Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 129 - 9. juli 2007 tíðindi Tíðindaskriv Samstarvið heldur fram Aftur í ár hava TRYGD og Summarfestivalurin gjørt avtalu um at samstar­ va. Hetta merkir, at Summar­ festivalurin verður tryggjað­ ur hjá TRYGD, umframt at TRYGD kemur at taka á seg fleiri av trygdaruppgáv­ unum, ið hoyra einum tílík­ um tiltaki til. Eitt nú kemur básurin hjá TRYGD at virka sum savningar­ og kunning­ arstað, og sjúkrahjálparar koma eisini at húsast í tjald­ inum. ­ Fyri okkum er trygdin sjálvsagt altavgerandi. Um vit kendu á okkum, at trygd­ in ikki var sett í hásæti, høv­ du vit ikki farið í eitt tílíkt samstarv – sigur Niels Juel Arge, stjóri í TRYGD. Niels Juel leggur afturat, at TRYGD sær tað sum eina sjálvfylgju at hjálpa til við at tryggja, at trygdin er í lagi, so gestirnir ikki noyð­ ast at hugsa um hana, men kunnu hugna sær til tónleik­ in ístaðin. Trygdin umráðandi fyri Summarfestivalin Fyriskipararnir fyri Sum­ marfestivalinum fegnast eisini um samstarvið: ­ Vit fegnast um avtaluna við TRYGD, og at tiltakið kann liggja í tryggum og góðum hondum, sigur Stein­ tór Rasmussen, fyriskipari og leggur afturat: ­ Vit tosa ofta um tónleik­ in, samveruna og umhvørvið í samband við festivalar, men vit eiga altíð at seta trygdina í hásæti og minnast til at taka øll neyðug fyrilit. Tískil er tað av avgerandi týdningi, at vit saman við avvarðandi myndugleikum eisini hava ein so góðan professionellan samstarvs­ felaga sum TRYGD, ið kann ráðgeva og fyribyrgja á skilabesta hátt og samstun­ dis vera Summarfestivalin­ um til hjálpar. Tað er avger­ andi fyri okkum at kunna fáa endurgjald, um vit skul­ du verið rakt av skaða ella óhappi, sigur Steintór Ras­ mussen. Hann vónar innili­ ga, at tað aftur í ár fer at spæla væl av hjá Summar­ festivalinum, hvat óhappum og keðiligum tilburð­ um viðvíkur. Summarfestivalurin verð­ ur hildin í Klaksvík viku­ skiftið 3. – 5. august. Trygdin í hásætið á Summarfestivalinum -Vit standa spyrjandi. Hetta er sjálvandi ein dyggur smeitur fyri okkum nú fyri að­ru ferð­ eftir stuttari tíð­ at verð­a raktir av eldi umborð­ á okkara skipum. Hetta sigur Hans Andrias Joen- sen, stjó­ri og reið­ari á teimum báð­um skip- unum, Hercules og Athenu, sum Thor í Hó­svík rekur. Eldur Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var í farnu viku, at eld­ ur kom í í pakkirúminum á Athenu, meðan hon var til fiskiskap í Kyrrahavinum. Tað eydnaðist tó skjótt at sløkkja eldin og varð avgjørt at sigla til lands í Chile at kanna skaðan. Í gjár segði P/F Ocean Group Faroes, sum eigur Athenu, í tíðindaskrivi, at eldur er aftur umborð á Athenu. Skipari og manning hevði annars tamarhald á støðuni, meðan skipið sigl­ di til lands. Teir gjørdu eitt fyrimyndarligt arbeiði fyri at basa eldinum og høvdu hann fult undir kontrol. ­Vit eru tíanverri noyddir at boða frá, at brandmenninir, sum komu frá landi til at taka yvir sløkkingina umborð á Athenu, hava mist tamarhaldið á støðuni, og sum tað sær út í løtuni, so stendur Athena nú ikki til at bjarga stóð í tíðinda­ skrivinum sunnudagin. Skipari og manning og eisi­ ni brandmenninir eru nú far­ in av skipinum. Tveir føroy­ ingar eru við Athenu, skip­ arin og maskinstjórin. Eldur mikudagin Eldur kom í Athenu um kl 14:00 mikudagin. Mann­ ingin hevur hildið eldinum niðri, til teir komu til lands. Tá fingu teir hjálp frá serkø­ num fólki til at basa eldin­ um, og boðini reiðaríð fekk um kl 14:00 leygardagin vóru, at alt var undir kon­ trol, eingin eldur var umborð, og var økið, har eldurin hevði verið, sera avmarkaður, men nakað av roykskaða var. Hans Andrias Joensen sig­ ur, at teir seinnapartin mána­ dag fara at senda nýtt tíðin­ daskriv um støðuna umborð á Athenu. . Sjófrágreiðingar skulu fyrst fáast frá hondini, og løgreglan skal kunna gera sínar kanningar. ­Vit vóna sjálvandi, at støðan verður ikki eins ring sum við Hercules. Vit høvdu vónað, at støð­ an var í lagi, tá eldurin varð slóktur og at skipið varð bjargað sigur Hans Andrias og leggur aftrat, at privata eldsløkkingarfyritøkan und­ ir ræði av Switzer hevur eft­ ir øllum at døma ikki mak­ tað uppgávuna. Sløkkiliðs­ fólkini hava eftir øllum at døma verið amatørar, tí heldur enn at tryggja sær, at eldurin ikki kyknaði aftur, gjørdu tey tvørturímóti ein stóran skaða. Teir gjørdu ein grundleggjandi skeivlei­ ka, tá teir opnaðu hurðarnar og sluppu harvið ilt til uttan at hava tikið hædd fyri avleiðingunum. Høvdu teir ikki gjørt hen­ da feilin, so hevði nærum eingin skaði verið uttan nak­ að av roykskaða staðfestir Hans Andrias Joensen. Spyrjandi ­Fólk seta sær spurningin, hvussu tað kann bera til, at eldur kemur í tvey av flagg­ skipunum hjá sama reiðaríi við bert mánaðar millumrú­ mi. ­Ja eg skilji væl spurning­ in. Henda spurning seta vit okkum eisini. Uppá fyrispurning um man hevur verið ov skjøtis­ leysur við elinstalatiónunum sigur Hans Andrias, at sera neyvt eftirlit var við Athenu fyri góðum mánaði síðani, tá allar elinstallatiónir og alt skipið varð kannað. Hes­ ar kanningar vórðu gjørdar saman og í samráð við Skipasýninum, Klassanum, Tryggingarfelagnum og teknisku umsitingini hjá Thor. Svíður ­Kann eitt reiðarí sum Thor liva við hesum skaðum? ­Tað er so spurningurin. Hóast skipini eru tryggjað, so missa vit nógv. Vit vita ikki, hvat hetta kann enda við, men tað svíður hjá okk­ um og forðar fyri menning av fyritøkuni. Ætlanin var annars hesa vikuna at taka avgerð um, hvat skal henda eftir eldin á Hercules. Tosað hevur verið um at byggja sama skip upp­ aftur. Reiðaríið ætlar sær kort­ ini ikki at gevast við fiski­ veiðini í Kyrrahavinum. Enn eiga teir so triðja skip­ ið, Poseidon, sum er til fiskiskap í løtuni. Poseidon er í góðum standi eins og Athena var tað. Poseidon, sum fylgdi Athenu til lands, er farin aft­ ur til fiskiskap, Høvi varð at gera tekniskar og aðrar kanningar av skipinum og manningini, meðan skipið var inni, og myndugleikarnir fingu staðfest at skipið var í sera góðum standi og einki var at havast at manningini. Fiskiskapurin hevur verið góður og skipið hevur rigg­ að væl. Hans Andrias Joensen, reiðari: - Hóast skip­ini eru tryggjað, so missa vit nógv. Vit vita ikki, hvat hetta kann enda við, men tað svíður hjá okkum og forðar fyri menning av fyritøkuni. Eld­urin umborð á Athenu: Reiðarin: -Vit standa spyrjandi Steintór Rasmussen saman við stjóranum í Trygd, Niels Juel Arge Athena hjá P/F Ocean Group­ Faroes