mánadagur 9. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 129 - 9. juli 2007
Jón endaði á sjúkrahúsi
Venjarin hjá føroyska svimjilandsliðnum, Jón Bjarnason, fekk
ikki verið til móttøkuna, sum var sunnukvøldið. Mýggjabitar
vóru ein støðug plága hjá føroyska ferðalagnum á Rhodos, og
Jón var ein av teimum óhepnu, sum vóru serliga illa bitin.
Bruni var eisini komin í okkurt av bitunum, og tí varð
venjarin sendir á sjúkrahús, beint sum hann kom suður. – Tað
var serliga tað eina sárið, sum sá eitt sindur ógvusligt út, og
saman við nakað av stressi hevur hetta nokk órógva kroppin.
Men við eitt sindur pensilin og hvíld annars, skuldi hetta
nokk lagað seg, sigur Jón Bjarnason.
- Tað var rørandi at
hoyra tjóðsangin
runga fleiri ferðir um
dagin, segði borgar-
stjórin á Tvøroyri,
tá ið ítróttarfólkini
úr Suðuroy komu
heimaftur av oyggja-
leikunum á Rhodos
Fagnaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var sum á Jóansøku, tá
ið suðuroyingarnir, sum
hava verið við á Oyggjaleik
unum á Rhodos, komu
heimaftur sunnukvøldið.
Heilt nógv fólk varð kom
ið saman at heiðra hesi
ítróttarfólkini, sum vóru
Føroyum og Suðuroy bestu
fyridømi,
ið
hugsast
kunnu.
Tá ið tey komu til Suður
oyar aftur í gjárkvøldið við
Smyrli, vóru tey koyrd við
blunkandi ljósum beint inn
í ítróttarhøllina í Trongis
vági, har tey vórðu móttikin
av stórari mannfjøld og
hornmusikki.
Tvøroyar Býráð skipaði
fyri móttøku í ítróttarhøllini
og har var stúgvandi fult av
fólki.
Tit hava framt stór ítrótt
arbrøgd til frama fyri okk
ara land og okkara oyggj og
tað var viðð sørt rørandi at
hoyra tjóðsangin runga
fleiri ferðir um dagin á øll
um oyggjaleikunum.
Heilt úr Viðareiði til
Sumbiar er full semja um at
tit eru ein stoltleiki fyri
Føroya land, segði Borgar
stjórin á Tvøroyri.
Hann helt, at góvu úrslit
ini prógva, hvussu stóran
týdning samanhald hevur.
Tí fegnaðist hann um, at
svimjifelagið í Vági og á
Tvøroyri nú fara at tosa um
at leggja feløgini saman.
Eisini Palli Eysturberg,
formaður
í
Tvøroyrar
Svimjifelag fegnaðist um
úrslitið.
Tað er stuttligt at vera
formaður í einum felag,
sum hevur so góð úrslit at
vísa á.
Hann takkaði fyri tað
góða samstarvið, ið hevur
verið við Kommununa í
Vági og á Tvøroyri og við
Svimjifelagið í Vági. Men
hann vónaði, at svimjararnir
skjótt fingu betri umstøður.
Eftir røður og horn
musikk, var opið hús í
Trongisvági, har Tvøroyrar
Kommuna bóðaði okkurt
lætt undir tonnina og okkurt
at skola tað niður við.
Tit eru ein stoltleiki fyri
Føroya Land