru í
Postverki Føroya. Har vil
fakfelagi framvegis hava
neyðugu grundgevingarnar
fyri, hví júst tey fólkini,
sum uppsøgd eru, vórðu
vald út.
Av teimum 15 uppsøgdu
fólkunum eru tíggju post
boð, tvey skrivstovufólk,
tveir bilførarar og eitt fólk,
ið starvaðist í kantinuni.
Tað skal bara gerast virðiliga
Heidi Biskopstø, forkvinna í Føroya Postfelag, og Isa Rogild, forkvinna í HK/Post & Kommunikation í Danmark. Seinni nevnda er
eisini forkvinna í Nordisk Post Union
Myndir: Leo Poulsen
Festivalarbeiðari doyði
Ein 61ára gamal hjálparmaður á Roskilde Festivalinum
small í gjár um við blóðproppi. Hann small bara um og
varð síðani koyrdur á sjúkrahúsið, har hann seinni doyði,
sigur Søren Henriksen, vakthavandi við festivalløgregluna.
Tann 61ára gamli fall um beint eftir konsertina hjá
íslendsku Bjørk (myndin).
Vildi drepa hund við hamara
Við spíska endanum av einum kleyvhamara royndi ein 32ára gamal dani
leygarkvøldið at drepa hund sín á einum kampingplássi við Stenlille.
Sambært løgregluni í Slagelse gjørdist kampingplássi á gosi, tá fólk sóu,
hvussu maðurin fór við hundinum. Áðrenn løgreglan kom á staðið, hevði
tann 32ára gamli eisini hótt mannin, sum ringdi eftir hjálp. Hundurin
slapp við lívinum, men ein djóralækni valdi seinni at avlíva hann, tí
eigarin týðiliga ikki ynskti at fáa hundin aftur. Maðurin, sum er av
Viborgleiðini, er nú ákærdur fyri hóttanir og fyri djórapínslu.